Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juli 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 133 - 14. juli 2008 Undirhald Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Hvønn sunnumorgun fylkj­ ast umleið ein millión fólk um lurtitólini, tá vælum­ tókta undirhaldssendingin Café Hack er á skránni á donsku útvarpsrásini P4. Hetta er sætta árið, at hetta hugnaliga útvarps­ konseptið bergtekur lurtarar við hugnaligum dáminum á Café Hack í Århus, har kaffigestir, espresso­brús, koppaklirr og stákan láta í bakgrundini. Innihaldið er lættligt kendisprát, herligar hugleiðingar og smásøgur, umframt lovprísan av øllum tí góða í lívinum: mati, tón­ leiki, kærleika og gerandis­ degnum. Vertur fyri send­ ingina er kendi danski skemtarin Søren Dahl, sum nógv okkara helst minnast frá bólkinum »De Natter­ gale«. Gott radio Søren Dahl sigur við Sosi­ alin, at Café Hack hevur ein rættiliga stóran og trúgvan lurtaraskara, eisini í Føroyum. Eitt av enda­ málunum við at senda úr Føroyum í summar, er at gera vart við, at summarið ikki bara er í Spania. ­ Og so fegnist eg eisini um at ferðast til eitt stað, har mær ikki nýtist at svimja í sólkremi hvønn dag, sigur hann í telefonini úr einari svimjihøll í Dan­ mark. Eisini vóru útlitini fyri einum góðum bita úr rúgvismikla føroyska hjall­ inum ikki sørt dragandi hjá danska útvarpsvertinum, sum millum annað er vin­ maður hálva føroyingin Jacob Haugaard og Niels Halm, stjóra í Norðurlanda­ húsinum. Verturin greiðir frá, at hóast caféin er skift út við fuglaberg og aldututl í summar, verður innihaldið nakað tað sama sum vanligt. Men fyrsti tímin er ein endursending av einum av prátunum frá í vetur – hesi prát eru eisini grundarbul­ urin í sendingunum. Søren Dahl sigur, at hann hevur valt nøkur prát, sum hann var serliga væl nøgdur við, millum annað við Lars Larsen, Poul Nyrup Ras­ mussen, Carsten Jensen og Etta Cameron. Feria og arbeiði Brotini úr Føroyum vórðu framleidd niðurfyri, tá ið fólkini handan sendingina herfyri fingu tvær flugur í einum: Feriu og gott radio. Tí tók verturin »hele den pukkelryggede« sum hann málber seg við sær til Føroyar. Fyrsta sendingin av teim­ um fimm varð send í gjár, sunnudagin, har Søren Dahl sat úti á eggini á Ennibergi við mikrofonini, meðan konan og børnini vóru farin til Havnar. Umframt stór­ sligin lovorð um náttúruna, prátaði hann við Niels Halm. Eisini hoyrdu vit eitt innslag um føroyska málið og vakrir føroyskir tónar frá Guðrun Sólju og Anniku Hoydal vóru at hoyra. ­ Komandi sunnudagarn­ ar hoyra vit meira úr hesum landinum, sum eg meti verða miðdepilin í Norður­ londum, sigur Søren Dahl, sum sjálvandi eisini fer at arga okkum eitt sindur. Í næstseinastu sending prát­ aði hann við Jacob Hau­ gaard um Føroyar, og kom­ andi fýra sunnudagarnar verða millum annað prát við Niels Halm, umframt at kavað verður niður í goymsl­ una hjá DR eftir gomlum innsløgum um Føroyar. Hópast tónleikurin er ein av hornasteinunum í Café Hack verða tað ikki bara føroyskir tónar at hoyra í summarsendingunum. ­ Bæði Teitur, Eivør og Guðrun verða ofta spæld í sendingunum frammanund­ an – ikki tí tey eru føroysk, men tí tey eru góð. Eg leggi eg meg ikki so nógv eftir at spæla lokalan tónleik, men feitan tónleik, staðfestir Søren Dahl, sum kortini valdi at spæla bæði Guðrun Sólju og Anniku Hoydal í fyrstu sendingini í gjár. Lurta á netinum Tað ber saktans til at hoyra Café Hack afturvið rund­ stykkjunum sunnumorgun her í Føroyum eisini. Send­ ingin verður varpað bein­ leiðis millum kl. 11­13 fø. tíð á heimasíðuni hjá P4. Á somu síðu liggja eisini eldri sendingar frá Café Hack. Síðsta sendingin úr Føroy­ um verður sunnudagin 10. august. Lurta á: www.dr.dk/cafe­ hack og www.cafehack.dk DR sendir summar-radio úr Føroyum Søren Dahl, útvarpsvertur. Umleið ein millión fólk lurta hvønn sunnumorgun eftir Café Hack. Á netinum lurta eisini nógvir føroyingar afturvið rundstykkjunum Mynd: Agnete Schlichtkrull Bryggjan á Eiði liðug Á lítlari samkomu týsdagin í farnu viku varð útbyggingin av havnarlagnum á Eiði handað kommununi. Talan er um 60 metur leinging eystureftir. Bryggjan niðanfyri Norðís er nú 129 metrar til longdar. Teknistovan í Gøtu hevur staðið fyri prosjektering og eftirliti. Byggifelagið Articon hevur havt arbeiðið um hendi. Samlaði kostnaðurin liggur um. 5.5 mió krónur, skrivar heimasíðan hjá Eiðis kommunu. Nógv virksemi í Skálavík Í Skálavík er ferð komin á. Í løtuni fáast menn við at seta eini nýggj hús upp. Økið har bygt verður (myndin) er í nánd av barnaskúlanum. Sagt verður, at fleiri grund­ stykkir eru umbiðin í Skálavík. Annars er útgrevsturin til stóra frítíðardeplinum hjá Eileri Jacobsen, reiðara somuleiðis byrjaður. Summarsendingarnar hjá Café Hack verða sendar úr Føroyum komandi sunnudagarnar. Talan er um eina av best umtóktu undirhaldssendingunum hjá DR