mánadagur 14. juli 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 133 - 14. juli 2008
Friðarligir
sandoyingar
Tað hevur verið stak friðarligt á Sandoynni
um vikuskiftið, nú bygdarstevna var í
Húsavík. Av Politistøðini á Sandi verður sagt,
at leygarkvøldið vóru nógv fólk í Húsavík.
Nærum allir bilarnir, ið koyrdu úti vórðu
kannaðir og har var onki at finnast at, skrivar
heimasíðan bkv.fo. Høgni í Dali er virkandi
sýslumaður í Sandoyar Sýslu.
Eingin játtan til krígssavn
í Vágum
- Vinnumálaráðið heldur uppskotið um eitt krígssavn vera spennandi,
men má samstundis vísa á, at Landsverk í løtuni hevur virksemi í
bygninginum. Tí er neyðugt at útvega Landsverki onnur høli, um bygn-
ingurin (myndin) skal nýtast til krígssavn, verður sagt í einum svari til
Vága Kunningarstovu. Ætlanin var at gera hesi húsini til ferðavinnuna
í Vágum, men í løtuni er eingin játtan á fíggjarlógini til tess, skrivar
Vágaportalurin. Skotið verður upp, at Vága Kunningarstovan og Fel-
agskommunan í Vágum kanna møguleikan at útvega Landsverki onn-
ur hóskandi høli, og síðani setur seg í samband við Vinnumálaráðið.
Gongst sum ætlað,
verður sett á eina
nýggja kolaminu í
Hvalba í heyst og so
fæst aftur føroyskt
kol at verma seg
við í vetur. Men
síðani Farmaleiðir
vórðu einskildar, er
flutningurin blivin
øgiliga nógv dýrari
Kolagrevstur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Gongst um ætlað, fáa vit
aftur føroyskt kol at verma
okkum við í vetur.
Tað hevur leingi ligið í
luftini, at hvalbingar fóru at
gevast at høgga kol undir
Rókunum, tí har var so lítið
kol eftir, at tað var meiri
møði enn føði.
- Tað er bara av neyð, at
vit høgga kol enn. Í minuni,
sum vit nú eru í, er so lítið
kol eftir, at tað mesta, vit
høgga, er grót, so tað loysir
seg yvirhøvur ikki longur,
sigur Jan Poulsen, stjóri í
Roynds Kolasølu.
Tí hava hvalbingar í fleiri
ár arbeitt við at gera eina
nýggja minu í Prestfjalli,
har kanningar vísa, at mun-
andi meiri kol er at fáa.
Fyrireikingarnar eru nú
komnar so mikið áleiðis, at
væntandi verður farið at
høgga kol í nýggju minuni í
heyst.
Kolagrevstur hevur fyrr
verið í Prestfjalli og har
hevur altíð verið góð drift,
so teir hava góðar vónir til
nýggju minuna, sum nú
skal gerast har.
Stórur
eftirspurningur
Kolagrevstur er aldargomu
vinna í Hvalba, men tað
kastar so lítið av sær, at
landið hevur stuðlað arbeið-
num við 530.000 krónur
um árið.
- Men tað er ongantíð
hækkað fyri at leggja upp
fyri príshækkingum, so í
veruleikanum er játtanin
alsamt minkað.
Men nú nýggj mina
skuldi gerast, hevur landið
latið nakrar hundrað túsund
krónur í eykastuðuli til
grevsturin.
Sum støðan hevur verið
nú, hava tey verri enn so
klárað at nøktað eftirspurn-
ingin.
- Men tað, at tað er onki
kol at fáa, frættist sjálvandi,
so tað avmarkar seg sjálvt.
Hóast tey flestu nú hava
miðstøðuhita, er tað fram-
vegis ein ávísur eftirspurn-
ingur eftir koli.
- Hinvegin eru tað heldur
ikki so fá hús, sum fram-
vegis bara verða hitað við
koli.
Sostatt ivast tey onga løtu
í, at tað stórur eftirspurningur
er eftir koli úr Hvalba, men
tá ið fólk ikki fáa, tað, tey
biðja um, fánar eftirspurn-
ingurin eisini, so í seinastuni
hevur tað verið so sum so.
- Men høvdu vit havt
meiri kol, høvdu vit kunna
selt nógv meiri, staðfestir
Jan Poulsen.
Flutningurin
nógv dýrari
Jan Poulsen staðfestir eisini,
at eitt, sum hevur gjørt kola-
grevsturin í Hvalba mun-
andi tórførari, er, at Farma-
leiðir vórðu einskildar.
- Tá ið Strandferðslan
hevði Farmaleiðir, kostaði
tað 15 krónur at senda ein
sekk av koli til hvar tað
skuldi vera í landinum.
- Nú kostar tað 300 krónur
fyri hvønn platt. Er ein
sekkur á plattinunum, kostar
hann sostatt 300 krónur í
farmagjaldi. Men eru fimm
sekkir á plattinum, kosta teir
60 krónur í farmagjaldi og
fimm sekkir er tað, vit hava
sett sum minstamark, annars
kann tað yvirhøvur ikki
loysa seg.
Tað ger, at í dag kostar
ein kolasekkur 150 krónur.
Teir royna ikki at lata alt
ov stóran mun vera á at hita
eini hús við koli og at hita
tey við olju fyri ikki at eftir-
spurningurin skal verða alt
ov stórur.
Verma seg við koli úr Hvalba í vetur
Ætlanin er, at nýggja
kolaminan í Hvalba
skal verða eitt
ferðamál av teimum
heilt stóru í Suðuroy í
framtíðini
Kol og ferðavinna
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Kunnu tann aldargamli kola-
grevsturin í Hvalba og tann
alsamt veksandi ferðavinnan
ganga hond í hond?
Tað er ein spurningur,
sum hvalbingar nú ætla sær
at finna útav.
Sum tað sæst í greinini
omanfyri, er ætlanin at fara
undir eina nýggja kolaminu
í Prestfjalli í Hvalba í
heyst.
Hesi seinastu árini hevur
kolagrevstur ikki bara verið
ein vinna í vanligum týdn-
ingi. Tað hevur eisini verið
eitt nógv vitjað ferðamál í
Suðuroy, har eitt alsamt
veksandi tal av ferðafólki
hevur fingið eitt stórt upp-
livilsi burtur úr at sleppa
inn í eina kolaminu við stað-
kendum kolamonnum sum
vegvísarum.
Og í teirri nýggju minuni
í Prestfjalli, er ætlanin at
veksa munandi um hesa
hjávinnuna í kolinum.
Prestfjall er á vestursíðuni
í Suðuroy og gongst sum
ætlað, verður nýggja kola-
minan
sprongd
tvørtur
ígjøgnum fjalli, so at hon
kemur út í bjørgunum á
vestursíðuni í Suðuroy.
Har er stóra feitilendi Í
Skorunum, sum hevur eitt
sjáldsamt panorama útsýni
yvir feitilendi, fuglabjørgini
og vestur í Hav.
- Fáa vit sprongt ígjøg-
num, ber til at fara heilt í
bjørgini vestantil í Hvalba
við ferðafólki og verður
rætt fyriskipað, tað kann
gerast ómetaliga spennandi
hjá ferðafólki, heldur Jan
Poulsen, stjóri í Roynds
Kolasølu.
- Tað kann verða eitt gott
íkast til kolavinnuna, leggur
hann afturat.
Men so er tað eisini av
praktiskum orsøkum, at ætl-
anin er at sprongja tvørtur
ígjøgnum fjalli, tí tað hevði
veitt nógva luft til minuna.
Kol og ferðafólk hond í hond í Hvalba
Skopun-
ingar
frið fyri
seyði
Nú er ætlanin at friða
Skopun fyri seyði um
veturin.
Gerhard
Lognberg,
borgarstjóri, sigur, at
hetta er eitt mál, sum
bygdaráðið hevur arbeitt
við í nógv ár og nú eru
tey komin á mál.
Tað verður longu í frá
í vetur, at bygdin verður
friðað fyri seyð.
Tað eru tveir hagar,
sum hava mark ímóti
bygdini og bygdaráðið
hevur samráðst seg til
eitt endurgjald til hagar-
nar fyri mist vetrarbit.
Tilsamans er hetta eitt
átak, sum kosta kommun-
uni 1,5 millión. Haraftur-
at
hevur
kommunan
bundið seg til at halda
stikið og tað er eitt stórt
tak hjá Skopunar Komm-
unu, sigur borgarstjórin.
Endurgjaldið til hagar-
nar er 4,80 krónur fyri
fermeturin
fyri
mist
vetrarbit.
Nú verður síðsta hon løgd á fyrireikingarnar at gera eina nýggja kolaminu í Hvalba, sum eftir
ætlan eisini skal verða eitt av teimum heilt stóru upplivilsunum hjá feðafólki í Suðuroy
Mynd: Jan Müller