Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juli 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 133 - 14. juli 2008 Týsdagin segði fólkið í Leirvík sína hugsan um, hvørja vegaføring ið tey ynskja gjøgnum bygdina. Fríggjadagin staðfesti bygdarráðið úrslitið Vegaføring Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Leirvík: Við 60 prosentum fyri niðaru loysnini, var eingin ivi um at leirvíkingar ynskja vegin niðri í bygdini. Eftir greiða úrslitið av fólkaatkvøðuni skuldi bygd­ arráðið staðfesta úrslitið. Við Sosialin mikudagin segði borgarstjórin, Fríð­ gerð Heinesen at ætlanin var at kalla bygdarráðið saman fríggjadagin at stað­ festa úrslitið. Og á fundi seinnapartin henda dagin var hetta eitt av trimum málum á skránni. Einmælt Á fundinum, sum byrjaði klokkan 15, vóru fyrst tvey onnur mál til viðgerðar – ein umsókn frá J+H um asfaltering av Leirvíks­ vegnum frammanfyri betongsblandistøðina og eitt tilboð um at mála komm­ unuskrivstovuna uttan. Triðja og seinasta málið var staðfestingin av úrslitinum. Her varð gjørt púra greitt frá bygdarráðsins síðu, at nú skal altso nakað henda: ­ Í staðfesting av úrslitin­ um heitir bygdarráðið á landsins myndugleikar um beinanvegin at gera vegin ígjøgnum Leirvík, verður sagt stutt og greitt. Lagt verður, líka so avgjørt aftrat, at alt arbeiðið skal verða liðugt komandi ár. Víst verður á, at bygdar­ ráðið heldur fast í kravinum um eina íbinding í kommun­ ala vegin sunnanfyri bygd­ ina, so tætt við tunnilsmunn­ an sum ferðslunormarnir loyva tí. Ikki óvæntað var henda samtyktin einmæld. – helst besta smyrjiolja í heiminum Her fært tú skift til bestu smyrjiolju www.shell.fo Norðoyggjar: Klaksvíkar Autolakering Klaksvík, tel 458787 Bilservice Klaksvík, tel 459393 E.Z. Verstaðið Klaksvík, tel 566878 Auto Fjósið Viðareiði, tel 451162 Autoshine Klaksvík, tel 457474 Eysturoy: Dekksentrið Saltangará, tel 475500 B.B.R. Service Lambareiði, tel 449111 Normek Norðagøta, tel 442002 Sandoy: Shell-Støðin Sandur, tel 361046 Suðuroy: Shell-Støðin Trongisvágur, tel 371466 Shell-Støðin Vágur, tel 373175 Streymoy: Berg Motors Tórshavn, tel 313535 Bilrøkt Tórshavn, tel 588880 Bilasølan Tórshavn, tel 315354 Akfarssølan í Hornabø Tórshavn, tel 320322 Shellstøðin Frælsið Tórshavn, tel 312112 Dekksentrið Tórshavn, tel 475500 Super Dekk Service Tórshavn, tel 314975 V.R.-Bilar Tórshavn, 322110 Wenzel Tórshavn, tel 354500 Norðbil Tórshavn, tel 363738 Norðcar Tórshavn, tel 308080 Vágoy: Bilverkstaðið Miðvágur, tel 332727 Vegurin skal verða liðugur komandi ár Niðara loysnin er tann vegaføringin sum leirvíkingar ynskja – bæði bygdarfólkið og bygdarráðið Fríggjadagin og leygardagin vóru snellubátarnir av Sandi í Sandshavinum, og fingu teir eitt sindur av fiski, skrivar heimasíðan bkv.fo. Bátarnir lógu úr 400 upp í 600 pund. Teir siga annars frá, at teir sóu ikki nógvan fugl í Sandshavinum, men inni við land var hinvegin nógv­ ur fuglur at síggja. ­ Tað sær heldur betri út nú, verður sagt frá einum av bátunum. sb. Nú roynist snellan væl Nú er meiri at fáa hjá snellubátunum av Sandi Mynd: bkv.fo