Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juli 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133 - 14. juli 2008 13 Dimmalætting sigur í grein hósdagin 10. juli, at SamVit bert brúkar 1 mió. kr. av síni játtan til marknaðarføring. Hetta er ósatt. Í greinini stendur eisini, at SamVit hevur eina játtan uppá 17,1 mió. kr. Hetta er heldur ikki rætt. Í fjør hevði SamVit eina játtan á løgtingsins fíggjarl­ óg uppá 14,8 mió. kr. Av hesum vórðu 4,8 mió. kr. brúktar beinleiðis til marknaðarføring. Hetta svarar til 30% av samlaðu játtanini – og ikki 6%, sum sagt verður í greinini í Dimmalætting. 17,1 mió. kr. var tann upphæddin, sum lá í upp­ skoti frá SamViti til fíggjar­ lógina fyri í ár, men hetta er ikki tann upphæddin, ið bleiv játtað til SamVit. Hon er nú bert 14,7 milli­ ónur krónur – 100.000 kr. minni enn í fjør. Hetta er tó í veruleikanum ein enn størri niðurskurður, tí hædd er ikki tikin fyri vanligu framskrivingina av lønar­ hækkingum og øðrum rakstrarútreiðslum, sum eru dýrkaðar við umleið 300.000 kr. tilsamans í ár. Lutfallið ímillum, hvat verður brúkt uppá ávikavist rakstur, vinnumenning og marknaðarføring í SamViti er á leið tað sama sum í fjør – nevniliga um ein triðing til hvørt økið. Hetta eru almenn tøl, sum til ber hjá einum og hvørjum at eftirkanna. Hvat fevnir marknaðar­ føringin um? Marknaðarføringsparturin fevnir m.a. um útreiðslur til marknaðarføringsátøk uttanlands, gerð av faldar­ um, lýsingum og heima­ síðum, vitjanir av útlendsk­ um miðlum (sum er ein partur, ið gerst alt meira umfatandi), skrivstovu í Keypmannahavn (sum bert fæst við marknaðarføring) og lønir (til tey fólkini í SamViti, sum bara arbeiða við marknaðarføring og PR). Upphæddin fevnir ikki um aðrar fyrisitingarligar kostnaðir, sum tó eru ein fyritreyt fyri eini virknari marknaðarføring (t.d. útbreiðsla av tilfari). Held­ ur ikki um luttøku á øllum messum og um onnur tiltøk, harav fleiri eisini hava eitt – rættiliga týðandi – marknaðarføringsárin. Talan er ikki bert um messur ella tiltøk innan ferðavinnu, men eisini innan onnur vinnuøki, ið SamVit varðar av. Hetta merkir, at SamVit í roynd og veru – um óbeinleiðis marknaðarføringin verður tikin við – brúkar omanfyri 30 % av síni játtan til marknaðarføring. Ókeypis marknaðar­ føring Ført verður fram, at lutvíst nógv fer til lønir í SamViti, men hetta eru væl givnir pengar, tí nógv av tí arbeiðið, sum hesi fólkini gera, sparir stórar upp­ hæddir – m.a. til at gjalda øðrum fyri at gera marknaðarføringsarbeiði fyri SamVit, umframt at arbeiðið í sær sjálvum hevur sera stórt marknaðar­ føringsvirði. T.d. brúkar SamVit ikki so stórar upphæddir til lýsingar í útlendskum miðlum, men brúkar heldur innanhýsis orkuna til at fáa røttu journalistarnar til Føroya. Hetta kostar ikki nærtil so nógv sum lýsingar, men hevur í veruleikanum størri marknaðarføringsvirði. SamVit brúkar orkuna uppá at skapa víð netverk – m.a. við fleiri av serfrøð­ ingunum aftanfyri Natio­ nial Geographic kann­ ingina. Hetta var millum annað við til at varpa ljós á Føroyar, sum endaði við at gerast nummar eitt á lista­ num hjá serfrøðingunum. Krónu fyri krónu játtan Partur av játtanini til SamVit er ein serlig játtan á løgtingsins fíggjarlóg – sonevnda “krónu fyri krónu”­játtanin, ið er sett av til at stuðla vinnuni í at gera marknaðarføringsátøk uttanlands um Føroyar sum ferðaland. Henda serliga játtan, sum í fíggjarlógar­ uppskotinum verður listað sum peningur settur av til ‘marknaðarføring’, hevur helst ørkymlað blaðmann­ in, sum av rongum pástend­ ur, at hetta er samlaða upphæddin, sum SamVit sum stovnur brúkar til marknaðarføring. Men hetta er sjálvandi ikki rætt. Hetta hevði blaðmaðurin eisini fingið at vitað, um hann hevði spurt okkum í SamViti. Seinastu tvey árini hevur ein føst upphædd uppá eina millión krónur um árið verið sett av til stuðul til marknaðarføringsenda­ mál. Stuðulin verður veittur eftir ”krónu fyri krónu” aðalregluni – harav navnið. Hetta merkir, at umsøkjarin letur eina eins stóra upphædd til markn­ aðarføringsverkætlanina, sum SamVit stuðlar við. Ber ikki til at samanbera við VisitDenmark Samanberingin í greinini av SamViti við ein stovn sum Visit Denmark er heilt burturvið. SamVit kann ikki samanberast við VisitDenmark, tí SamVit hevur so nógv onnur øki enn bara ferðavinnu og marknaðarføring. T.d. hevur SamVit, umframt marknaðarføring av Før­ oyum sum ferða­ og íløgu­ land, eisini fyri ein stóran part eina vinnumennandi uppgávu. VisitDenmark hevur eittans endamál, og tað er at marknaðarføra Danmark sum ferðaland uttanlands. SamVit er ein stovnur, ið hevur eina røð av upp­ gávum, stutt sagt eru tær: • At birta uppundir at burðardyggar vinnur, sum hava alheimin sum marknað, verða mentar. • At økja tilvitanina um kappingarsamleika føroyinga og virka fyri, at føroysk vinna gerst altjóða kappingarfør. • At skapa nýggjar vinnu­ og útflutningsmøguleikar við at styrkja innlendis samstarvið, so vinnan stendur sterkari úteftir, knýta sambond og skipa netverkan bæði inn­ lendis og út í heim. • Í samstarvi við vinnuna at kunna um og marknað­ arføra Føroyar, føroyskar vørur og tænastur og Føroyar sum íløguland og sum ferðaland. Av hesum er greitt at bert ein partur av virkseminum hjá SamViti snýr seg um at marknaðarføra Føroyar uttanlands. Inntøkur Í greinini í Dimmalætting verður nevnt, at VisitDen­ mark megnar at útvega sær ein stóran part av síni játt­ an sum inntøkur. Aftur her er samanberingin burtur­ við. Danmark hevur eina rúgvu av ferðavinnufyri­ skiparum, sum kunnu verða við til at gjalda fyri marknaðarføringina av Danmark uttanlands. Í Føroyum eru bert fáir veitarar, sum kunnu taka lut í marknaðarføringini av Føroyum sum ferðaland – og teir fáu, sum eru, eru smáir í mun til teir donsku og hava bert avmarkaða fíggjarliga orku til enda­ málið. SamVit hevur tó sam­ starv við fleiri ferðafyri­ skiparar – serliga flutn­ ingsfyritøkurnar, so sum Atlantic Airways og Smyril Line, sum SamVit hevur gjørt nógv marknaðar­ føringsátøk saman við. Haraftrat er jú eisini fyrr­ nevnda krónu fyri krónu­ samstarvið við vinnuna, har útreiðslurnar eisini verða býttar millum partar­ nar. Parturin hjá ymsu pørtunum í hesum markn­ aðarføringssamstarvi verður tó ikki tikin við inn í roknskapin hjá SamViti sum inntøka, eins og VisitDenmark ger. Av tí at Føroyar eru eitt so lítið land og veitararnir hava avmarkaða orku, eru hesi átøk smærri í vavi og muna sjálvandi lítið í mun til, hvat eitt størri land sum Danmark kann seta í verk. Tí hevur tað so stóran týdning – serliga í Føroy­ um – at tað almenna fer inn og stuðlar marknaðar­ føring og setir størri upphæddir av til tess. Marknaðarføring framyvir SamVit vil fegin samstarva tætt við allar partar, sum ynskja at marknaðarføra Føroyar. Jú fleiri eru um tað, jú betri munar. Men hóast viljin er til staðar, hevur skipaða samstarvið við tey, sum hava áhuga í, at Føroyar verða marknað­ arførdar uttanlands – t.d. samstarvið við ferðavinn­ una – verið tarnað av, at áhugapartarnir eru ómeta­ liga nógvir, meiningarnar hjá pørtunum eru so ymiskar, umframt at einki felags virkandi áhugafelag hevur verið fyri ferðavinn­ una sum heild. Í SamViti frøast vit tí serliga nógv um tíðindini um, at nú verður eitt Ferða­ vinnufelag sett á stovn, sum skal virka sum ein ”paraplyorganisatión” fyri ferðavinnu í Føroyum. Hetta fer at gera sam­ starvið millum SamVit og vinnuna lagaligari fyri allar partar – harímillum sam­ starvið um eina meira virknað marknaðarføring. Vit gleða okkum til at fara í holt við eitt meira skipað samstarv av álvara, nú tá Ferðavinnufelagið verður sett á stovn. Vinaliga Vegna SamVit Fakta: Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Elina Heinesen, stjóra á SamViti, á tlf. 306900. Á nýggja portalinum hjá SamViti ber til at fáa eina greiðari mynd av umfatandi markn­ aðarføringsarbeiðnum hjá SamViti: www.samvit.fo SamVit brúkar ikki 6%, men gott 30% til marknaðarføring stjóri á Samvit Elin HEinEsEn Æt hann ”Tróndi”? kann lesarin við rætti spyrja, nú føroyskir fjølmiðlar skriva um ”standmynd av Trónda”. Um navnið bendist ”um Trónda ­ frá Trónda ­ til Trónda”, má niðurstøðan vera, at høvdingin man hava itið ”Tróndi” í hvørfalli. Men tó avdúkar nærri gransking í Flateyjarbók, at høvdingin ið har búleikast eitur ”Þrándr” ­ á nútíðarføroyskum: ”Tróndur”. Og sostatt mega mætir nútíðarmenn veita honum virðing við at benda navn hans rætt: ”Tróndur ­ um Trónd ­ frá Tróndi ­ til Tróndar” . Tað eitur jú ”Tróndargøta” og ikki ”Trónda­gøta”. Kári lEivsson www.dekkmaster.fo · info@dekkmaster.fo · tel. 227 000 GPS'ari við fullfíggjaðum korti yvir Vestureuropa. Alt er »Plug and Play«. Aytobe GPS’ari SERTILBOÐ 1.990,- K u l u r skut a r i 13.900,- einans Fæst í litunum: • Bláur/svartur • Reyður/svartur • Gulur/svartur ...tá ið prísurin eisini er avgerandi! Nógv góð og bílig dekk á goymslu! ...nógvar flottar felgur Giantco Sprint er ein nútímans skutari við øllum hentleikum. Ein kvalitets-skutari fyri lágprís! Hevur m.a. 4-takts motor 12" alufelgur v/poleraðum kanti Polerað bremsugreb Hvít blunkljós