mánadagur 14. juli 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 133 - 14. juli 2008
Vit hava spurt nøk
ur gøtufólk, hvat tey
halda um standmynd
ina av Tróndi í Gøtu,
og hvussu stemning
urin hevur verið í
Gøtu uppundir avdúk
ingina.
Tróndadagar
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Steingrímur
Ranghamar, 76 ár.
Steingrímur
Ranghamar
hevur búð í Gøtu alt sítt lív,
og býr í dag á sambýlinum í
Gøtu. Hann heldur at tað
var uppá tíðina at stand
myndin nú kom upp at stan
da.
Eg eri glaður fyri at
standmyndin endiliga er
komin upp at standa. Vit
hava bíðað sera leingi eftir
hesi løtu, og eg haldi at tú
kanst læra nógv av henni,
og hon minnir okkum á tíð
ir, ið eru farnar.
Hóast gøtufólk hava okk
urt, Tróndi í Gøtu til minnis,
millum annað orðtøkini á
skúlanum við Gøtugjógv,
har tað stendur “Sjái Guð
hluta min”, so heldur Stein
grímur Ranghamar at tað er
í tøkum tíma, at Tróndur í
Gøtu veruliga verður heiðr
aður.
Hann var í nógva mátar
ein skilamaður. Hann var
sera snildur og hann dugdi
væl at snúgva sær. Eg haldi
at tað hevur nógv at siga
fyri Gøtu, at vit endiliga
hava fingið hesa standmynd
ina. Fólkini hava verið
spent, men ymiskt er hvussu
nógv tosað hevur verið um
tað. Summi hava havt hug
at spotta, og tey hava sum
heild tosað lítið um tað.
Hini, sum hava bíðað spent,
hava tosað nógv um tað.
Men sum heild hava fólk
verið spent uppá tað, og tey
flestu munnu vera glað fyri
tað nú, sigur Steingrímur
Ranghamar.
Hanna Jensen, 35 ár.
Hanna Jensen er lærari á
Studentaskúlanum á Kambs
dali, og býr í Gøtu. Hon
heldur at hetta er ein hósk
andi háttur at heiðra Tróndi
í Gøtu. Hon heldur at stand
myndin er sera áhugaverd.
Spurd um hon hevði væntað
at standmyndin varð øðrví
si, svarar Hanna Jensen, at
hon gjørdist ikki so kløkk.
Standmyndin minnir
um onnur verk, sum Hans
Pauli Olsen hevur gjørt.
Hatta er hansara stílur, og
eg haldi at hatta er ein øðrví
si og áhugaverd standmynd.
Eg haldi at tað riggar væl,
at hann stendur á einum
føroyakorti, og at hann er
plaseraður á Eysturoynni
og Gøtu. Eg eri fegin um at
henda standmyndin nú at
enda er komin upp, og eg
haldi at tað er rætt at vit
heiðra tær legendir, ið vit
eiga. Í Gøtu hava fólk leingi
tosað um hesa standmynd
ina, og fólk hava sum heild
verið rættiliga spent uppá
hana, sigur Hanna Jensen.
Seinastu tvey árini er
rættiliga ferð komin á hetta
projektið, og vikuna upp
undir avdúkingina hevur so
at siga alt snúð seg um
Trónd í Gøtu. Í barnagarðin
um hava børnini havt tema
viku um Trónd í Gøtu, og
tey hava lært ymiskt um
hann.
Tey hava lært at skriva
sínar egnu forbókstavir við
rúnum, og tey hava fingið
búnar til hetta tiltakið, sum
tey so eisini gingu skrúð
gongu í. Tey ungu, ið hava
arbeitt
hjá
kommununi,
hava verið ófør at hjálpa til
og gera økið rundan um
standmyndina klárt, og her
hevur so at siga alt snúð seg
um
standmyndina.
Hon
kemur kanska eisini at geva
nakað av sær til kommunua
og økið, tí hugsast kann at
hetta verður ein standmynd,
ið verður eitt ferðavinnumál,
sum nógv ferðafólk ætla at
vitja, sigur Hanna Jensen at
enda.
Katrin Foldbo, 20
ár og Lis Justinus
sen, 21 ár.
Katrin
Foldbo
og
Lis
Justinussen búgva báðar í
Gøtu, og tær siga við ein
munn, at standmyndin er
spesiell á ein jaligan máta,
og at Tróndadagar er eitt
gott og áhugavert tiltak.
Vit halda at hetta er ein
góður máti at heiðra Tróndi
í Gøtu uppá, og at hetta er
ein góð ímynd av honum.
Her hevur verið ein serligur
stemningur seinastu tíðina,
men vit hava ikki tosað so
øgiliga nógv um tað. Tá vit
so sóu standmyndina, vóru
vit skeptiskar at byrja við,
men vit halda at hon er vøk
ur hóast alt. Tað er eisini
stuttligt við Tróndadøgum,
tað er eitt fínt tiltak, og vit
vænta at hetta verður ein
heilt góð og spennandi
vika. Og so endar vikan eisi
ni við G!mini, so tað er
stuttligt at búgva í Gøtu
hesa tíðina, leggja tær báðar
dent á.
Avdúkingin av Tróndi í Gøtu
Meira frá Gøtuhaldi
num í vikuni
Sosialurin var hjástæddur, tá standmynd av Trónda í
Gøtu varð avdúkað leygardagin. Vit fara eisini í
komandi bløðum at gera nógv burtur úr hesum
aldarinnar hátíðarhaldi. Fyri Sosialin vórðu Jan Müller
og Rógvi Nybo á staðnum.
Til mostur á føðingar
degnum 11. juli
Lag: Lítla Elsa.....
Góða mostir tú í dag ert 19 ár frá 100,
og tú vita skalt, tað eru nógv, sum teg beundra,
tí so høgan aldur einans sterkar kempur náa,
vit øll vóna eisini tann møguleikan fáa.
Fyri fáum árum síðan fyri tær vit stúrdu,
maðurin við líggjanum lá eftir tær og lúrdi,
men á honum vanst tú og til lívið vendi aftur,
glað øll vóru fyri tað – tú okkar kæri skattur.
Tá eg lítil var, eitt Paradís var Dalagøta,
har var alt so spennandi – ein óroynd dreymafløta –
bæði dukkuhús og vognur, Anders bløð í stakkum,
kykmyndir og grammofon, og mjólkin var í pakkum!
Svimjingin í Gundadali bar vist allan prísin,
haðani til bakaran at keypa mangan ísin.
Jú, tað vóru dagar sum eg ongantíð man gloyma,
vit øll somul altíð hava følt hjá tykkum heima.
Heiðaskákinum so mikið nógv helst takka kunnu
fyri blíðskap, vælvild, fløva mangir gestir funnu,
gjøgnum nógvar Ólavsøkur trygdarhavn tit vóru,
og so hvørja ferð til Havnar ørindi vit fóru.
Nú á Strondum búgva tit og hava skil á øllum –
ætt og vinum, húsi, seyði, bøi ella fjøllum,
mostir kennir alt og øll, og Jeffrei skrivar niður,
ordanin so góður er, hann ger, sum hon hann biður.
Tá ið skurðfjall verður gingið, mostir er í hopla
hon tá okkum onnur fær frá dagsins strevi koblað.
Og hon seymar blóðmørsindur, rullupylsur góðar,
einki er ímóti, tá hon kjøtpylsu mær bjóðar.
Hesar tær tær bestu eru, sum í Føroyum finnast,
heldur ikki uttanlands kann nakra har eg minnast,
og tá eg ein sang til tín á hesum degi geri,
mangar tøkkir fyri góðar pylsur eg tær beri!
Deiligt fyrr um summarið at koma inn á Strendur,
arbeiði so púra sikkurt var til allar hendur,
omma gjørdi pannukøkur, Jeffrei slerdi grasið,
vit sum hundar hoyggjaðu og mostir leiddi vasið.
Dagliga vit sóu fram ímóti kvøldi góðum,
tí so farið varð á seiðaberg við børnum fróum.
Klettin bestan funnu vit, og so var út at gjara
spennandi hvør mundi størsta fiskinum av varða!
Góða mostir tú mær givið hevur hesi minni,
og mær dámar enn so væl at sita hjá tær inni,
tú ein fróðarkvinna ert og hugnalig at hitta,
míni børn tey kenna teg sum ommusysti fitta.
Hendan sangin skuldi tú í fjør helst hava fingið
betur seint enn ongantíð – nú árið eitt er gingið.
Tó tú vita skalt, at vit øll ynskja tær av hjarta
lukkan fatti teg og tíni – eina framtíð bjarta!
- Ingun
Steingrímur Ranghamar
Katrin Foldbo og Lis Justinussen
Hanna Jensen