Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juli 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 133 - 14. juli 2008 ] At hvørki av odda­ lið­unum megnað­i at vinna stig í síð­sta umfarinum undan stutta summarsteð­g­ inum ber við­ sær, at tað­ er lagt upp til stóran spenning eftir summarsteð­gin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyrsta umfarið í seinnu kappingarhálvu ella sein­ asta umfarið undan summar­ steðginum var eyðkent av, at hvørki av teimum báðum fremstu megnaði at vinna stig. HB, sum var næst­ fremst, tapti hóskvøldið í Runavík, og EB/Streymur, ið mest sum alt kappingar­ árið hevur verið oddalið, snávaði í Gundadali ígjár. Fyri fáum vikum síðani var EB/Streymur tíggju stig frammanfyri næstu kapp­ ingarneytarnar. EB/Streymur hevði ongantíð tapt, og tá ið oddaliðið hevði verið illa spert norðuri í Klaksvík og kortini megnað at venda hótt­ andi 2­1 tapi til 3­2 sigur, kendist tað sum um, at tað fór ikki at bera til at koppa toppliðnum, sum hevði vunnið tíggju ferðir og tvær ferðir hevði spælt javnt. Eftir at nógv tos hevur verið um EB/Streym, er alt vent á høvdið. Manchester City lutakastið og tveir fyrr­ verandi superligu spælarar eru veruleiki, og samstundis er tað ein veruleiki, at EB/ Streymur hevur tapt tríggjar landskappingardystir á rað. Teir í Sundalagnum hava tapt í Gøtu og í Fuglafirði, og í gjár taptu teir í Gunda­ dali ímóti B36. Gongdin seinastu vikur­ nar ber við sær, at fjarstøðan frá oddaliðnum og aftur til meistararnar í NSÍ er tódn­ að til at vera fimm stig. Har­ við er rættuligur spenningur um FM heitið. Fimm stig er einki at tosa um, tá ið tólv umfør eru eft­ ir av kappingini, og tað er møguleiki fyri, at munurin heilt skjótt kann gerast upp aftur minni enn so. Tað eru bara tríggjar vikur síðani, at tað í hesum teignum varð víst á, at møguleiki var fyri, at spenningurin kundi heilt fara úr kappingini, um EB/ Streymur í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin fór at vinna á heimavølli. Í tí uppgerðini verður mótstøðuliðið NSÍ! Men uttan mun til, hvussu tað fer at hilnast mikukvøldið 6. august, so hevur gongdin higartil í ár víst, at einki felag er so støðugt, at tað ikki gongur upp og niður. Aldudalarnir Nú er EB/Streymur í dalin­ um. Har hevur B36 verið síðstu vikurnar. B36 hevði undan sigrinum á oddalið­ num spælt fýra ferðir uttan at vinna. Og har hevur HB eisini verið, hóast tað hevur eydnast HB at skava nógv stig saman. NSÍ var leingi ikki serliga sannførandi, men so glapp hjá meistarunum. Í næst­ síðsta umfari kiksaði tað á heimavølli ímóti Víkingi, men annars hevur NSÍ fing­ ið fulla úrtøku burtur úr fimm umførum á rað. Hjá Víkingi var tað leingi upp og niður. Botnurin var tapið á Toftum, men síðani tá hevur Víkingur fylt í pos­ an, og tað hevur ikki verið ímóti hvørjum sum helst: fyrst ímóti oddaliðnum EB/ Streymi, so ímóti næstovasta NSÍ og nú vunnu gøtumenn og leirvíkingar á botnliðnum av Skála, sum teir ofta hava havt torført við at fáa bil­ bukt á. ÍF spældi leingi væl, utt­ an at úrtøkan altíð var so stór. So taptu fuglfirðingar fleiri ferðir, men nú tykjast teir rættuliga at hava funnið stevið í avbjóðingum, sum teir neyvan hava roknað við at fingið fulla úrtøku burtur­ úr. Í hvussu so er ikki teim­ um øllum. ÍF hevur nú verið partur av javnleiki í Gunda­ dali ímóti B36, og síðani hava fuglfirðingar vunnið á HB, EB/Streymi og KÍ! Sandoyingar eru eisini dømi um, at tað gongur upp og niður. Eftir úrslitaliga oyðimarkagongd glapp tað, og nú er B71 ikki longur aft­ ast. Burtur úr trimum teim­ um seinastu avbjóðarunum hevur B71 vunnið níggju stig, og fyri teir er tað eyka kærkomið, at sigrarnir eru vunnir ímóti Skála, B68 og KÍ, sum saman við sandoy­ ingum í løtuni eru bestu boðini upp á niðurflyting. Støðan hjá klaksvíkingum er døpur, og gongdin hjá KÍ er undirstriking av, hvussu nógv tað hevur gingið upp og niður. Eftir tap í trimum teimum fyrstu umførunum, megnaði KÍ at spæla átta ferðir uttan at tapa. Nú hava klaksvíkingar tapt tríggjar av fýra ferðum. Skála er niðast, men manningarliga tilgongdin og avrikið í Sarpugerði kundu bent á, at skálamenn ikki ætla at flyta niður uttan nakað sum helst. Saman við klaksvíkingum kennast toftamenn at vera í djúpasta dalinum í løtuni. Mikukvøldið 6. august vitj­ ar B68 í Klaksvík! Alt bendir á, at tað eftir summarsteðgin verður heilt spennandi! Skiftast um at vera í aldudalinum Elspa á danska landsliðnum Elspa Mørkøre er nú úttikin til danska svimjilandsliðið. Dimmalætting skrivaði fríggjadagin, at Elspa í farnu viku fekk bræv frá danska svimjisambandinum, og har varð sagt, at tíðin hjá henni í 50 metra rygg var nóg góð danska landsliðið. Elspa svam teinin í 29,67 sekundum. Elspa gjørdi í vetur av at flyta til Danmarkar, so hon kundi royna at vinna seg á danska landsliðið. Hon svimur fyri West Swim í Esbjerg. Aftur tap til Hødd Hødd spældi á útivølli ímóti gamla felagnum hjá Kurt Mørkøre, Sogndal í gjár. Og aftur fór Hødd av vøllinum við ongum. Sogndal vann 3­1 eftir hálvleiksstøðuna 1­1. Hødd kom annars væl frá byrjan. Í 4. minutti fingu teir brotsspark, sum Joachim Magnussen setti í netið. Men tá hálvur tími var leiktur javnaði Kai Risholt fyri Sogndal. Í 2. hálvleiki skoraði Kai Risholt aftur mál fyri Sogndal. Triðja málið hjá Sogndal skoraði Daniel Lubieniecki. Og nú stendur nógv á hjá Hødd og Rógva Jacobsen, sum hava verið stigaleysir í nógvum umførum síðstu tíðina. Fyrst sigraðu Vìkingar á oddaliðnum EB/ Streymi, so ímóti næstovasta NSÍ og nú vunnu gøtumenn og leirvíkingar á botnliðnum av Skála, sum teir ofta hava havt torført við at fáa bilbukt á Mynd: Álvur Haraldsen 16