mánadagur 14. juli 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 133 - 14. juli 2008 ]
Pínligt
dómara
avrik
Magni Mohr, sum saman
við Sigfríði Clementsen
tekur sær av besta hópi
num hjá EB/Streymi, var
rættiliga avgjørdur, tá
hann skuldi lýsa dystin í
gjár. – Vit spæla ein góð
an dyst, og eiga allan
seinna hálvleik, men eitt
pínligt dómaraavrik av
gerð dystin fyri okkara
viðkomandi, slær Magni
Mohr fast. Spurdur, um
hví Hans Pauli Samuel
sen og Arnbjørn Hansen
ikki vóru við frá byrjan,
svarar Magni, at tað var
fyri at spara teir til stór
dystin hósdagin. – Tað er
ógjørligt at restituera
upp á fýra dagar, og tí
valdu vit at gera so. Nú
EB/Streymur stóð eftir
sum tapari av dystinum,
metir hann kortini ikki,
at tað var skeivt at teim
um at raðfesta soleiðis.
– Als ikki, tí eftir mínum
tykki høvdu vit fult tam
arhald á dystinum, men
vera snýttir fyri eitt fúlt
straffi,
sigur
Magni
Mohr, sum helt at dómara
avrikið frá Ransin N.
Djurhuus var undir alt
lágmark.
Steypa
finalan
rakti meint
Heðin Askham, B36
venjari, var serstakliga
glaður um sigurin í gjár.
– Hetta er fantastiskt!
Tað er fyrsti sigurin síð
ani steypafinaluna, men
tað vísur bara hvussu
fast tað tekur at tapa eina
slíka finalu, og nústaðni
eru vit omaná aftur, sigur
Heðin Askham. Eitt ann
að, sum B36 upplivdi
fyri fyrstu ferð í langa
tíð í gjár, var at hava ein
veruligan áleypara. –
Sam Malson er ein sera
fittur og positivur drong
ur, sum vísur góðan hug
burð. Hann hevur góðan
teknikk, gott skot og er
skjótur. Í roynd og veru
ein øgiliga liðugt mentur
áleypari, metir Heðin
Askham um bretan, sum
spældi ein góðan dyst í
gjár.
Hjá báðum liðum
sótu lyklaleikarar
uttanfyri, men kortini
var leikferðin høg
og undirhaldsvirðið
høgt, tá B36 gjørdi
øll trý málini í 2-1
sigrinum á tapandi
toppliðnum
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Triðja topptapið á rað var
veruleiki í gjár. B36 basti
oddaliðnum í ferðmiklum
og undirhaldandi dysti. EB/
Streymur spældi munandi
betur, enn teir gjørdu móti
Víkingi og ÍF, men tað
munaði ikki tá alt kom til
alt, tí B36 vísti seg sum
vandameira liðið og gjørdi
trý mál – tvey til sín og eitt
til EB/Streym.
Undan dystinum var nógv
gjørt burtur úr, at B36 vant
aði ein liðformann, tá Klæ
mint Matras, Herbert í Lon
Jacobsen og Ingi Højsted
sótu uttanfyri. Hesin varð
funnin í Dmitri Jankovic,
sum eisini leiddi sínar menn
til sigurs.
Sundalagsmenn vantaðu
eisini tríggjar týdningar
miklar leikarar í Mikkjal
Thomassen, Høgna Zacha
riassen og Sorin Anghel.
Harnæst hevði René Tór
garð fingið ein vøddaskaða,
og tá Gunnar á Steig hevur
brotið sær hondina, vóru
boð send eftir Magnus Poul
sen, sum áður hevur vart
málið hjá EB/Streymi í
nakrar dystir. Havandi í
huga, at hesir leikarar allir
sótu uttanfyri, tóktist tað
kanska undarligt, at Hans
Pauli Samuelsen og Arn
bjørn Hansen byrjaðu dyst
in á beinkinum.
Hanus í hopla
B36 byrjaði dystin betur,
og tað skuldu bara ganga
tíggju minuttir, áðrenn teir
høvdu fingið bóltin í netið.
Nýggi maðurin, Sam Mal
son, sum spældi ein góðan
dyst, reiv seg leysan í
vinstra borði og legði hart
innfyri. Hanus Thorleifsson
stríddi seg fram um miðverj
arnar, og úr stuttari fjarstøðu
beindi hann bóltin í netið.
Uppskriftin til 20 málið
var ikki ólík. Hesaferð var
tað eftir hornaspark, at bólt
urin fall fyri føtur Berg Mid
jords, sum legði flatt innfyri
málið, har Hanus Thorleifs
son aftur var á blettinum.
Hetta hendi, tá klokkan
hevði rundað tey fyrstu trý
korterini.
Tann góði hálvi tímin
millum málini bæði var eis
ini hendingaríkur. Nýggi –
og einasti – áleyparin hjá
B36, Sam Malson, royndi
seg stutt eftir fyrra málið,
men Magnus Poulsen vardi
væl fyri.
EB/Streymur hevði eisini
tvær naskar royndir. Fyrst
var tað Peter Foldgast, sum
stútaði innlegg frá Fróða
Clementsen móti málhorni
num, ið Meinhard Joensen
fekk veittrað út á stongina.
Og skamt fyri steðgin drøn
stútaði Hanus Eliasen eitt
frísparksinnlegg frá Bárði
Olsen beint framvið.
Súni skoraði
Hálvleiksleiðslan hjá B36
var fult uppiborin, tí burtur
sæð frá eini løtu miðskeiðis
í fyrra hálvleiki, hevði B36
havt tamarhald á støðuni.
Tamarhald vantaðu teir kort
ini beint eftir steðgin. Fold
gast spældi Marcell Balog
leysan, og hesin legði inn
fyri. Inni fyri málinum var
tó eingin at taka ímóti, men
av onkrari undarligari orsøk
valdi Súni Olsen at stúta
bóltin aftur til málverjan.
Hetta var hesin tó ikki heilt
við upp á, og úrslitið var, at
tann púra ópressaði Súni
Olsen stútaði bóltin í egið
net – ein sjálvmál av teim
um sjáldsomu.
Málið setti tó ikki futt í
EB/Streym sum so. Gaman
í, gestirnir høvdu bóltin
meiri, men heilt vandamikið
gjørdist tað ongantíð. Tað
var tað hinvegin, tá Bárður
Olsen góðar tíggju minuttir
inn í seinna hálvleik bjarg
aði á strikuni eftir horna
sparksstøðu hjá B36. Hetta
við deyðbóltunum vísti seg
at vera heilt vandamikið
hvørja ferð – líkamikið um
Súni Olsen royndi seg sjálv
ur ella við innleggi.
Ransin í fokus
Tann higartil undirhaldandi
dysturin fekk nakað inn í
seinna hálvleik eina keði
liga gongd. Tað byrjaði við,
at innskifti Hans Pauli Sam
uelsen varð snýttur fyri eitt
klokkuklárt
brotsspark.
Víkamaðurin rundaði hegn
isliga ein verjuleikara, fyri
síðani at vera bæði sparkað
ur og hálaður niður. Ransin
stóð í góðari støðu, men sá
ikki tað, sum fleiri onnur
hildu seg síggja.
Hetta fekk sinnið í kók
hjá sundalagsmonnum, sum
eftir hetta fleiri ferðir kendu
seg snýttar fyri bæði stórt
og smátt.
Hinvegin hildu havnar
menn seg eisini eiga eitt
brotsspark, tá Egil á Bø og
Sam Malson vóru í nær
dysti, men eisini hesaferð
tagdi floytan.
B36 skuldi avgjørt
EB/Streymur
fekk
ikki
brotsspark,
og
megnaði
heldur ikki at spæla seg til
upplagdar málmøguleikar.
B36 fekk heldur einki brots
spark, men kundi skora eitt
ella tvey mál aftrat. Serliga
áttu teir at fingið meiri úr
støðuni, tá Súni Olsen vann
bóltin og kom saman við
tveimum liðfeløgum móti
tveimum verjuleikarum, og
tá innskifti Johan Ellings
gaard var púra leysur við
Magnus Poulsen.
Tað fingu teir ikki, men
tað var heldur ikki neyðugt.
B36, sum eins og EB/
Streymur, hevur verið í
einum aldudali síðstu dystir
nar, reistist aftur og fekk
best hugsandi upptaktina til
dystin móti Brøndby hós
dagin. Sama kann ikki sig
ast um EB/Streym, sum
hevur tapt tríggjar dystir á
rað, og heldur ikki skorað
sjálvir í hesum dystum.
B36 – EB/Streymur 2-1 (2-0):
Liðini ganga hvør sín veg
EB/Streymur
B36
Nógvir málmenn í EB/Streymi
Felagsliðið hevur havt nógvar málmenn kring hópin seinastu tíðina. Tá
Gunnar á Steig breyt hondina varð HBveteranurin, Bárður Johannesen,
innkallaður og sat á beinkinum móti ÍF. Síðani hevur EB/Streymur havt
Trónd Vatnhamar við í venjingunum, soleiðis at fyrireikingarnar til
Manchester City dystin vóru optimalar. Undan dystinum í gjár fekk René
Tórgarð so ein vøddaskaða, og síðani vórðu boð send eftir Magnus
Poulsen, sum so vardi málið í gjár. Magnus hevur áður verið í EB/
Streymi. Hetta var í junimánaði í 2005, tá Gunnar á Steig hevði slitið
hælsinuna og leikaraloyvi hjá René Tórgarð ikki var komið í rætt lag.
1, 2, 3 og 4
Tað gjørdist miðverjin Dmitri Jankovic, sum
gjørdist fjórði liðskiparin í røðini hjá B36.
Fyrsta valið Klæmint Matras var
leikbannaður í gjár, og tískil uttanfyri.
Varaliðformaðurin Herbert í Lon Jacobsen
hevði brotið sær tánna, og sostatt ikki tøkur.
Trið í røðini er Ingi Højsted, sum er úti við
langtíðar skaða og heldur ikki við í gjár. Tí
var neyðugt at finna ein fjórða liðskipara, og
valið fall altso á miðverjan, ið spælir sítt
fyrsta kappingarár fyri felagið.
Hanus Thorleifsson gjørdi bæði málini hjá B36, og vendi sostatt keðiligu gongdini hjá liði sínum
Mynd: Sofus D. Johannesen
17