mánadagur 14. juli 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 133 - 14. juli 2008 ]
Hóast avrikið hjá
fuglfirðingum hesa
ferð ikki var nakað
at reypa av, so var
tað nóg mikið til at
senda illa sperdu
klaksvíkingarnar til
hús við ongum
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Fótbóltslagið er fínt í Fugla
firði, og tað er ikki at undr
ast á. Seinastu mongu árini
hevur tað ikki verið á hvørj
um ári, at ÍF nógvar ferðir
upp í slag er farið av vølli
num við øllum stigunum, tá
ið tað hevur verið í bestu
deildini. Soleiðis er tað nú.
10 heimasigurin á KÍ var
tann triði í trimum teimum
seinastu dystunum.
Og tað var einki at siga
til, at fuglfirðingar endaðu
oman á í uppgerð, ið ikki
fer í søgubøkurnar sum ein
av teimum minnisríkastu.
Tá ið munurin bara er eitt
mál, so er tað sjálvandi
spenningur og intensitetur í
alla tíðina. Men tað eru mál
møguleikar og mál og flót
andi spæl, sum eru grund
arlagið undir góðum fót
bóltsundirhaldi, og sovorðið
var liítið av í Fuglafirði
leygardagin.
Málmøguleikarnir vóru
ógvuliga
fáir.
Tilsaman
kundu teir teljast á aðrari
hondini.
Klaksvíkingar
høvdu tvær orduligar roynd
ir ímóti málinum. Rodrigo
sleit seg leysan í høgru í 1.
hálvleiki, men málverjin
bjargaði.
Tá ið miðvallarin Tórður
Lervig í 2. hálvleiki royndi
seg av brotsteigarmarkinum,
sá tað spennandi út, men
Andras Gango, sum er lið
formaður og hevur ógvuliga
stóran týdning fyri ÍF liðið,
tveitti seg og bjargaði so
leiðis, sum hann átti at
gera.
ÍF hevði tríggjar vanda
miklar møguleikar, og í tí
eina førinum spurdist mál
burturúr. Miðskeiðis í 1.
hálvleiki sendi Knút Vestur
tún, sum loysti Bartal Elia
sen av í miðverjuni, har
hann og Jonn Thomsen
høvdu gott tak á, bóltin út í
vinstru. Nenad Saric, ið
mundi vera ein teirra, sum
stóð sterkast í myndini,
legði innfyri, og aftanfyri
handara stólpan rakk Debes
Danielsen
bóltin.
Hann
sneiddi út frá baklinjuni,
smekkaði flatt til, og bólt
urin sat í handara síðuneti
num.
Næstu vandamiklu ÍF
royndini syrgdu klaksvík
ingar fyri. Ovi Nysted rakk
ikki nóg langt upp eftir
høgari frísparks framlegg
ing, og bólturin fór upp um
Jákup Mikkelsen og í tvør
træið.
Síðstu royndina átti inn
skifti Vincent Jacobsen,
sum var púra leysur mitt
fyri málinum, men Jákup
Mikkelsen bjargaði væl.
Flótandi fótbóltsspæli var
tað ikki so nógv av. Størsta
partin av tí spælinum, sum
var, vístu fuglfirðingar. Verj
an hevði tak á tomu gest
unum, Høgni Madsen og
Fritleif í Lambanum høvdu
ikki stórar trupulleikar av
flestu av mótstøðumonnu
num á sentrala miðvøllinum,
síðuspælararnir
megnaðu
fleiri ferðir at bróta ígjøg
num og at leggja innfyri,
Atli Petersen var raskur og
arbeiðssamur, og Helgi L.
Petersen tykist hava stóran
týdning fyri ÍF liðið, hóast
venjingarstøðan neyvan er
tann, sum hon onkuntíð hev
ur verið.
Hjá KÍ var tað einki ser
ligt. Rodrigo royndi ofta og
nógv. Hann kundi kanska
havt brúkt viðspælararnar
meiri, enn hann gjørdi, men
avbjóðingin var torfør og
stór. Ov nógvir av teimum
bláu vóru bóltflytarar, sum
ikki bjóðaðu seg til og í
staðin fyri viðhvørt at gera
tað, sum tað ikki varð rokn
að við, fluttu bóltin og ofta
sparkaðu.
Tað sigur ikki so lítið um
støðuna, at superveteranurin
Allan Joensen, sum í mann
ingartrotinum var gravaður
fram, saman við verjuspæl
aranum Milic Curcic og
Rodrigo var mest eyðsýndi
klaksvíkingurin.
Meðan
fuglfirðingar
vunnu fyri triðju ferð á rað,
var hetta triðja ferðin í fýra
umførum, at KÍ einki fekk
burturúr.
Summarsteðgurin kemur
serliga væl við hjá klaksvík
ingum, sum eftir hvíldina í
nakrar dagar mugu brynja
seg til avbjóðingina, sum í
heyst verður at ansa eftir, at
tað ikki verður ov nógvur
leygardagsfótbóltur næsta
kappingarár.
Hjá ÌF skal tað í heyst
ganga verri enn illa, um teir
ikki eisini næsta ár fara at
verða partur av bestu deild
ini.
Elspa á danska
landsliðnum
Elspa Mørkøre er nú úttikin til danska svimjilands
liðið. Dimmalætting skrivaði fríggjadagin, at Elspa í
farnu viku fekk bræv frá danska svimjisambandinum,
og har varð sagt, at tíðin hjá henni í 50 metra rygg
var nóg góð danska landsliðið. Elspa svam teinin í
29,67 sekundum. Elspa gjørdi í vetur av at flyta til
Danmarkar, so hon kundi royna at vinna seg á danska
landsliðið. Hon svimur fyri West Swim í Esbjerg.
ÍF-KÍ 1-0 (1-0):
ÍF heldur fram
í somu øði
Endarnir ikki góðir
KÍ venjarin, Eyðun Klakstein, var sjálvandi ikki nøgdur
við, at hansara lið leygardagin hevði tapt 10 í Fugla
firði.
Vit kunnu ikki brúka tað til nakað sum helst, at vit
manglaðu fleiri av teimum, sum plagar at vera fastir
menn á besta liðnum. Teir, sum fingu møguleikan, vístu
góðan hugburð, og tað skulu teir hava rós fyri. Vit kundu
tað sama havt skorað, sum teir gjørdu tað, men teir
vunnu, og vit mugu staðfesta, at vit høvdu stórar trupul
leikar at spæla okkum til upplagdar møguleikar, sigur
KÍ venjarin.
Tá ið Eyðun Klakstein verður spurdur, um tað kann
hugsast, at KÍ fer at leita sær styrk til eftir summarsteðgin,
svarar hann soleiðis:
Flytingarvindeygað er framvegis opið, og so leingi,
sum tað er møguleiki fyri at keypa og selja, eru allir
møguleikar opnir.
Eyðun Klakstein vísir á, at endarnir ikki hava verið
góðir hjá KÍ:
Vit taptu tríggjar tær fyrstu ferðirnar í vár. Síðani
spældu vit nógvar dystir uttan at tapa. Men nú hevur tað
aftur hilnast einki serligt. Nú hava vit frí í nakrar dagar,
og so fara vit at herja á aftur við nýggjari megi. Spælar
arnir eru framvegis amatørar, og teir treingja til hvíld.
Málið framvegis
tað sama
Fuglfirðingar eru væl nøgdir, nú teir halda summarfrí.
Tað sigur Debes Danielsen, sum var einsamallur mál
skjútti, tá ið ÍF leygardagin vann 10 á KÍ:
Tá ið vit fóru undir fyrireikingarnar til nýggja
kappingarárið, vóru vit akkurát fluttir upp í bestu deild
ina. Málið var at varðveita sessin í Formula deildini.
Higartil hevur tað gingið væl. Sjálvandi er málið at
sleppa so langt upp, sum tað ber til, og tað er tað, sum
vit stríðast fyri. Men vit fegnast framvegis yvir, at tað
higartil hevur gingið so mikið væl, at sannlíkið ikki er
so lítið fyri, at tað skal bera til at varðveita plássið í
Formula deildini, staðfestir Debes Danielsen.
Debes hevur áður spælt við NSÍ, og nú eru teir tríggir
fyrrverandi NSÍ spælarar í Fuglafirði. Fyri stuttum er
Helgi L. Petersen fluttur til Fuglafirðar at spæla, og
leygarkvøldið varð greitt, at Andy Olsen eisini fer at
spæla við ÍF.
Aftur tap til Hødd
Hødd spældi á útivølli ímóti gamla felagnum hjá Kurt
Mørkøre, Sogndal í gjár. Og aftur fór Hødd av
vøllinum við ongum. Sogndal vann 31 eftir
hálvleiksstøðuna 11. Hødd kom annars væl frá
byrjan. Í 4. minutti fingu teir brotsspark, sum Joachim
Magnussen setti í netið. Men tá hálvur tími var leiktur
javnaði Kai Risholt fyri Sogndal. Í 2. hálvleiki skoraði
Kai Risholt aftur mál fyri Sogndal. Triðja málið hjá
Sogndal skoraði Daniel Lubieniecki. Og nú stendur
nógv á hjá Hødd og Rógva Jacobsen, sum hava verið
stigaleysir í nógvum umførum síðstu tíðina.
KÍ
ÍF
Meðan fuglfirðingar vunnu fyri triðju ferð á rað, var hetta triðja ferðin í fýra umførum, at KÍ einki fekk burturúr
Mynd: Álvur Haraldsen
18