Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juli 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 133 - 14. juli 2008 ] Ronaldinho ikki á Tórsvølli Fyri bara trimum árum síðani varð hann kosin heimsins besti fótbólts­ spælari, men seinasta kappingarárið hevur ikki verið nakar dansur á rósum hjá nú 28 ára gamla Ronaldinho, sum hevur mist sítt pláss í bæði Barcelona og á brasilska landsliðnum. Longu í vár stóð greitt, at spælarin neyvan hevði nakra framtíð á Camp Nou, og eitt tað besta boðið upp á nýggjan arbeiðsgevara hevur leingi verið Manchester City, sum hósdagin vitjar EB/Streym á Tórsvølli. Men tað verður helst uttan Ronaldinho. Stóra italska blaðið La Gazzetta dello Sport skrivaði um vikuskiftið, at tað eru bert smálutir, sum skilja Ronaldinho og AC Milan, sum fer at rinda Barcelona góðar 100 milliónir fyri spælaran. Sjálvur sigst Ronaldinho fáa knappliga 50 milliónir í ársløn í nýggja sáttmálanum. Atli hevur stóran týdning ­ Ein eyðmjúkur persónur, sum altíð leggur nógv fyri og stríðist fyri liðið. Týdningurin av honum á vøllinum er ofta undirmettur. Atli Danielsen hevur ovurhonds stóran týdn­ ing, uttan at gera nógv burtur úr sær sjálvum – og hann trívíst í hesum leiklutinum. And­ ers Theil, venjari hjá Frem, er sera fegin um, at hann aftur í komandi kappingarári hevur føroyska Atla Danielsen at ráða yvir. Landsliðsleikarin hevur gjørt endaliga avtalu við Frem, sum knýtur hann at felagnum komandi ári. ­ Atli fyllir eitt stórt pláss á vøllinum, og ein teljari hevur heilt vist prógva, at hann eftir dystarlok er ein av teimum, ið hevur runnið mest. Hansara leiklutur á á vøllinum lyftir ofta viðleikararnar. Hann er dugna­ ligur á nógvum økjum, og er uttan iva ein av teimum, sum verða millum stuðulsleikarar­ nar, sigur Anders Theil við heimasíðuna hjá Frem. Atli Danielsen skifti til danska høv­ uðsstaðarfelagið í januar í 2007, og hevur higartil spælt 39 dystir og skotið trý mál. Fekk sjáld- saman leiklut ­ Tað er ikki so nógv at siga. Eg sendi bóltin niðan ímóti Høgna Mid­ jord, sum trúði upp á møguleikan. Hann var fyrstur á, og skallaði upp um málverjan – eitt heldur sjáldsamt mál. Símun Rógvi Hansen hevði sjáldsaman leik­ lut á Toftum leygardag­ in. Hann legði upp til málið, sum tók luftina úr B68. Málverjin frøist sjálvsagt um sigurin, og serliga gleddist hann um avrikið hjá Welling­ ton. ­ Hann hevði ein frá­ líkan dag, og málini vóru sera vøkur. Well­ ington hevur staðið seg sera væl í seinastuni, og tað er umráðandi. Hann hevur, saman við viðleikarunum, lyft lið­ ið. Sálarliga eru vit væl brynjaðir at fara undir seinnu kappingarhálvu, og vit fara at stríðast fyri hesum. Nú er at dríva á, sigur Símun Rógvi Hansen, málverji hjá B71, sum staðfestir, at hugburðurin í hópin­ um hevur verið sera góður í seinastuni. Wellington Soares og hinir sandoyingarnir vunnu botndystin á Svangaskarði trygt við trimum málum móti ongum. B71 hevur lyft seg upp um niðurflytingar­ strikuna, meðan støð­ an er lítið hugalig á Toftum fótbóltur Uni Holm Johannesen uni-hj@hotmail.com Ofta hevur verið ført fram, at fleiri av útlendingunum í føroyskum fótbólti ikki megna tað, ið væntað verð­ ur av teimum. Dømini eru eisini fleiri um hesar, sum eftir fáar mánaðir í Føroyum venda nøsini aftur móti heimlandinum. Seinastu dagarnir hava sandoyingar tó í øllum før­ um verið glaðir fyri ein brasiliumann. Við tveimum sera flottum málum var hann dagsins maður á Svangaskarði í gjár. Navnið er Wellington Soares, sum seinastu árini hevur verið stuðulsleikari á miðvøllin­ um hjá B71. Fyri fyrstu ferð í langa tíð eydnaðist tað sandoying­ um at vinna triðja lands­ kappingardystin upp í slag, tá teir vitjaðu B68 leygar­ dagin. Sigurin var somuleið­ is tann størsti í Formula­ deildini hjá B71, síðan teir í øðrum umfari í fjør vunnu við trimum málum móti ongum á útivølli ímóti HB. Vøkur mál Fyrr ella seinni mátti lukk­ ast. Í fyrra hálvleiki á Toftum leygardagin misnýttu gestir­ nir av Sandoynni fleiri upp­ lagdar møguleikar. Clayton Soares skuldi í tveimum før­ um at lagt B71 á odda, men einsamallur við málverjan bar ikki til hjá brasilumann­ inum. Løtu seinni sendi framrættaði miðvallarin við frálíkari avlevering vongin í høgru, Mads Hentze, av­ stað. Men við innaru síðuni lyfti hann upp um málverjan og málið. Miðskeiðis í seinna hálv­ leiki eydnaðist tó hjá Well­ ington Soares. Úr fjarðstøðu á góðar 20 metrar sendi miðvallarin heilt í málhorn­ ið handan málverjan. Eitt ógvuliga vakurt mál. Høgni Midjord var min­ uttin áðrenn innskiftur fyri Patrick Sunday. Nigerianski framherjin royndist í løtum væl, og hann hevði eisini eina góða atsókn á málið. Ein skaði hevði við sær, at hann noyddist av vøllinum, men tað iðraðu sandoyingar seg helst ikki stórvegis um eftir dystarlok. Móti endanum økti Høgni Midjord um leiðsluna við einum heldur sjáldsomum máli. Símun Rógvi Hansen sendi bóltin úr egnum brots­ teigi niðan í hin, og fyrstur á – í kapprenning við Arn­ bjørn Danielsen og Dánjal Hansen – var ungi fram­ herjin, sum stýrdi bóltinum við høvdinum um málstrik­ una. Wellington Soares stað­ festi rimmar sigurin eftir frálíkt einstaklinga avrik. Hann setti fýra toftamenn av, áðrenn hann sendi í netið. Vent í holuni Fyri mánaði síðan sá full­ komiliga vónleyst út inni í Dal. Hóast tað ofta var nær við at fáa stig, so staðfesti stigatalvan, at B71 var botn­ proppur í bestu deildini. Ein lítið hugalig støða, men nú er av álvara vent í holuni. Heimasigur á KÍ og úti­ sigur á botnliðnum Skála hava reist sandoyingarnar. Um vikuskiftið vunnu teir stórsigur á B68, sum nú aft­ ur eru við í botnstríðnum. Toftamenn vóru leikliga væl við leygardagin, men møguleikarnir vóru fáir. Ndende Gueye hevði eina roynd, tá Símun Rógvi Han­ sen bjargaði meistarliga. Tað var fyri so vítt tað. B68 hava tapt á heimavøll­ inum ímóti bæði B71 og Skála, og tað er sjálvsagt ikki nøktandi. Summarsteðg­ urin kemur helst frálíka væl við hjá teimum, nú úrslitini als ikki fella í teirra lut. Fyri mánaði síðan sá fullkomiliga vónleyst út inni í Dal. Hóast tað ofta var nær við at fáa stig, so staðfesti stigatalvan, at B71 var botnproppur í bestu deildini, men nú er av álvara vent í holuni Mynd: Álvur Haraldsen B68 úrlætnir av sandoyingum B71 B68 19