mánadagur 14. juli 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 133 - 14. juli 2008 ]
Hóast avrikið hesa
ferð ikki hevði somu
tyngd, sum tað
hevur havt ímóti
oddaliðunum, so
megnaði Víkingur
at vinna øll stigini
ímóti Skála, ið neyvan
verður gamalt á
botnplássinum
VÍKINGUR-SKÁLA
Jóannes Hansen
Tróndar dagarnir eru í
hæddini. Sunnudagin var
ein partur av skránni í
Sarpugerði, har Víkingur
hevði vitjan av Skála.
Hesar dagar verður leitað
aftur í søguna. Tá ið ræður
um Trónd í Gøtu verður
leitað túsund ár aftur í tíð
ina, og tað vil siga aftur í
víkingatíðina.
Í fótbóltshøpi er víkinga
søgan stutt. Hetta er fyrsta
árið, at leirvíkingar og gøtu
menn í felag manna víkinga
liðið. Søguliga er hægsti
tindurin hjá leirvíkingum
fjórða pláss í bestu deildini
í 1984 og 1985. Hjá GÍ eru
søguligu
tindarnir
væl
hægri. Teir hægstu eru FM
heitini í 1983, 1986, 1993,
1994, 1995 og 1996.
Tað eru søguligu tindun
um hjá GÍ, sum Víkingur
nú miðar eftir. Úrslitini sein
astu ferðirnar hava boðað
frá, at tað ikki er óhugsandi,
at tað skal bera til at røkka
høgt. Nú eru teir eitt stig frá
bronsuplássinum.
Sigrarnir
ímóti
EB/
Streymi og NSÍ vóru vunnir
við støði í fínum hugburði,
stórum stríðsvilja og framúr
arbeiði. Tað hevur borið
gott spæl, upplagdar møgu
leikar og málini við sær,
sum hava borið sigrarnar
við sær, tí verjan hevur
verið so tøtt.
Ímóti skálamonnum var
avrikið ikki heilt tað sama,
sum tað hevur verið ímóti
toppliðunum.
Men tað var nóg mikið til
at ogna sær øll stigini og
harvið at kynda uppundir
gott Tróndar lag. Í sambandi
við fagnaðardagarnar varð
steyp handað til víkingarn
ar.
Málini
Zoltán
Bukzegi
skoraði
fyrra heimamálið tíðliga í
1. hálvleiki. Næstsíðsta fót
in á bóltinum átti Andreas
Lava Olsen, sum aftur hesa
ferð hevði rættuliga avger
andi leiklut.
Tíggju
minuttir
eftir
steðgin var tað Andreas,
sum økti um munin. Sentrali
miðvallarin, Sølvi Vatnham
ar, legði bóltin fram í høgru
síðu, har tað tóktist sum, at
skálaverjan hevði tak á.
Men talan mundi vera um
misskiljing, og so var Lava
maðurin sum ein køttur
ímillum, streyk avstað við
bóltinum og sneiddi fram
við Geza Turi, áðrenn hann
trillaði bóltin í tóma málið.
Tað kendist sum heima
liðið hevði fult tamar hald á
støðuni. Men enn eina ferð
kom til sjóndar, at 20
leiðsla ikki altíð er so løtt at
handfara. Í yvirtíðini mink
aði Skála um munin, tá ið
miðverjin Arnhold Berg við
nærra stólpan umsetti frí
sparksinnlegg til mál.
So var heilt spennandi,
og tá ið bara ein minuttir
var eftir av tíðini, sum
dómarin hevði lagt afturat,
var tað um reppið, at Skála
javnaði. Men royndin hjá
Obi
fór
skeivu
megin
stólpan aftanfyri Geza Turi.
Framtíðin
Skála er í summarsteðgin
um á niðasta plássi. Tað er
einki serligt, men tað kann
væl hugsast, at skálamenn
fara at megna at lyfta seg
tvey pláss upp og harvið
fara at sleppa undan niður
flytingini.
Ofta roynist illa hjá teim
um tíðliga á árinum, eitt nú
tí fleiri spælarar tá hugsa
meiri um hondbólt enn um
fótbólt.
Sunnudagurin í Sarpu
gerði vísti, at manningar
ligu fyritreytirnar eru betri
nú, enn tær hava verið fyrr í
ár. Jónhard Frederiksberg
er komin aftur úr Runavík,
og Bogi Gregersen, sum
hevur hildið frí frá fótbólti,
var við aftur. Hann varð
settur inn fyri miðverja, tá
ið munurin var vorðin tvey
mál. Um teir báðir rættuliga
koma fyri seg aftur, og sam
anspælið við Alexandur
Johansen, Obi og Paula G.
Hansen og hinar fæst at
rigga, so bíða stig og sigrar.
Men sjálvandi er fyritreytin
hart arbeiði.
Hjá Víkingi er næsta av
bjóðingin HB í Gundadali
6. august, tá ið bronsupláss
ið stendur upp á spæl!
Mugu finna
stríðsviljan
Í Víkinga leguni vóru
teir sjálvandi væl nøgdir
við, at tað aftur hesa
ferð – fyri triðju ferð á
rað – eydnaðist at vinna
øll stigini. Men tað varð
samstundis ásannað, at
avrikið hevði ikki verið
so sannførandi, sum tað
hevði verið ímóti topp
liðunum.
Fyrr í ár hava vit
verið rættuliga óstøðug
ir, og tað hevur kostað
stig í fleiri førum. Sein
astu ferðirnar hava vit
verið ógvuliga savnaðir
um uppgávuna, og tað
hevur borið sigrar við
sær ímóti oddaliðunum.
Hesa ferð vóru vit ikki
so fokuseraðir, sum vit
hava verið, men tað
gekk kortini. Lærdóm
urin má vera, at avrikini
mugu vera hundrað pro
sent hvørja ferð og ikki
minst, tá ið vit skulu
spæla í Gundadali ímóti
HB næstu ferð, verður
tað neyðugt, varð niður
støðan í Víkinga leguni.
Glottar eru
at hóma
Skálamenn iðraðu seg
um, at tað ikki hevði
eydnast at fáa stig bur
turúr grannauppgerðini.
Men hóast Skála eftir
fimtan umfør er niðast á
støðutalvuni, so hava
teir avgjørt ikki slept
vónini um, at tað skal
bera til at fóta sær
soleiðis, at Skála eisini
næsta ár verður partur
av bestu deildini:
Samanspælið rigg
aði hampuliga væl í
dag. Vit høvdu bóltin
kanska meiri enn mót
støðuliðið,
men
vit
spældu okkum ikki til
so nógvar málmøguleik
ar. Nú eru Bogi Greger
sen og Jónhard Frede
riksberg komnir aftur.
Obi er vandamikil, og
Alexandur Johansen er
eisini fínur framrættað
ur spælari. Tí eiga vit
eftir summarsteðgin at
hava fleiri álopsstreing
ir at spæla uppá, og tað
vóna vit fer at vísa seg í
úrslitunum,
søgdu
skálamenn.
Skála
Víkingur
Sigursgongdin í Sarpugerði heldur fram
Randi Wardum á oddanum
Randi Wardum og Valur eru í løtuni fremstar í bestu
íslendsku kvinnudeildini. Í annaðkvøld verður fult umfar, og
føroyski málverjin og viðleikararnir vitja hjá Þór/KA, sum
liggur á sætta plássinum. Valur er trý stig framman fyri
nærmasta kappingarneytan KR. Tað hevur gingið væl hjá
Randi Wardum, síðan hon flutti til íslendskan fótbólt. Hon
hevur vunnið sær sætið millum stengurnar, og higartil kann
fingurin heldur ikki setast á úrslitini.
Brøndby-venjari gevst
Í vetur fer Tom Køhlert ikki longur at standa á odda fyri Brøndby.
Seinastu tvey árini hevur hann verið venjari í danska høvuðsstaðar
felagnum, men á jólum loysir Kent Nielsen hann av í starvinum. Og
danski venjarin staðfestir nú, at hetta verður hansara seinasta venjara
uppgáva. Eg havi fleiri áhugamál enn bara fótbólt. Eg havi einki í
hyggju í løtuni, men eg klári meg allarhelst, sigur Køhlert, sum áður
hevur verið ungdómsvenjari í felagnum. Tað verður í øllum førum Tom
Køhlert, sum stendur við stýrisvølin, tá B36 vitjar hjá Brøndby.
Randi Wardum
Tað eru søguligu tindunum hjá GÍ, sum Víkingur nú miðar eftir. Úrslitini seinastu ferðirnar hava boðað frá, at tað ikki er
óhugsandi, at tað skal bera til at røkka høgt
Mynd: Álvur Haraldsen