mánadagur 14. juli 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 133 - 14. juli 2008 ]
Brøndby javnt móti Deportivo
Leygardaginr var venjingardystur á Brøndby Leikvøllinum millum Brøndby
og kenda spanska felagið, Deportivo La Coruna. Talan var eisini um ein
sokallaðan Testimonial fyri at heiðra Per Nielsen, sum spældi sín síðsta dyst
fyri Brøndby ígjár. 34 ára gamli miðverjin hevur spælt 548 dystir fyri
Brøndby, og var hann eisini stórliga fagnaður ígjár. Deportivo legði seg á
odda eftir ein hálvan tíma, men tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Morten
”Duncan” Rasmussen fyri Brøndby. Venjarin Tom Køhlert var væl nøgdur
við aðalroyndina áðrenn fyrra UEFA Cup dystin, sum verður hóskvøldið.
Hann helt liðið sýndi tíðum gott spæl. Mótstøðuliðið í UEFA Cup, B36 fær
ein dag minni at fyrireika seg í, enn Brøndby. B36 tekur ímóti EB/Streymi í
Gundadali í dag.
B36-dysturin á 3+
Viasat sendir mest sum altíð beinleiðis, tá
europiskur fótbóltur er á skránni hjá donskum
feløgum, og komandi hóskvøld verður tað so
dysturin millum Brøndby og B36, sum verður
at síggja á skíggjanum. Byrjað verður at senda
klokkan 18.30, og so er spurningurin, um
B36-fjepparar tá fara at sita við skíggjan, ella
um teir vera millum tey helst mongu á
Tórsvølli, sum fara at hyggja eftir EB/
Streymi, tá teir taka ímóti Mancester City.
07 Vestur er oddalið í
summarsteðginum, og
hóast liðið seinni í ár
skal vitja tvær ferðir
í Suðuroy, har vága
menn ikki hava vunnið
stig í ár, so halda teir
í 07 Vestur, at tað fer
at eydnast teimum at
vinna uppflyting
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Nú næstbesta deildin fór í
summarfrí, eru tað 07 Vest-
ur og VB/Sumba, sum eru á
teimum báðum plássunum,
sum eftir kappingarlok bera
uppflyting í bestu deildina
við sær.
Støðutalvan boðar frá, at
tað eru bara hesi bæði liðini
og so AB, sum tykjast hava
møguleika at flyta upp. AB
er eftir 8-0 stóran heimasig-
ur leygardagin á HB trý stig
aftanfyri tey bæði odda-
liðini. Men AB hevur spælt
ein dyst færri enn VB/
Sumba, og tí eru argjamenn
rættiliga væl við.
TB er á fjórða plássi, men
tvøramenn eru so mikið
langt aftanfyri, at tað ber
illa til at ímynda sær, at teir
skulu vinna uppflyting. Teir
hava eisini spælt ein dyst
fleiri enn AB og 07 Vestur.
07 Vestur vann toppupp-
gerðina leygardagin á heima-
vølli 3-1 á VB/Sumba. Tór-
Ingar Akselsen er ein av
stuðulsspælarunum hjá 07
Vestur, og hann var væl
nøgdur:
- Talan var um tætta upp-
gerð við nógvum nærdystum
og høgari ferð. Eg haldi, at
vit vóru betri alla tíðina, og
at úrslitið væl vísti, hvussu
dysturin myndaðist.
Hvussu ert tú nøgdur við
avrikið higartil í ár?
- Tað hevur gingið, sum
vit høvdu vónað. Einastu
dystirnir, sum vit ikki eru
nøgdir við, eru teir báðir,
sum vit hava spælt í Suð-
uroy. Tey avrikini vóru ikki
góð. Vit skulu seinni í ár
spæla bæði í Vági og á
Tvøroyri. Tá fara vit at
royna at vinna betri úrslit,
enn vit hava megnað fyrr í
ár. Men uttan mun til
hvussu tað fer at hilnast, so
rokni eg við, at vit fara at
megna uppflyting.
Fara tit eftir at verða
nummar tvey, sum er plássið,
ið ber uppflyting við sær?
- Vit miðja eftir at vinna
deildina og í hvussu so er at
vinna uppflyting, sigur Tór-
Ingar Akselsen, sum er ein
av 07 Vestur monnunum,
sum hevur royndir frá frem-
stu deildini. Tór-Ingar hevur
undanfarnu árini spælt við
HB.
07 Vestur skal spæla á
Tvøroyri í 22. umfari, sum
verður 13. september, og 07
Vestur skal spæla í Vági í
25. umfari, sum verður 27.
september.
Hesa ferð eydnaðist tað
botnliðnum B68 at vinna
fulla úrtøku við 2-1 heima-
sigri á KÍ. Harvið leyp B68
upp um EB/Streym, sum nú
er niðast. Hetta var sjeynda
KÍ tapið á rað. KÍ hevur ikki
vunnið síðani 17. mai, tá ið
klaksvíkingar vunnu 1-0 á
heimavølli ímóti B68.
Føroyski landsliðs
spælarin Símun
Samuelsen og Kefla
vík skrivaðu leygar
dagin undir uppá,
at samstarvið skal
halda fram í trý ár
afturat
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Símun Samuelsen heldur
fram at spæla fótbólt í
Keflavík í trý ár afturat.
Leygardagin
skrivaðu
føroyski landsliðsspælar-
in og Þorsteinn Magnús-
son, formaður í fótbólts-
deildini í Keflavík, undir
upp á, at samstarvið skal
halda fram.
Hjástaddur var eisini
venjarin Kristján Guð-
mundsson.
Ábyrgdar-
menninir
í
felagnum
duldu ikki, at teir eru sera
fegnir um, at tað nú er
greitt, at Símun Samuel-
sen fer at halda fram í fel-
agnum. Føroyski spælar-
in, sum fór til Keflavíkar
á sumri í 2005, er væl
umtóktur í felagnum og
millum viðhaldsfólkini.
Sambært heimasíðu fel-
agsins hevur Símun higar-
til spælt 44 landskapping-
ardystir og skorað 12
mál. Hann hevur spælt 8
steypadystir og skorað
eitt mál, og Símun var
steypavinnari saman við
Keflavík í 2006.
Harafturat hevur Símun
Samuelsen
umboðað
Keflavík í 8 Europa Cup
dystum. Í teimum hevur
hann skorað tvey mál. Iva-
leyst minnisríkasta málið
hjá Símuni fyri Keflavík
var tað, tá ið hann í Eur-
opa Cup dysti ímóti FC
Midtjylland skoraði sig-
ursmálið.
Eitt skifti í fjør spældi
Símun
Samuelsen
í
Notodden í Noregi, men
hann flutti aftur til Kefla-
víkar, har hann nú verður
í hvussu so er í trý ár
afturat.
Símun hevur higartil
spælt 16 landsdystir fyri
Føroyar, og higarti hevur
hann skorað eitt lands-
liðsmál.
Í síðstu viku spældi
Keflavík seg í fjórðings-
finaluna í steypakapping-
ini. Keflavík er eftir 10
umfør oddalið í lands-
kappingini. Saman við
FH hevur Keflavík 22
stig.
Mánakvøldið fara Sím-
un Samuelsen og liðfelag-
ar hansara at spæla á
útivølli ímóti Fram.
Símun heldur
fram
í Keflavík
Símun Samuelsen verður roknaður millum týdningar
mestu spælararnar hjá Keflavík, sum í løtuni er á odda í
íslendsku Landsbankadeildini
Skulu standa seg
betri í Suðuroy
12. umfar - 12. juli
AB-HB 8-0 (3-0)
1-0: Dion Splidt
2-0: sjálvmál
3-0: sjálvmál
4-0: Thomas Hans Rubeksen
5-0: Thomas Hans Rubeksen
6-0: Thomas Hans Rubeksen
7-0: Evrard Blé
8-0: Dánial Rói Olsen
Reytt kort: Hendrik Rubeksen, HB
07 Vestur-VB/Sumba 3-1 (1-1)
1-0: Tór-Ingar Akselsen
1-1: Birgir Jørgensen
2-1: Jens Erik Rasmussen br
3-1: Jóan Petur á Stongum
Reytt kort: Martin Tausen VB
B68-KÍ 2-1 (0-1)
0-1: Arnhold Joensen
1-1: Súni Fríði Barbá
2-1: Óli Olsen
FAKTA um 1. deild
AB er eftir 80 sigurin
á heimavølli trý stig
aftanfyri oddaliðini,
men hevur spælt ein
dyst færri enn VB/
Sumba
Savnsmynd
21