Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juli 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 133 - 14. juli 2008 ] Andy fer til ÍF 23 ára gamli framrættaði NSÍ spælarin, Andy Olsen, sum ikki hevur fingið nógva spælitíð á besta liðnum, fer nú til at spæla við ÍF. Eftir sigurin á KÍ leygardagin boðaði ÍF leiðslan frá, at ein nýggjur spælari verður í besta hópinum eftir summarsteðgin. Talan er um Andy Olsen, sum higartil hevur spælt við NSÍ. Hann hevur í kvøld skrivað undir avtalu við ÍF. Andy Olsen, sum er føddur 3. desember 1984, hevur altíð spælt við NSÍ. Í fjør og aftur í ár hevur hann ikki fingið nógva spælitíð á besta liðnum, og nú fer hann altso til Fuglafirðar at royna seg. Andy Olsen hevur spælt í álopinum og í síðunum – oftast í vinstru síðu. Sir Alex vil hava Berbatov Eftir øllum at døma roynir Manchester United framvegis at keypa 27 ára gamla Dimitar Berbatov úr Tottenham. – Eg kann við vissu siga, at United er áhugað í Berbatov, men meira fái eg ikki sagt, sigur Emil Danchev, sum er umboðsmaður hjá spælaranum. Tað ljóðar, at ensku meistararnir hava boðið Tottenham á leið 200 milliónir krónur fyri áleyparan. Við næsta sigrinum á rað helt Havnarbát­ urin sær á FM­kósini. Á vestanstevnu var Havnarbáturin hálva bátslongd undan Orminum, sum ongantíð var á odda Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er framvegis tætt og spennandi, men eftir róður­ in millum 10­mannaførini á vestanstevnu í Miðvági, er tað eingin ivi um, at tað er Havnarbáturin, sum má met­ ast at vera FM favorittur. Bæði Havnarbáturin og Ormurin hava sama stigatal, men gongdin tær báðar sein­ astu ferðirnar kann ikki bera boð um annað, enn at Havnarbáturin er betri fyri, enn Ormurin er tað. Nú eru góðar tvær vikur til finaluna ólavsøkuaftan, og so fæst at síggja, um teir á Orminum fara at megna at finna tað fram, sum skal til at taka Havnarbátin. Tann av hesum báðum, sum verður fremri á ólavsøku, verður meistari. Havnarbáturin hevði besta startin, og Havnarbát­ urin var fremstur allan kilo­ meturin. Teir á Orminum royndu at hanga í og eisini at bjóða av. Onkra løtuna tóktust teir at eta seg eitt vet fram á Havnarbátin, men tað mun­ aði ikki nógv, og teir á Havnarbátinum høvdu nóg mikið av yvirskoti til at spenna rættuliga sannfør­ andi í, so sigurin gjørdist ein stór hálv bátslongd. At tað bara eru tveir bát­ ar, sum kappast um fremsta plássið, var úrslitið staðfest­ ing av. Eysturoyingur var fleiri bátslongdir aftan fyri Ormin, og Eysturoyingur var fleiri bátslongdir framm­ an fyri Nólsoying. Heini Hátún held­ ur, at tað er tann ultimativa róðrar­ upplivingin, nú FM­ kappingin millum 10­ mannaførini stendur og fellur við ólavsøku­ róðrinum Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan var um næstu finaluna á rað hjá Havnarbátinum. Skuldi vónin um FM­heitið haldast á lívi, so var kravið ein sigur á vestanstevnu, eins og tað var tað á Fjarða­ stevnu. Sigurin kom til høldar, og so verður tað ikki fyrr enn eftir seinasta takið á ólav­ søkuróðrinum, at spenning­ urin verður útloystur. ­ Hetta er perfekt. At FM­ heitið stendur og fellur við ólavsøkuróðrinum er mest sum tað ultimativa, tá tú rør. Og ikki minst tá tað er við Havnarbátinum. Hóast allir bátar sjálvandi hava sína søgu, so er tað nakað serligt við Havnarbátinum. Nakað sum tú hevur vitað, síðani tú vart smádrongur, og kanska als ikki hevði tann stóra áhugan fyri kapp­ róðri. Soleiðis sigur 37 ára gamli Heini Hátún, sum er formaður umborð á Havnar­ bátinum, sum beint nú tyk­ ist vera besta boðið upp á nýggjan føroyameistara í 10­mannafarsróðrinum. Fyrsta finalan Tú hevur róð í fleiri ár. Men hevur tú nakran tíð áður staðið í líknandi støðu und­ an ólavsøkuni? ­ Nei. Tá eg róði við Klaksvíkingi í 2006 varð spenningurin stórur undan ólavsøkuni. Árið var eitt sindur kontroversielt eftir handan startin hjá Eysturoy­ ingin á eystanstevnu. Tí var gullið vunnið undan ólav­ søkuni, men moralskt varð hetta roknað sum ein finala. Men tað kann kortini ikki sammetast við hetta. ­ Sjálvandi vilja summi halda, at tað var betri, um FM­gullið longu var heima, so vit ikki høvdu hetta trýstið á ólavsøku. Men tað hevði so ikki verið eins spennandi. Har verður talan um øgiliga gleði ella øgiligt vónbrot, og soleiðis eigur tað at vera undan eini finalu, sigur Heini Hátún. Smærri broytingar munaðu Verandi støðan var annars nóg so fjar fyri góðum trim­ um vikum síðani. Men hvat er tað, sum hevur gjørt, at Havnarbáturin – enntá sann­ førandi – hevur bast ormi­ num teir báðar seinastu róðrarnar? ­ Tað eru fleiri lutir. Í fyrsta lagi høvdu skaðar og sjúkur merkt, at vit ikki høvdu akkurát ta manning, sum vit skuldu hava, og tann parturin kom ikki í rættlag fyrr enn eftir eystan­ stevnu. Hartil gjørdu vit tá eisini nakrar smærri roker­ ingar, so vit kundu býta vekt og styrki betur runt á bátinum. ­ Og so haldi eg eisini, at vit hava duga væl at róð okkara egna róður. Vit hava funnið tað tempo, sum hósk­ ar best til okkum, og tekn­ iskt eru vit sera væl nøgdir við teir báðar seinastu róðr­ arnar. So mugu vit bara vóna, at tað sama er gald­ andi eftir ólavsøkuróðurin. ­ Vit vita í øllum førum, at vit kunnu klára tað. So er spurningurin bara, um vit raka dagin, tí meira enn nak­ að, so er tað júst tað, sum krevst, sigur Heini Hátún. Hetta er perfekt Alt verður avgjørt á ólavsøku Tveir sigrar á rað vóru kravið til Havnarbátin. Tað málið er rokkið, og nú kann árið gerast heilt perfekt, um drekastevnið eisini fer fyrst um málið á ólavsøku Mynd: Jens Kristian Vang Úrslitini á vestanstevnu 1 Sílið 4:39:03 2 Havfrúgvin 4:47:09 3 Junkarin 4:48:05 4 Tjaldrið 4:50:19 5 Teistin 4:53:00 6 Katla 4:53:12 7 Strípan 4:54:10 8 Blikur 5:00:07 9 Jallurin 5:01:14 10 Tambar 5:24:11 1 Jarnbardur 5:10:04 2 Fortuna 5:11:00 3 Gongurólvur 5:20:23 4 Lómur 5:27:06 1 Drekin 5:02:01 2 Hvassi 5:05:12 3 Jallurin 5:06:24 4 Junkarin 5:07:03 5 Firvaldur 5:11:19 6 Tambar 5:20:04 7 Blikur 5:22:13 1 Sílið 5:01:01 2 Frúgvin 5:03:07 3 Erla Kongsdóttir 5:04:04 4 Katla 5:04:18 5 Báran 5:06:03 6 Ritan 5:10:10 7 Teistin 5:17:08 8 Blikur 5:17:12 1 Riddarin 4:34:13 2 Sundabáturin 4:35:03 3 Tvørabáturin 4:40:06 4 Hósvíkingur 4:42:04 5 Gongurólvur 4:43:07 6 Strálan 4:43:13 7 Lómur 4:44:11 8 Rádni 4:45:07 9 Fortuna 4:45:13 10 Víkingur 4:47:10 11 Kollfirðingur 4:48:17 12 Jarnbardur 5:00:10 1 Heiðabáturin 4:15:18 2 Argjabáturin 4:17:17 3 Árnfirðingur 4:18:07 4 Kvívíkingur 4:24:14 5 Miðvingur 4:41:02 1 Havnarbáturin 4:04:11 2 Ormurin 4:06:18 3 Eysturoyingur 4:16:11 4 Nólsoyingurin 4:24:10 10 mannafør 5 mannafør dreingir 6 mannafør kvinnur 5 mannafør gentur 5 mannafør kvinnur 6 mannafør menn 8 mannafør 22