Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juli 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 133 - 14. juli 2008 ] Dreka genturnar aftur sann­ førandi sigur Eftir startspurtin var ong­antíð ivi um, at tað fór at verða Drekin, sum vann, meðan kapp­ ing­in um næstfremsta plássið var rættulig­a stór Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Dreka g­enturnar hava beina kós ímóti FM heitinum. Á vestan­ stevnu í Miðvág­ vunnu g­enturnar hjá Havnar Róðrarfelag­ tryg­g­an sig­ur. Eftir startspurtin var ong­antíð ivi um, at Drekin fór at vinna. Stútt og­ støðug­t øktist munurin aftur til hinar bátarnar stútt og­ støð­ ug­t, og­ á málinum var munurin ein bátslong­d. Talan var um stóra kapping­ um næst­ fremsta plássið. Hvassi, sum fyrr í summar hev­ ur vunnið fleiri róðrar, kom næstfremstur á mál, og­ Jallurin, sum treiskaðist væl og­ leing­i, endaði á triðja plássi. Eingin ivi var um, at Drekin skuldi vinna vestanstevnuróðurin hjá gentumanningunum Mynd: Jens Kr. Vang Agger aftur á vøllinum Danski verjuleikarin hjá Liverpool, Daniel Ag­g­er, er loksins aftur á vøllinum, eftir at hava sitið uttanfyri meg­inpartin av farna kapping­arárið. Leyg­ardag­in spældi Liverpool venjing­ardyst móti Tranmere, og­ Daniel Ag­g­er spældi fyrstu 75 minuttirnar, áðrenn hann varð útskiftur. – Eg­ eri óg­vulig­a feg­in um at vera aftur, og­ hetta hevur verið ring­asta tíðin í mínum fótbóltslívið, sig­ur Daniel Ag­g­er við heimasíðuna teamtalk.com. Venjarin hjá Liverpool, Raphael Benitez, feg­nast eisini um, at miðverjin aftur er tøkur. – Hann hevði ong­ar trupulleikar, og­ tað er g­ott fyri liðið, staðfestir hann yvirfyri enskum miðlum. U15 og U17 mugu bíða U15 og­ U17 landsliðini, sum skuldu fara til Aberdeen at luttaka á Aberdeen International Football Festival í g­jár, sluppu ikki avstað. Flog­líkindini vóru ikki verið til vildar. Ferðalag­ið skuldi avstað seinnapartin, men í g­járkvøldið vóru menninir ikki slopnir úr Vág­unum. Í morg­un visti Eli Hentze, sum skuldi við til Aberdeen, at sig­a, at teir tá bíðaðu eftir boðum, men vónaðu at tað ikki fór at vera alt ov leing­i at bíða. Kvinnurnar hjá Havnar Róðrarfelag vóru leingi í kapping við Erlu Kongsdóttir, Katlu og Frúnna Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var einki at rafla um. Sum tað hevur g­ing­ið í fimm teimum fyrstu kapp­ ing­unum, so g­ekk tað eisini, tá ið kvinnurnar umborð á 5­mannaførunum kappað­ ust. Í startspurtinum vóru tað fleiri, sum høvdu hug­ at bjóða av, og­ starturin var ikki g­óður hjá Sílinum, sum hevði trupulleikar saman við Frúnni úr Miðvág­i. Men tá ið hálvt málið var róg­við, hevði Sílið lag­t seg­ á odda, og­ síðani hug­du kvinnurnar hjá Havnar Róð­ rarfelag­ ong­antíð aftur um seg­. Á málinum var munur­ in aftur til kapping­arneyt­ arnar ein stór hálv báts­ long­d, eftir at hann eina løtu hevði verið størri enn so. Harvið hevur Sílið vunnið allar seks róðrarnar. Sílið hevur 42 stig­, og­ tí kann tað næstan við vissu staðfestast, at kvinnurnar hjá Sílinum hava vunnið FM. Frúg­vin úr Miðvág­i hevði einki serlig­an start, men í endaspurtinum g­jørdu tær úr Miðvág­i ein ordulig­an vørr. Frúg­vin tók Erlu Kong­sdóttir, sum eina løtu var á odda, og­ Katlu, og­ á málinum var fjarstøðan fram til Sílið ein lítil hálv bátslong­d. Fyri sættu ferð av seks møguligum smurdu dreingirnir í Havnar Róðrarfelag allar hinar av Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var einki at rafla um. Eftir at tað í fyrstu tøkunum hevði sæð út til, at tað kanska skuldi verða eitt sindur javnur róður, so broyttist myndin skjótt og­ nóg­v. Dreing­irnir á Sílinum hava verið framúr í fimm teimum undanfarnu kapp­ ing­unum, og­ á vestanstevnu vóru dreing­irnir á Sílinum uppaftur meiri sannførandi, enn teir hig­artil hava verið. Sílið fór sendandi undan øllum hinum. Á málinum vóru dreing­irnir hjá Havnar Róðrarfelag­ meiri enn tvær bátslong­dir frammanfyri teir næstu. Sig­urin ber við sær, at Sílið nú hevur 42 stig­, og­ nú skal tað vilja verri enn illa til, um havnardreing­ir ikki skulu vinna FM. Teir eru undan ólavsøku sjey stig­ undan Havfrúnni. Junkarin úr Kvívík bjóð­ aði leing­i g­rannunum úr Vestmanna av. Havfrúg­vin tóktist eina løtu at vera eitt sindur trilvandi, men á máli­ num vóru teir úr Vestmanna undan teimum úr Kvívík. Munurin var ikki meiri enn skuturin. Tjaldrið var væl við í kapping­ini, og­ á málinum var hann eina stóra hálva bátslong­d aftanfyri Junk­ aran. Dreingirnir á Sílinum á tryggari FM kós Dreingirnir á Sílinum hava verið í flokki fyri seg higar til hetta kappingarárið Mynd: Jens Kr. Vang Sílið svam frá avbjóðarunum Talan er ikki um matematiska vissu, men kvinnurnar á Sílinum skulu bara hava stig á ólavsøku fyri at vissa sær FM-heitið Mynd: Jens Kr. Vang 23