mánadagur 14. juli 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 133 - 14. juli 2008 ]
Fyrsti
heima-
sigurin
í 43 ár
Fyri fyrstu ferð
síðani 1965
eydnaðist tað á
vestanstevnu hjá
miðvingum at
vinna kappróður á
Miðvági
Kappróður
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað gekk, sum tey í
Vágum høvdu vónað
og ivaleyst eisini rokn
að við, eftir at tað í
tveimum teimum und
anfarnu ferðunum hev
ur gingið so væl.
Miðvingar umborð á
Riddaranum
vundu
burtur úr kappingar
neytunum. Tá ið Ridd
arin fór um málið, var
fjarstøðan
aftur
til
Sundabátin ein báts
longd.
Fagnaður í Miðvági
var stórur, tí hetta var
fyrsta
ferðin
síðani
1965,
at
miðvingar
hava vunnið kappróður
á Miðvági. Fyri 43
árum síðani var tað 8
mannafarið Miðvingur,
sum vann á vestan
stevnu.
Sundabáturin,
sum
framvegis er FM favor
ittur, endaði á øðrum
plássi.
Startspurturin
hjá Sundabátinum var
góður, og í endaspurtin
um hilnaðist tað eisini
væl hjá sundamonnum.
Trupulleikin var tann,
at tað í miðróðrinum –
um tað ber til at tosa
um tað, tá ið 6manna
førini
við
monnum
rógva 1000 metrar –
hilnaðist minni væl hjá
Sundabátinum,
sum
eina løtu tóktist vera
hóttur bæði av Tvøra
bátinum og Kollfirðingi,
sum róði stak væl.
Argjabáturin bjóðaði
leingi av, men so
var Heiðabáturin
sannførandi, og við
sigrinum tryggjaði
gula 8-mannafarið
sær fyrsta FM heitið
av øllum í ár
Kappróður
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað gekk, sum tað plagar.
Guli Heiðabáturin hjá Kapp
róðrarfelagnum NSÍ var
fyrstur á mál í kappingini
millum 8mannafør. Hetta
var sætti sigurin av seks
møguligum
hjá
Heiða
bátinum, og tá ið tað hevur
verið eitt sindur av skifting
um millum teir, sum hava
verið næstfyrstir, so bar
sigurin endaliga staðfesting
við sær um, at favorittarnir
umborð á Heiðabátinum
hava vunnið FM í 2008.
Heiðabáturin hevur 42
stig. Árnfirðingur endaði á
triðja plássi. Í FM kapping
ini eru árnfirðingar á silvur
plássi. Teir hava 33 stig og
hava tískil ongan møguleika
at røkka Heiðabátinum.
Spurningurin, um Árnfirð
ingur fer at vinna silvur í
FM kappingini, verður ikki
svaraður fyrrenn á ólav
søku.
Hesa ferð vann Argjabát
urin á Árnfirðingi. Harvið
løgdu argjamenn seg upp á
síðuna á teimum úr Árna
firði. Tí er kappingin um
FM silvurið púra opin.
Eftir at tað fleiri ferðir
ikki hevur verið so sannfør
andi hjá teimum á Argjum,
lá væl fyri í dag. Argjabátur
in var fremstur í startspurt
inum,
og
Argjabáturin
megnaði at halda tørn um
næstfremsta plássið. Leingi
høvdu argjamenn hug at
bjóða Heiðabátinum av,
men í tí kappingini gjørdust
teir ov stuttir.
Gult FM-gull
Tað eru bara silvurmerkini,
sum nakar spenningur hevur
verið um í ár. Og sum fyrsti
báturin kann Heiðabáturin
nú við vissu rópa seg
føroyameistara í 2008
Mynd: Jens Kr. Vang
Men aftur hesa ferð
var eingin ivi um,
at tað vóru Knørra
kvinnurnar, sum vóru
fyrstar á mál, og at
tær harvið mest sum
eru FM vinnarar
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kvinnurnar umborð á 6
mannafarinum Jarnbardur
hava í dag vunnið á vestan
stevnu. Harvið eru tær heilt
væl fyri í FM kappingini,
sum
kanska
longu
er
avgjørd, nú Gongurólvur,
sum hevur næstflest stig í
FM kappingini, ikki megn
aði meiri enn triðja plássið.
Jarnbardur hevur 41 stig,
og Gongurólvur hevur 35
stig. Tá ið tað bara luttaka
fýra bátar ber tað ikki til at
ímynda sær, at Jarnbardur
skal verða tikin.
Jarnbardur var longu eftir
startspurtin á odda. Fortuna
megnaði tó at halda tørn, og
fram ímóti at málið varð
hálvrunnið, hingu genturnar
úr Vestmanna bara ein skut
aftanfyri Jarnbard. Men so
dragnaði, og tað var rættu
liga skjótt, at munurin varð
broyttur til tað mesta av ein
ari bátslongd. Fortuna gav
ikki upp. Vestmannakvinnur
bjóðaðu av aftur, og í enda
spurtinum minkaði munurin
støðugt. Tá ið Jarnbardur
fór um málið, var Fortuna
bara skutin frá málinum.
Starturin hjá Gongurólvi
ikki góður, og Gongurólvur
megnaði ongantíð at hótta
næstfremsta plássið. Á mál
inum var Gongurólvur fleiri
bátslongdir aftanfyri For
tunu og fleiri bátslongdir
frammanfyri Lóm.
Størri kapping til Jarnbard
Sigurin á vestanstevnu ber við sær, at tað skal ganga meira enn óvanliga illa á ólavsøku, um Jarnbardur ikki skal vinna FM-heitið
Mynd: Jens Kr. Vang
Sir Alex vil hava
Berbatov
Eftir øllum at døma roynir Manchester United framvegis
at keypa 27 ára gamla Dimitar Berbatov úr Tottenham. –
Eg kann við vissu siga, at United er áhugað í Berbatov,
men meira fái eg ikki sagt, sigur Emil Danchev, sum er
umboðsmaður hjá spælaranum. Tað ljóðar, at ensku
meistararnir hava boðið Tottenham á leið 200 milliónir
krónur fyri áleyparan.
Beckham vil aftur
til Madrid
33 ára gamli David Beckham er longu nú sannførdur um,
hvat hann ætlar sær, tá sáttmálin við Los Angeles Galaxy
gongur út. Onglendingurin vil aftur til Real Madrid. Hví
ikki? Eg vil fegin venda aftur til Spania og helst til Real
Madrid. At arbeiða við børnum ella líknandi í Madrid
hevði verið mær ein heiður. Øll vita, at eg elski børn,
sigur David Beckham, sum ikki ætlar sær eina framtíð
sum venjari.
24