Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juli 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 133 - 14. juli 2008 ] Ein partur av triðja hálvleiki á Rás2 eru SMS-boð frá lurtarun- um. Í tann mun at tíðin røkk- ur, verða hesi boð lisin upp í sendingini. Og bestu SMS’ini verða eisini prentað í mánadagsút- gávuni av Sosialinum »Svangaskard kann eita sjàlvtøkubordi!! Ein skuffadur toftamadur:-(« »Ovari vøllur kundi iti Animal farm, har eru ju bædi løvur og tikarir pluss apur:-)« »Gundadalur kundi fingi navni Cirkus Arena. Ti har eru bara klovnir id spæla.« »Haldi hatta arena hja ki vera raduliga bygdasligt. O voni ikki, at nakar i havn finnur uppa nakad liknandi!« »Gundadalur er ikki til sølu« »Heimavøllurin hja Ransin, er Arena Skansin:-) Haha...« »Men shit b71 leikarnir eru lekkrir! Eitt nytilsi at siggja bædi gott spæl og lekkrar dreingir. Gudmund er tu eisini forlovadur?» »Hbari snakkar um gummibein... forbarmi seg. Hevur hann ikki hugt eftir hb...teir spæla sum um teir hava 22 træbein hvønn dyst.« »Nu er tad eftirhondini hvørt vikuskifti, at man skal hoyra leikarir og venjarar persòn- liga utspilla dòmarir, um teir kanska hava havt ein minni godan da. Skuldu vit ikki kanska venda øllum a høvdi, og byrja at spilla leikarir ut aftana vanaligt avrik. Teir kalla seg framvegis amatørar, men allir faa teist. Forrestin... Hvar eru pjotr og baggi` meir enn eina vanliga arbeidsmannaløn!! Domarir skuldu fingid tad dubulta, fyri at hoyra uppa hasar gratikonirnar. Dòmarafan.« »KI komid i nidurflytingarvanda sidan navn kom a leikvøllin, betur einki navn og spala sum vikingur« »Nu ma taxamadurin handla, um vit skulu hava nakran kjans til medaljur.. Skift venjara og styrk lidi, annars endar tad sum sirkus arena.« »Leikarnir ùr KI farnir ì feriu? 11 statistar ì fuglaf!« »KI mangla bara stig, framgongdin er at hòma i spælinum. Fai Allan Joensen i form, hann er klassi enn. Keep up the good work Eydun« Sagt í 3. hálvleiki Kappróðurin á vest- anstevnu gekk ógvu- liga skjótt og væl, og úrslitini lagaðu seg soleiðis, at kappingin millum 10-manna- førini verður avgjørd í sannari finalu á ólavsøku Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað mundi kjálkast fram ímóti meti, tá ið kappróðurin á vestanstevnu var á skránni leygardagin. Sjáldan man tað hava gingið so skjótt og væl at avgreiða róðrarnar, sum tað gjørdi á vánni í Miðvági. Klokkan trý brast fyrsta startskotið í FM kappingini. Tá vóru væl eydnaðu barna- róðrarnir longu avgreiddir, og tá ið klokkan var hálvg- um fimm, vóru 10-manna- førini longu farin um málið. Kilometurin, sum tað varð kappast á, var innanfyri stóra grótkasti í Miðvági. Startdómarin hevði sam- band við grótkastið, tað var summarveður á vánni, og umstøðurnar hjá áskoðarun- um, sum ongantíð høvdu høvi at keða seg, vóru góðar at fylgja við. Fyrsti meistarin funnin Í fleiri kappingum eru meist- ararnir so at siga funnir. Men tað er bara í kappingini mill- um 8-mannaførini, at støðan er soleiðis, at róðurin á ólavsøku einki hevur at siga fyri, hvør verður meistari. Heiðabáturin vann á vest- anstevnu. Munurin aftur til kappingarneytarnar var ikki so stórur, sum hann hevur verið fyrr í ár, men tað løgdu teir í gula bátinum vertin á. Sigurin og tað, at tað hesa ferð var Argjabáturin og ikki Árnfirðingur, sum var næst- fyrstur, ber við sær, at stiga- munurin er so mikið stórur, at eingin kann røkka Heiða- bátinum. Uttan mun til hvussu tað fer at hilnast á ólavsøku. Tá ið bilarnir komu aftur á Glyvrar tíðliga leygar- kvøldið var fýrverk og mót- tøka eftir at bilarnir høvdu verið runt í kommununi og víst bátin fram. Jarnbardur vann kapping- ina millum 6-mannafør við kvinnum. Luttakararnir eru fáir í hesi kappingini. Tað ber við sær, at Jarnbardur verður meistari, um hann kemur á mál á ólavsøku, og hví skuldi hann ikki tað? Sílið við kvinnum og Sílið við dreingjum kunnu illa sleppa undan at verða meist- arar. Drekin við gentum er heilt væl fyri, og tað er Sunda- báturin eisini, hóast tað held- ur ikki hesa ferð eydnaðist 6- mannafarinum úr Norðdepli og Hvannasundi at vinna. Finalan Stóra finalan í FM kappróðr- inum í ár verður, tá ið 10- mannaførini fara at rógva um tvær vikur. Undan sjálvari fin- aluni er støðan tann, at Orm- urin og Havnarbáturin hava sama stigatal. Tann av hesum báðum, sum verður fremri á ólavsøku, verður meistari. Tað ber ikki til at ímynda sær, at spenningurin skal verða størri eftir seks kappingar, enn hann nú er tað. Havnarbáturin hevur vunn- ið tvær tær seinastu ferðirnar, og tí kann ikki annað sigast, enn at teir á Havnarbátinum mugu finna seg í at vera fav- orittar. Men talan er um so mikið tætta kapping, at tað væl kunnu vera teir heilt smáu lutirnir, sum fara at gera av, um tað verður tann hvíti ella tann blái báturin, sum verður meistari. Sum tað nú so ofta verður tikið til: Tað verður tann, sum rakar dagin, ið fer at vinna! Tað er lagt upp til sanna finalu Undan sjálvari finalu­ ni er støðan tann, at Ormurin og Havnar­ báturin hava sama stiga­ tal. Tann av hesum báð­ um, sum verður fremri á ólavsøku, verður meistari. Tað ber ikki til at ímynda sær, at spenningurin skal verða størri eftir seks kappingar, enn hann nú er tað Mynd: Jens Kristian Vang FCA í málríkum dysti Todi Jónsson og FC Amager eru langt síðan farin undir fyrireikingar til komandi kappingarár. Onkrar skiftingar hava verið í hópinum, og venjingardystir fylla alsamt meira í ætlanunum komandi vikurnar. Leygardagin royndi FC Amager seg ímóti Brønshøj. Hans Jørgensen, Erling Jacobsen og Páll Klettskarð royna seg allir í føroysku kappingini í løtuni, og teir vóru tískil ikki við í hópinum. Úrslitið gjørdist 4-4. Daniel Udsen, Mohammed Abdalas, Jacob Josephsen og Alhagie B. Nije stóðu fyri málunum hjá FC Amager. Atli á blettinum Atli Danielsen skoraði einsamalla málið hjá Frem í venjingardystinum ímóti Sønderjyske leygardagin. Landsliðsleikarin legði gestirnar á odda við vøkrum beinleiðis frísparki, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin. Eisini Jón Rói Jacobsen var í verjuni hjá Frem, og heimasíðan hjá felagnum sigur, at hann var besti maður hjá Frem hendan dagin. Komandi venjingardystur hjá Frem er ímóti Toda Jónsson og FC Amager. 25