mánadagur 14. juli 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
tíðindi
Nr. 133 - 14. juli 2008
Blóðugur sunnudagur í donsku ferðsluni
Farna vikuskiftið vóru óvanliga nógvar ferðsluvanlukkur í Danmark. Í gjár vóru fýra vanlukkur á teimum
jútsku landavegunum, sum kostaðu fýra fólkum lívið. Trý fólk, sum fingu skaða, eru í lívsvanda.
Tann fyrsta vanlukkan var gjáramnorgunin, tá ein 28 ára gamal maður doyði í einum bilsamanstoyti
við Holstebro. Seinni doyði ein maður á motorsúklu eftir samanstoyt við ein bil nærhendis Horsens. Um
somu tíð lat ein 38 ára gamal maður á motorsúklu lív, tá hann snaraði út fyri ein bil. Tann seinasta
vanlukkan í gjár var seinnapartin, tá ein motorsúkla rendi á ein mann, sum var til gongu. Tann ákoyrdi
doyði beinanvegin, og tann, sum koyrdi motorsúkluna, fekk stóran skaða.
Við Hobro var eitt álvarssamt ferðsluóhapp, har tveir menn fingu stóran skaða.
E elski Førjar hevði
frumframførslu í
Norðurlandahúsinum
í gjár. Leikurin tekur
støði í sendingini, ið
varð sýnd í Sjónvarpi
Føroya í vár. Flestu
leiklutirnir eru teir
somu, men nýggjar
senur og leiklutir eru
gjørdar til. Summar
senur eru sera beinrak
nar og væl spældar,
meðan aðrar vóru
alt ov tungar og lang
drignar. Góðskan er
tískil sera misjøvn
ummæli
Bjørk K. Olsen
bjork@sosialurin.fo
E elski Førjar hevði frum
framsýning í Norðurlanda
húsinum í gjárkvøldi. Fram
førslan byggir á teimum seks
sendingunum, ið vórðu send
ar í SVF í apríl og mai mán
aða. Flestu senurnar vóru við
somu leiklutunum, ið vóru í
sendingini. Samkyndi Kjart
an prædikar um »innara
gjeikaran«, og lekra parið,
Remi og Rosely, svinga mjad
narnar í allarlekrasta stíli, ið
vit kenna tey best. Senurnar
eru nýggjar, og eisini eru
nýggjar leiklutir gjørdar til
leikin. Góðskan er tó sera
misjøvn. Summar senur eru
sterkar, stuttligar, og boðskap
urin sæst týðiliga, meðan aðr
ar eru tungar, keðiligar og
langdrignar. Tað er harmiligt,
at draga góðskuna niður á
slíkan hátt, tá tað sæst, at leik
urin hevði kunnað verið heilt
góður.
Ójøvn góðska
Sjúrður Skaale rakti øll
konufólkahjørtu, tá hann,
sum tann fyrsti á pallinum,
kom sum samkyndi Kjartan
í páfuglabúna og viftandi
ørmum. Sjáldan sær mann
síggja slíkan kventil. Sjúrð
ur Skaale megnaði sínar leik
lutir væl, men skiftandi støði
var hjá hinum fýra leikarun
um. Bárður Persson megn
aði ikki sín leiklut sum tann
illi Sofus. Leikluturin var
yvirspældur og tískil einki
stuttligur. Hesu misstøkini
gjørdu góðskuna misjavna
og trekti støðið niður. Hin
vegin spældi Bárður Persson
ein tann besta leiklutin í leik
inum, nevnliga ein gamlan
mann við knívi í høvdinum,
ið royndi at fáa læknahjálp.
Hesin parturin varð spældur
var honum og Sjúrða Skaale,
ið saman ironiseraðu før
oyska sjúkrahúsverkið.
Kent og ókent
Vælkendu leiklutirnar síggj
ast aftur í leikinum, men sen
urnar eru nýggjar, og aðrar
leiklutir eru gjørdar til. Væl
kendi, heimkæri Haraldur,
danska kona hansara Pernille
og dóttirin, Søs, vitja í Føroy
um, og sjálvandi koma nati
onalistisku kenslurnar hjá
Haraldi sterkt fram, meðan
Pernille og Søs ikki skilja
petti, tí tað er jú bara: ”skide
Færøerne.” Leikurin fer síð
an eisini út sum sendinga og
leggur stóran dent á ymiskar
mentanir í Føroyum, har Elsa
Maria Magnusardóttir og Jen
sina Olsen veruliga fingu
fjøldina at taka um búkin av
láturkrampa, tá tær spældu
tvær bulgariskar flakakvinn
ur, ið dáma sera, sera væl
føroysk mannfólk. Men aftur
hesa ferð kom leikurin í
góðskuvanda, tá Elsa Maria
Magnusardóttir Olsen ikki
megnaði
leiklutin
sum
svenskari í Føroyum, og sen
an gjørdist tung, tí boðskap
urin sást ikki, og støðið datt
aftur niður.
Vit kenna tey aftur
Vit kunnu øll kenna persón
arnar í E elski Førjar aftur.
Leikurin er ein rein ironi av
menniskjuni og føroyska
samfelagnum. Uttan at hugsa
rationelt elskar tjóðskaparligi
Haraldur heilhjartað og blint
okkara
lítla
oyggjaland,
Føroyar, og vit kunnu taka
okkum um høvdið, flenna og
hugsa: ”Á, nei, eg eri akkurát
líka.”
Havnafólk
kunnu
umhugsa sítt snævurskygni
til bygdirnar, tá Remi og
Rosely við spentum vøddum
og pushup bróstahaldara
svingandi ganga eftir senuni
og eru syrgin um tey ólekru
bygdafólkini, ið hava djór og
annað, tey halda vera skitið.
Sjúrður Skaale, ið stendur aft
an fyri verkætlanina, dugir
ótrúliga væl at fáa fólk at
flenna og stuttleika sær, með
an tey samstundis fáa nakað
at hugsa um, tá sjúkrahús
verkið verður ironiserað, og
gjøldur verður gjørdur burtur
úr ávirkanini, samfelagið og
fjølmiðlar hava á tey ungu, tá
ein tannáringur skuldsetur
skúlastjóran fyri at gera seg
inn á hana, tá hann vil práta
við hana um hennara van
røkta skúlagongd. Ætlanin
við leikinum er góð, spei
semið er sterkt, og tí er sera
harmiligt, at góðskan í leik
lutunum er ov misjøvn.
Leikarir:
Sjúrður Skaale
Lív Reynheim
Jensina Olsen
Bárður Persson
Elsa Maria
Magnusardóttir Olsen
Tónleikur:
James Olsen
Kim Hansen
Pauli Magnussen
Misjavnar Førjar
27