Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-14, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juli 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 133 - 14. juli 2008 Stutt Sagt Tony Snow deyður Tony Snow, sum var tals­ maður hjá George W. Bush, forseta og Hvítu Húsunum í Washington í hálvtannað ár, doyði um vikuskiftið. Tony Snow fór frá sum talsmaður í august í fjør av heilsuávum. Hann hevði krabbamein og var 53 ára gamal, bú hann doyði. Tony Snow arbeiddi hjá sjónvarpinum Fox, áðrenn hann bleiv for­ setatalsmaður, og sambært BBC fór hann aftur í starv hjá Fox, tá hann gavst í Hvítu Húsunum. Tony Snow arbeiddi eisini saman við Geroeg Bush eldra, tá hesin var forseti. Uppgávan hjá Tony Snow tá var at skriva nógvar av høvuðsrøðunum hjá Bush. Tony Snow Mynd: AP Ivi um trygd Ein tilburður á JFK­flog­ vøllinum í New York fríggjadagin hevur fingið fleiri at seta spurnartekin við trygdina á flogvøllin­ um. Flogskiparin á einum Boeing 757­flogfari fór skeivur, tá hann skuldi seta flogfarið, og tað noyddist tí at flúgva í ring, áðrenn tað kundi gera eina roynd afturat. Á ringferðini kom flogfarið í vegin fyri eitt annað flogfar, sum júst var farið á flog, skrivar AP. Am­ erikonsku loftferðslumynd­ ugleikarnir hava roynt at sissa fólk við at visa á, at tað vóru 800 metrar ímill­ um tey bæði flogførini, men flúgvileiðararnir á JFK­flogvøllinum siga, at tað vóru bara 200 metrar ímillum tey bæði flog­ førini. Ivi um trygdina á JFK-flog- vøllinum Mynd: AP SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Eg havi skyldu til at vera opin og at siga sannleikan fyri ikki at geva fólkinum falskar vónir Raul Castro, forseti útlond Tað er ikki fallið í góða jørð í Iran, at John McCain mælir til at senda sigarettir til Iran, sum iranar kunnu roykja seg í hel Republikanska forsetaval­ evnið í USA, John McCain, hevur ongantíð verið høgt í metum í Iran, og nú ber av. Hesaferð hevur hann fingið øði í iranska stýrið, tí hann hevur sagt, at tað besta, sum kann fáast burtur úr sigarettum, er at senda tær til Iran, sum iranar kunnu beina sær sjálvum við at roykja seg í hel. ­ Tað er skammiligt, at nakar skal siga slíkt, og so mikið verri er tað, at hesin sami maður bjóðar sær til at leiða ta tjóðina, sum sigur seg sjálva vera tað mest siðmentaðu í heiminum, sig­ ur uttanríkisráðið í Teheran. Tað var í síðstu viku, at John McCain kom við síni viðmerking um sigarettsøl­ una til Iran. Tey, sum vóru hjástødd, varnaðust, at kona hansara, Cindy, togaði í hann. Eins og iranar mundi hon halda, at hann hevði sagt í meira lagi, skrivar AP. ­ A tað eydnaðist 15 krígs­ fangum at flýggja mikudag­ in 2. juli var ein beinleiðis avleiðing av teirri vanæri­ ligu svikagerðini hjá Cesar og Enriqe, sum sviku koll­ veltingina og misbrúktu tað álit, sum teir høvdu fingið, stendur í einari fráboðan frá FARC, sum bleiv almanna­ kunngjørd um vikuskiftið. Cesar og Enriqe, sum verða nevndir í fráboðanini, eita í veruleikanum Gerado Aguilar og Alexander Far­ fan. Teir vórðu tiknir í ein­ um átaki hjá kolombiska stjórnarherinum herfyri, og nú vil FARC vera við, at tað vóru teir, sum hjálptu stjórn­ arherinum at fría Ingrid Bet­ ancourt og 14 aðrar gíslar. Sambært frágreiðingini fylgdu Gerardo Aguilar og Alexander Farfan gíslunum umborð á eina tyrlu. Teir høvdu greitt fangavørðunum frá, at gíslarnir skuldu flyt­ ast til eina aðra legu, men tá fangavørðarnir komu í tyrluna, blivu teir tiknir. Tað vísti seg, at menninir í tyrluni vóru frá kolombisku fregnartænastuni. Hóast tann dygga smeitin sigur FARC seg framvegis vera til reiðar at tingast við stjórnina um eitt fangabýti. Hildið verður, at FARC hevur umleið 700 gíslar. FARC: Okkara egnu sviku okkum Iranar kunnu roykja seg í hel Kina brýtur vápna- bann Tíðindafólk hjá bretska kringvarpinum BBC siga seg hava funnið prógv fyri, at Kina hevur selt stýrinum í Sudan vápn og aðra hernaðarútgerð, hó­ ast tað er bannað sambært einari samtykt hjá ST. Bretsku tíðindafólkini siga, at í sudanska lands­ partinum Darfur hava tey sæð kinesisk hernaðarak­ før, sum komu til Sudan í 2005, og tey siga seg eis­ ini hava rættiliga greiðar ábendingar um, at flog­ skiparar hjá sudanska flogvápninum hava fingið venjing í Kina. Tíðindafolk hava fyrr sagt, at tey hava sæð kin­ esisk stríðsflogfør av slagnum A5 Fantan í Dar­ fur, men tá var svarið úr Beijing, at flogførini vórðu send til Sudan, áðr­ enn vápnabannið hjá ST kom í gildi. Gerado Aguilar og Alexander Farfan vórðu tiknir herfyri. Seinni hjálptu teir herinum at fría gíslar hjá FARC Mynd: AP Uppreistrarrørslan í Kolombia sigur nú, at hon bleiv svikin av sínum egnu, tá Ingrid Betancourt og aðrir gíslar sluppu leysir