mánadagur 14. juli 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 - 14. juli 2008
29
lýsingar
Menningar-
leiðari
Sum komandi menningarleiðari hjá Sim-
prentis samskipar tú menningina av
teldusimuleringum, ið verða nýttar á út-
búgvingarstovnum og í oljufeløgum um
allan heim.
Saman við serfrøðingum innan forritan,
námsfrøði og oljuvinnu ber tú so í bandi,
at simuleringarnar bæði námsfrøðiliga
og tøkniliga eru í heimsflokki.
Tú hevur sera góðar leiðsluførleikar,
førleikar innan menning av ritbúnaði og
dugir at seta teg inn í nýggj øki.
Til ta røttu ella tann rætta kunnu vit
bjóða góða løn og eitt fjølbroytt starv í
einum mennandi og altjóða umhvørvi.
Nakað av ferðing er uttanlands.
Starvsumsóknir skulu vera okkum í hendi
fríggjadagin 8. august 2008 kl 15.00 og
skulu stílast til oe@simprentis.com ella:
Simprentis P/F
Niels Finsensgøta 8, Postboks 195
110 Tórshavn
Simprentis veitir útbúgving til fólk innan olju-
vinnuna grundað á simuleringar, sum felagið sjálvt
mennir. Grundhugsanin er, at fólk læra best, tá tey
fáa roynt seg og hava tað stuttligt. Skeið verða
veitt um allan heim, og 9 starvsfólk eru á skriv-
stovunum í Tórshavn, Aberdeen og Stavanger..
“Kanska tann mest spennandi KT-fyritøkan í landinum”
Vinnuvitan, 12. juni 2008
Størv á
Føroya Læraraskúla
Á Føroya Læraraskúla eru tvey føst størv sum
lærarar leys at seta frá 1. august 2008. Annað er
fulltíðarstarv í myndlist, og hitt er hálvtíðarstarv í
tónleiki og sangi.
Harafturat eru tímalærarastørv leys í samfelagsfrøði,
ítrótti og heimkunnleika.
Undirvíst verður á pedagogútbúgvingini og/ella
læraraútbúgvingini.
Førleikakrav er hægsta fakliga útbúgving innan økið,
námsfrøðilig útbúgving og royndin at undirvísa.
Roknað verður við, at tey settu eisini luttaka í
øðrum virksemi á stovninum, eitt nú toymisarbeiði,
menningarvirksemi og starvslæruvegleiðing, um-
framt at tey duga væl at samskifta og samstarva.
Løn og treytir annars sambært sáttmála við av-
varðandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita við at seta
seg í samband við rektaran joannes@flsk.fo, tlf.
21 18 22.
Umsóknarfreistin er mánadagin 30. juli 2008.
Umsóknir skulu sendast til
Føroya Læraraskúli
Att. Rektarin
Frælsið 20
Postboks 348
F0-110 Tórshavn
Á Føroya Læraraskúla eru tvær útbúgvingar, lærara- og peda-
gogútbúgving. Lestrarárið 2008/09 lesa 5 flokkar til lærara
og 5 til pedagog, samanlagt uml. 240 lesandi.. Fyri komandi 1.
flokkarnar verður lesturin skipaður á BA-støði. Frá 1. aug. 2008
verða Fróðskaparsetur Føroya, Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya
og Føroya Læraraskúli lagdir saman til ein stovn.
Summarfrí
Salongin er stongd frá 1. august.
Opið verður aftur 28. august.
HARRAKLIPPING
Vágsbotnur
FRÁBOÐAN UM
UMHVØRVISGÓÐKENNING
Við hesum verður gjørt kunnugt, at Umhvørvisstovan
tann 14. juli 2008, við heimild í grein 26 í løgtingslóg
nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd,
sum broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 14. mai 2008, og
kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994 grein 1, nr. 4 og 4a,
seinni broytt í grein 5, nr. 1 og 4 í kunngerð nr. 90 frá
28. september 2007, hevur góðkent:
Smoltstøðina hjá P/F Faroe Salmon, Húsar (S-04)
Góðkenningin liggur alment frammi á
Umhvørvisstovuni. Avgerðin kann kærast til
landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig
kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38,
FO-165 Argir, í seinasta lagi fýra vikur frá dags dato.
Góðkenningin kann somuleiðis síggjast á
heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni, www.us.fo .
FRÁBOÐAN UM
UMHVØRVISGÓÐKENNING
Við hesum verður gjørt kunnugt, at Umhvørvisstovan
tann 14. juli 2008, við heimild í grein 26 í løgtingslóg
nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd,
sum broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 14. mai 2008, og
kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994 grein 1, nr. 4 og 4a,
seinni broytt í grein 5, nr. 1 og 4 í kunngerð nr. 90 frá
28. september 2007, hevur góðkent:
Smoltstøðina hjá P/F Marine Harvest Faroes,
Hellurnar (S-12)
Góðkenningin liggur alment frammi á
Umhvørvisstovuni. Avgerðin kann kærast til
landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig
kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38,
FO-165 Argir, í seinasta lagi fýra vikur frá dags dato.
Góðkenningin kann somuleiðis síggjast á
heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni, www.us.fo .
Summarfrí
Vegna summafrí verður skrivstovan stongd frá
14. juli til og við 15. august 2008.
Sjúkrakassi Skála Læknadømis
490 Strendur · telefon 449 212 · Telefaks 449 232
T-postur : sjkhil@post.olivant.fo