Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-14, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juli 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 133 - 14. juli 2008 tíðindi -Tað skal vera mín vón, at minnið um henda mann, skúla- mannin, klóka telvaran og Føroya helst fyrsta intellektu- ella, fer at styrkja okkum í stríðnum at sigla nútíðar eins og framtíðar krøppu og lúnsku íður um Mjóvanes og úti á heimsins høvum, har landsins synir sigla segði løgmaður m.a. í røðu síni í Gøtu leygardagin, tá stand- mynd av Tróndi í Gøtu varð avdúkað. Standmynd Jan Müller jan@sosialurin.fo Myndir: Jan Müller og Ben Rasmussen -Tað er mær ein mikil heið- ur at avdúka standmyndina av størsta høvdinga í Føroya søgu, Tróndur í Gøtu. Hetta vóru fáu men avgjørdu orðini hjá Oddfríði Greger- sen, tá hann seinnapartin leygardagin avdúkaði stand- myndina av Tróndi í Gøtu í Gøtu. Sera nógv fólk vóru samankomin til hátíðar- haldið. Landsins hægsti politiski leiðari, løgmaður helt røðu og somuleiðis landsins hægsti andaligi leiðari, bispur. Eisini borg- arstjórin í Gøtu røddi á hátíðarhaldinum. Og Tórshavnar manskór setti sín serstaka dám á. Løgmaður Jóannes Eides- gaard segði m.a. :-Føroya søga varð skrivað av krist- num fólki í kristnari ment- an. Tí varð Sigmundur sjálv- sagda hetjan, sum kristni- boðarin og vinur hjá Noregs kongi, meðan Tróndur, fríð- ur í ásjón, reyðhærdur og frøknutur varð settur í døkt ljós og lýstur, sum óálítandi og grundarringur. Sum frá líður, er tað tó júst hesin seinni, Tróndur, ið hevur vunnið sær alsamt rúmari pláss í hugaheimi føroyinga. Ikki bara er hann klókur og snildur, dugnalig- ur taktikari og góður vin- Tróndur í Gøtu – okkara fyrsti m Jógvan Fríðriksson, bispur, Hans Pauli Olsen, listamaður og Jóannes Eidesgaardl, løgmaður frammanfyri standmyndina av Trónda í Gøtu Ein sera errin borgarstjóri eftir avdúkingina av standmynd Oddfríður Gregersen avdúkar standmyndina Tórshavnar manskór gjørdi løtuna ógloymiliga