mánadagur 14. juli 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 - 14. juli 2008
37
tíðindi
maður. Nei, hann er eisini
maður, hvørs megi ber um
deyðans gátt, eins og hjá
Óðini ella Gandálvi í Ring
anna Harra. Tróndur er, við
øðrum orðum, gandakallur.
Men hann er meira enn
tað.
Hjá honum stendur fyrsti
skúli í Føroya søgu. Brúka
vit nútíðar málburð, kunnu
vit siga, at Tróndur er okk
ara fyrsti mentamálaráðhar
ri.
Við hesum Tróndardøgum
skriva vit enn eitt kapitul
um Trónd. Tað er mín vón,
at vit við hesum kapitli for
telja um eitt fólk, sum varir
og lærir av søguni og í hen
ni sær vísdóm. Tí eitt fólk,
ið ikki lærir av søguni, er
dømt at elta fortíðar miss
lóðir.
Tað skal vera mín vón,
segði løgmaður víðari, at
minnið um henda mann,
skúlamannin, klóka telvaran
og Føroya helst fyrsta intel
lektuella, fer at styrkja okk
um í stríðnum at sigla nútíð
ar eins og framtíðar krøppu
og lúnsku íður um Mjóvanes
og úti á heimsins høvum,
har landsins synir sigla.
Við ynski um at vit við
støði í hesum minni varða
av okkara dýrabara náttúru
tilfeingi, at vit menna okk
ara útbúgving, at vit víðka
okkara verðsliga banka við
nýggjum hugskotsfæi, og at
vit í framhaldandi samljóði
skapa framburð og vælferð
– skal hiðani við Tróndar
grund við Gøtuvík, mín
heilsan vera egnu orð Trónd
ar:
Givnir eru einglar góðir
ganga ei eg eina má,
ferðum mínum fylgja fróir
fagrir einglar Guði frá;
biði bøn eg, fyri Krist
bera mína bøn teir vist;
syngi sálm eg Guð at æra,
sær hann til mín lut at vara.
Sosialurin fer í komandi
bløðum at hava frásagnir
frá aldarinnar hátíðarhaldi
í Gøtu. (Stór myndafrásøgn
er á Portalinum umframt liv
andi kykmyndir. Rás2 fer
seinnapartin í dag millum
klokkan 15 og 17 at varpa
út frá tiltakinum í Gøtu.)
mentamálaráðharri
Tórshavnar manskór sang undir standmyndini
Vafflubólkurin hevði úr at gera
Fleiri ættarlið frá Trónda í Gøtu
Løtan í Gøtu leygardagin var sera hátíðarlig
Nógv fólk var
samankomið til
hátíðarhaldið
Gøtufólk høvdu latið seg í víkingaklæði henda serstaka dag
Teir hugna sær í góðveðrinum í Gøtu.
Høvdingar og brøður hittast