Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 134 - 15. juli 2008 Tvær ferðir innan stutta tíð er herverk framt á eini hús í Lamba. Løgreglan stendur á berum og eigarin stendur spyrjandi eftir Herverk Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Tvær ferðir innan heilt stutta tíð er herverk framt á eini sethús í Lamba. Fyrru ferðina var á summarmála 21. juni, tá fleiri rútar á síð­ uni oman móti vegnum vórðu knústir í kjallaranum og í stovuhæddini. Løgregl­ an veit ikki, hvør gernings­ maðurin ella gerningsmenn­ irnir eru, og eigarin, Bjørn Finnsson, ivast í hvør orsøkin man vera til at hetta herverkið er framt. ­ At tað hendir einaferð er sjálvandi keðiligt, men slíkt hendir av og á. Húsini eru tryggjaði, og tryggingin tók við, soleiðs at allir rútar­ nir vóru skiftir, sigur Bjørn Finnsson. Ivast í motivinum Men longu leygardagin, 5. juli, varð aftur ein rútur knústur í kjallaranum. Allir rútarnir vóru júst tiknir burt­ ur og nýggir settir í, og hús­ ini vóru aftur nýtilig. Men tá sonur Bjørn Finnsson, Berg­ mann Finnsson, kemur á staðið aftur leygardagin eftir, er aftur ein rútur knúst­ ur, og steinurin liggur á kjall­ aragólvinum. Húsini eigur Bjørn Finnsson, sum býr í Kvívík. Hann hevur leigað húsið út til Jehova Vitni, og hann ivast í, um hetta hevur nakað við málið at gera. ­ Eg veit ikki, um tað at Jehova Vitni eru í húsinum, hevur nakað við málið at gera. Har eru jú summi, sum hava ilt av trúðarbólk­ inum, og ivasamt er, um hetta er orsøkin til herverk­ ið. Eg veit tað ikki, men hetta er væl hugsandi, greið­ ir Bjørn Finnsson frá. Løgreglan stendur á ber­ um í málinum, sigur Bjørn Finnsson, og gerningsmað­ urin ella gerningsmennirnir eru enn ókendir. Ikki fyrstu ferð Herverkið, sum nú er framt á húsini, er ikki tað fyrsta, ið Bjørn Finnsson hevur verið úti fyri við hesum hús­ unum. Har hevur fyrr verið innbrot, tá ein tjóvur fyrst royndi at bróta seg inn gjøgnum kjallaran, men varð forðaður av gólvlemm­ inum í uppgongdini. Hann gavst tó ikki so, og soraði rútin í høvuðsdyrnum, og slapp so inn tann vegin, og slapp avstað við nakað av brennivíni, ið stóð í húsun­ um. Tað málið er tó upp­ klárað, og gerningsmaðurin er tikin. ­ Tað er rættiliga keðiligt at koma út fyri slíkum. Eg búgvi í Kvívík hjá konuni, og havi tískil langan veg at koyra til húsini. Tí er tað rættiliga keðiligt, at eg ikki kann føla meg tryggan við, at húsini hava tað gott, og at sonur mín, Bergmann Finns­ son, sum býr á Glyvrum, verður noyddur at hava eftir­ lit við húsunum. Ein skuldi trúð at sovorið fekk frið, men soleiðs er bara ikki, fortelur ein harmur Bjørn Finnsson at enda. Umfatandi herverk í Lamba Hóast Atlantic Air­ ways hevur mælt til, at tollfría sølan verður flutt niður á jørðina, so merkir hetta á ongan hátt, at tey vilja sleppa hesum parti av inn­ tøkugrundarlagnum Handil Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyri stuttum varð staðfesta, at Vága Floghavn nú fær rætt at hava tollfríðar sølu­ búðir á Flogvøllinum. Ferðaskrivstovan 62 Norður hevur longu avtalu við Floghavnina um, at bert tey kunnu reka cafeteria og kiosk á Flogvøllinum, og tí siga tey seg meta, at tey longu hava einkarætt at reka tollfría sølubúð á flog­ vøllinum. Hetta visti Útvarp­ ið at siga í gjár. Atlantic vil ikki sleppa Kitty May Ellefsen, nevndar­ formaður fyri Vága Flog­ havn, segði við Útvarpið, at tey ikki meta sáttmálan við ferðaskrivstovuna fevna um tollfríar sølubúðir, og tí fer Vága Floghavn í næstum undir at byggja tvær sølu­ búðir. At talan nú verður um tollfría sølu á landjørðini er eftir tilmæli frá Atlantic Air­ ways, sum hesar seinastu mánaðirnar hevur roynt at endavent øllum hugsandi hættum at spara olju uppá. Ein av hesum er at flyta tollfríu søluna niður á jørð­ ina, og hetta hevur tvinnar orsøkir, sigur Magni Arge. ­ Partvíst er hetta fyri at minka um CO2 útlátið fyri hvørt ferðafólkið. Bæði tí hetta sparir eitt fólk umborð, og tí vit tá hava minni vekt umborð. Tað er eisini tað, sum er hugskotið við, at fólk eisini sleppa at keypa tollfrítt, eftir at tey eru lend. Tá nýtist teimum heldur ikki at taka fleiri kilo av tollfríum við sær umborð á flogfarið, tá flogið verður heim. Og tað er á heimferð­ ini, at størsti parturin av toll­ fríu søluni hevur verið, sig­ ur Magni Arge. ­ Men tað er klárt, at hetta eisini er ein partur av inn­ tøkugrundarlagnum hjá okkum. Og tí dugi eg ikki at síggja nakra orsøk til, at eitt cafeteria á Flogvøllinum nú skal hava inntøkurnar av hesum. ­ Tí umframt umhvørvis­ liga partin av hesum, so hev­ ur hetta málið eisini eina fíggjarliga síðu. Hon er, at vit fegin vilja hjálpa við til at skapa nakrar inntøkur til flogvøllin. Tí inntøkur skulu eisini til hjá flogvøll­ inum, og kunnu tær ikki fáast aðrar vegir, so enda tann rokningin hjá okkum. Og harvið eisini hjá ferða­ fólkunum. Og tí er rokni­ stykkið við tollfríu søluni eisini sera einfalt. Antin verður hetta framhaldandi ein partur av grundarlagnum hjá okkum, ella eisini endar rokningin uppi á ferðaseðl­ unum, sigur Magni Arge. Ætla ikki at sleppa søluni Mynd: Magni Arge Stjórin í Atlantic Airways hevur ongan tíð havt ætlanir um, at flogfelagið skal sleppa tollfríu søluni, fyri tí um hendan ikki longur gongur fyri seg umborð á flogførunum Føroya Bjór byggir goymslubygning Føroya Bjór hevur fingið byggiloyvi til goymslubygning frá Tórshavnar kommunu. Føroya Bjór hevur tvey grund­ stykki í Havnardali. Tórshavnar kommuna sigur, at fyri­ tøkan noyðist at byggja á grundstykkjunum, annars fara hesi aftur til kommuna. Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, greiðir frá, at bygningurin fer at avlasta goymsluna í Klaks­ vík. Bygningurin verður einar 600 kvadratmetur, ið er 100 kvadratmetur størri enn goymsluna, ið longu er í Tórshavn. Minni álit á búskapin Treystitalið hjá føroyska brúkaranum fall í juni mánaði úr 24 niður í ­5 stig, skrivar Fíggjarmálaráðið á heimasíðu sínari. Fallið í samlaða treystitalinum sæst aftur í tilfeingisvinnuni við færri bíleggingum og útlitum fyri minkandi framleiðslu komandi árið. Tænastuvinnan hevur havt framgongd og vøkstur í eftirspurninginum, men vøksturin er minni nú enn hann hevur verið. Føroyski brúkarin metir, at arbeiðsloysið fer at vaksa, men hann væntar eisini, at hansara privata fíggjarstøða fer at versna og at hann fer at spara minni saman komandi árið. Umfatandi herverk er framt á hesi húsini tvær ferðir seinasta mánaðin. Løgreglan stendur enn á berum Mynd: Jens Kristian Vang