týsdagur 15. juli 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 134 - 15. juli 2008
Eingin á varðhaldi
Sjófrágreðingin í gjár staðfesti, at eingin var á varðhaldi á
brúnni, tá Heykur og Falkur stoyttu saman næst seinasta
leygardag. Sambært Útvarpinum, so staðfesti stýrimaður
in á Heyki, at talan helst var um óansni, og at eingin –
umframt stýrimaðurin sjálvur – var á brúnni, tá óhappið
hendi. Skiparin á Falki greiddi frá, at tað ikki er vanligt at
hava fólk á varðhaldi, tá hálað verður. Bæði skipari og
stýrimaður hava greitt frá, at breidilketan á trolinum var
farin, og tað kann hava gjørt sítt til, at skipini hava
nærkast skjótari enn vanligt, stendur at lesa á uf.fo.
Rentuhækking hjá Eik
Eik hækkaði í dag renturnar á flestu konti við 0,35
prosentstigum. Talan er um eina rentuhækking, sum
kemur í kjalarvørrinum av, at Tjóðbankin í tveimum
umførum hevur hækkað tær leiðandi renturnar við
tilsamans 0,35 prosentum p.a. Rentan á flestu inn og
útlánum verður hækkað við 0,35 prosentum p.a. Innlán
uttan uppsøgn verða óbroytt, meðan eftirlønaruppsparing
ar hækka við 0,6 prosentum p.a.
Handverk
í Mentan-
arhúsi-
num
Tey, ið kundu hugsa
sær at lært gamla
hondverkið tøving,
og tey sum hava
áhuga í máling, fáa
nú aftur høvi at
royna seg
Handverk
tíðindaskriv
Hetta er triðja árið á rað,
at Mentanarhúsið í Fugla
firði verður karmur um
skapandi skeiðini, sum
tær báðar Unn Eldevig
Petersen og Randi M.
Gunnarsdóttir, skipa fyri.
Skeiðini undanfarin ár
hava verið so væl umtókt,
at fyrireikararnir nú hava
valt, at hava tað í trimum
umførum,
soleiðis
at
pláss verður fyri fleiri
luttakarum. Fyrsta skeiði
var í mai, og tað næsta
verður í døgumum 18. –
20. Juli.
Unn Eldevig Petersen
sigur, at luttakararnir
koma úr øllum Føroyum,
og at hetta gjørdi skeiðs
umhvørvið enn meira
áhugavert. Stemningurin
var merktur av arbeiðs
hugi og kreativiteti, og
fólk tyktust at gloyma tíð
og stað.
Summi høvdu langt
at koyra til Fuglafjarðar,
men tey vóru so upptikin
av arbeiðinum, at tey
vildu ikki leggja amboð
ini fyrr enn seint á
kvøldi. Men longu tíðliga
morgunin eftir vóru tey
farin aftur til verka, sigur
Unn.
Skeiðið endar við fram
sýning, har luttakarar
kunnu sýna fram tað,
sum tey hava latið úr
hondum hesar dagarnar.
Í góðveðrinum í fjør varð
framsýningin flutt út á
torgið við Mentanarhús
ið, og varð hon sera væl
vitjað.
Nú verða tað løgtings
limirnir, sum skulu
gera av, um nógvir
sjúklingar framvegis
skulu fáa neyðugan
heilivág restina av
árinum og um aðrir
sjúklingar kunnu
verða lagdir undir
skurð, ella um teir
mugu bíða til næsta ár
Heilsuverkið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Skulu tey trý sjúkrahúsini
sleppa undan álvarsligum
sparingum, sum fara at raka
sjúklingarnar meint, hava
tey brúk fyri 30 milliónum
krónum afturat í ár.
Og nú verður tað Løg
tingið, sum sleppur at gera
av, um sjúkrahúsini fáa pen
ingin ella ikki.
Men vøllurin er eisini krit
aður upp, skuldi tað hent, at
tey ikki fáa peningin.
Sjúkrahúsini hava latið
landsstýrismanninum
í
almannaog
heilsumálum
eina ætlan, har tey hava sett
tær sparingar upp, sum tey
halda at tað ber til at fremja
restina av árinum.
Í høvuðsheitum er talan
um at strika útreiðslurnar til
tann dýra, men avbera góða
heilivágin, sum sjúklingar
við gikt, sclerosu, krabba
meini, og øðrum álvarsamum
sjúkum, fáa.
Í øðrum lagi er talan um
at avlýsa allar skurðviðgerðir,
uttan tær, sum eru bráðneyð
ugar.
Men hóast øll hesi álvars
ligu inntrivini, verður undir
øllum umstøðum neyðugt at
lata heilsuverkinum eina
eykajáttan upp á slakar 20
milliónir.
Fingið grønt ljós
Men Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður í almanna
og heilsumálum, góðtekur
heldur ikki, at útreiðslurnar
til heilivág verða skerdar og
skurðviðgerðir útsettar.
Tað er væl ongin sum
helst ivi um, at sjúklingar
skulu hava heilivág og við
gerð og skerjir heilsuverkið
hesar útreiðslurnar, koma
tær bara upp á játtanina til
serviðgerð uttanlands og
aðrar játtanir, sigur hann.
Tí hevur hann nú kunnað
samgonguna um sína nið
urstøður. Tað hendi á fundi
mánadagin og samstundis
hevur hann eisini boðað frá,
at hann ætlar at søkja um
eina eykajáttan upp á góðar
30 milliónir krónur til heilsu
verkið, so at virksemið kann
halda fram at kalla óbroytt
restina av árinum.
Hann hevur eisini kunnað
samgonguna um, hvørjar
avleiðingar tað fer at fáa,
verður
peningurin
ikki
játtaður.
Eg eri ógvuliga fegin
um, at politiski viljin hjá
almanna og heilsumálaráð
num nú er skorin út í papp
og hann er, at ongin skal
missa sín heilivág og at
ongar skurðviðgerðir skulu
avlýsast, sigur Hans Pauli
Strøm.
Hann sigur eisini, at sam
gongan hevur givið honum
grønt ljós fyri at søkja um
eykajáttan og tað hevur hann
gjørt.
Ikki í hansara
hondum
Sostatt hevur hann spælt
bóltin víðari yvir til Lands
stýrismannin í fíggjarmálum
og til Føroya Løgting.
Hvørja lagnu umsóknin
um eykajáttan fær, liggur nú
púrasta í hondunum á Løg
tinginum.
Málið skal nú ganga sína
gongd og verður lagt fyri
Løgtingið beint eftir Ólav
søku.
Sostatt hevur Hans Pauli
Strøm onga váttan fingið frá
samgonguni fyri, at umbønin
um
eykajáttan,
vinnur
frama.
Endamálið við fundinum
í samgonguni var ikki at
tryggja undirtøku í samgong
uni fyri umbønini um eyka
játtan.
Eg havi gjørt mína støðu
greiða, men nú er málið ikki
í mínum hondum longur, sig
ur Hans Pauli Strøm.
Hinvegin metir hann, at
fundurin í samgonguni var
positivur, so hann er avgjørt
bjartskygdur.
Hinvegin merkir hetta
ikki, at sjúkrahúsini sleppa
heilt undan at spara, tí Suð
uroyar Sjúkrahús skal spara
300.000 krónur, Klaksvíkar
Sjúkrahús
skal
spara
400.000 krónur og Lands
sjúkrahúsið skal spara tvær
milliónir.
Hetta er í veruleikanum
tað mesta, sum tey trý sjúkra
húsini kunnu spara, uttan at
darva virksemið í so stóran
um, at tað rakar sjúklingarnar,
sigur Hans Pauli Strøm.
Men, hvat hendir, skuldi
tað hent, at samgongan og
Løgtingið ikki tekur undir
við eykajáttanini, vil hann
ikki siga.
Men hann hevur áður
gjørt púra greitt, at hann góð
tekur undir ongum umstøð
um, at so ógvusligar spar
ingar verða settar í verk,
sum tað her er talan um, tí
tað kann samgongan ikki
liva við.
Lagnan hjá sjúklingum løgd
í hendurnar á Løgtinginum
Nú er lagnan hjá sjúklingunum á teimum trimum sjúkrahúsunum ikki longur í mínum hondum, sigur Hans Pauli Strøm