týsdagur 15. juli 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 134 - 15. juli 2008
Barbara gevst á Kvinnu
Eftir 10 mánaðir í starvinum gevst Barbara Samuelsen sum
blaðstjóri á Kvinnu. Barbara hevur hesa tíðina verið í
farloyvi frá starvi sínum í Kringvarpinum, men við
Dimmalætting sigur hon, at hon nú leitar aftur til
Kringvarpið. - Sum programfólk arbeiði eg sjálv við
sendingunum, men sum blaðstjóri býti eg arbeiði út. Mær
dámar væl at vera úti í feltinum, og tað føli eg at eg geri
sum programfólk, sigur hon við blaðið.
Metlágt arbeiðsloysi
Hagstovan skrivar á heimasíðu sínari, at arbeiðsloysið í juni
mánaði var 1,1%. Arbeiðsloysið verður roknað í mun til arbeiðs-
fjøldina, ið eru tey, sum eru tøk á arbeiðsmarknaðinum, tvs.
annaðhvørt hava eitt arbeiði ella eru arbeiðsleys. Vanliga verður
arbeiðsfjøldin roknað millum 15-74 ára gomul, men av tí at
bert 16-66 ára gomul kunnu fáa stuðul vegna arbeiðsloysi,
verður arbeiðsfjøldin avmarkað til henda aldursbólk, áðrenn
prosentið verður roknað. Hjá mannfólki er arbeiðsloysið 0,8%,
meðan tað hjá konufólki er nærum dupult so stórt, 1,4%. Øll
trý tølini eru tó enn einaferð søgulig botnmet.
Kanningin, sum skal
endavenda fíggjarligu
viðurskiftunum
í føroyska heilsu
verkinum, er sett
í verk. Tann, sum
ger kanningina, er
besta danska ráð
gevaravirkið hesi
bæði seinastu árini
Kanning
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er skjøtil settur á kann-
ingina, sum samgongan
fyrr í summar avtalaði at
seta í verk av fíggjarligur
viðurskiftunum í føroyska
heilsuverkinum.
Landsstýrið hevur gjørt
av at biðja danska ráðgevara-
virkið, Valcon, gera kanning-
ina og sum tað sæst í hinari
greinini á síðuni, er arbeiðs-
setningurin
gjørdur
og
sendur ráðgevaranum.
Og talan skal vera um
eina
rættiliga
djúptøkna
kanning, har øll tey fíggj-
arligu viðurskiftini í heilsu-
verkinum, skulu undir sjón-
eykuna.
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður í almanna-og
heilsumálum, sigur, at bein-
leiðis orsøkin til kanningina,
er, at útreiðslurnar til heilsu-
verkið eru ógvusliga hækk-
aðar seinastu árini, men
hóast tað, hava sjúkrahúsini
kortini brúkt munandi meiri
enn tey hava fingið játtað á
fíggjarlógini.
Kanningin skal fevna um
fíggjarviðurskiftini frá 2003
til 2008 og endamálið er at
kortleggja út í æsir øll tey
fíggjarligu viðurskiftini í
heilsuverkinum á teimum
trimum sjúkrahúsunum.
- Hetta er ein fíggjarætlan-
ar-kanning, sum skal avdúka
um vit fáa nóg mikið fyri
tann pening, sum Løgtingið
hvørt ár játtar heilsuverkin-
um, sigur landsstýrismaðu-
rin.
- Hinvegin skal kanningin
eisini vísa um vit í veru-
leikanum áttu at játta meiri
pening til heilsuverkið við
atliti at teimum krøvum, vit
seta til tað.
- Kanningin skal eisini
avdúka, um heilsuverkið er
nóg væl skipað við trimum
sjúkrahúsum og um sjúkra-
húsini hvør sær hava skipað
seg nóg væl og somuleiðis
um samskipanin ímillum
tey trý sjúkrahúsini er nóg
góð.
Hinvegin er endamálið
við kanningini eisini at
avdúka, hví játtanirnar eru
hækkaðar so nógv hesi
síðstu árini og ikki minst,
hví tað hevur gingið so illa
hjá sjúkrahúsunum at halda
játtanirnar á fíggjarlógini.
At enda er ætlanin, at ráð-
gevaravirkið skal samanbera
útreiðslurnar til føroyska
heilsuverkið við útreiðslur-
nar til heilsuverkið í økjum,
vit kunnu samanbera okkum
við, eitt nú í Íslandi, í Álandi,
Í Gotlandi og á Bornholm.
- Samstundis skal gongdin
í játtanunum til heilsuverkið
í Føroyum hesi seinastu
árini, samanberast við gongd-
ina í hinum økjunum, sigur
Hans Pauli Strøm.
- At enda skal kanningin
samanbera útreiðslurnar til
heilsuverkið í Føroyum við
útreiðslurnar í hinum norður-
londunum eftir bruttotjóðar-
úrtøkuni og ráðgevaravirkið
skal somuleiðis geva eitt
boð upp á, hvussu gongdin í
útreiðslunum kunnu væntast
at verða tey næstu árini.
Og fyri at taka samanum,
skal ráðgevaravirkið eisini
evna til nøkur uppskot um,
hvussu fíggjarviðurskiftini í
heilsuverkinum kunnu fáast
í eina betri og tryggari legu.
Ávirkan næsta ár
Landsstýrismaðurin
í
Almanna-og heilsumálaráð-
num, sigur, at kanningin
skal vera liðug mitt í okto-
ber í ár.
Og leiðslurnar á teimum
trimum sjúkrahúsunum og
almenna umsitingin annars,
hevur skyldu at lata ráðgev-
arunum teir upplýsingar,
biðið verður um.
Hann sigur, at av tí at
úrslitið av kanningini kemur
so seint, er tað heilt ósann-
líkt, at tað fer at fáa nakra
ávirkan á raksturin av heilsu-
verkinum í ár.
- Men tað er heilt givið, at
úrslitið fer at fáa ávirkan á
játtanina á fíggjarlógina fyri
næsta ár, ger hann púra
greitt.
Tað verður ein stýrisbólkur
úr Landsstýrinum, sum skal
manna stýrisbólkin í sam-
bandi við kanningina. Í hon-
um sita Petur Alberg Lam-
hauge, aðalstjóri í fíggjar-
málaráðnum, sum verður
formaður. Hinir báðir limir-
nir eru Poul Geert Hansen,
aðalstjóri
í
almanna-og
heilsumálaráðnum og Marj-
un Hanusardóttir, løgmans-
stjóri.
Valcon er kent ráðgevara-
virkið og hesi bæði seinastu
árini, er tað kosið ársins
ráðgevaravirki í Danmark.
Tann, sum vil hava meiri
at vita um Valcon, kann leita
sær upplýsingar á www.
valcon.dk
Nú skal hvør steinur vendast á
teimum trimum sjúkrahúsunum
Arbeiðssetningurin
Hetta er arbeiðssetningurin, sum danska ráðgevaravirkið, Valcon, hevur fingið, nú
tað fer undir eina djúptøkna kanning av fíggjarligu viðurskiftunum í føroyska
heilsuverkinum
1) Økonomistyring:
Analyse af økonomistyringen samt identificering af hovedårsagerne til
stigningerne i udgifterne og merforbruget i forhold til bevillingerne.
2) Budgetproces:
Analyse af budgettprocessen, herunder vurdering af sammenhængen mellem
aktiviteten og det tildelte budget på finansloven.
3) Benchmarking:
a) Sammenligning af udgiftsniveauet og udviklingen i udgifterne til driften i
forhold til udgifterne i andre lande/geografiske områder som Island, Åland,
Gotland og Bornholm.
b) Sammenligning af de nationaløkonomiske udgifter til sygehus- og
sundhedsvæsen på Færøerne i forhold til andre nordiske lande - opgjort som
andel af BNP, BNI og pr. person, samt forventninger til kommende års udvikling
i udgifterne til sundhedsvæsene, f.eks. baseret på oplysninger fra OECD eller
lignende.
4) Forslag til forbedringer:
På baggrund af analysen i hendhold til punkt 1-3 skal der udarbejdes et
begrundet forslag til forbedring af de økonomiske og styringsmæssige forhold
samt af budgetprocessen.
FAKTA
Peninganýtslan í føroyska
heilsuverkinum skal nú undir
sjóneykuna fyri at vita, um
vit fáa nokk fyri pengarnar,
ella um tað enntá er neyðugt
við meiri pengum