Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 134 - 15. juli 2008 Jazzur á Hvonn Týskvøld er aftur og tískil er jazzur á Hvonn. Hesaferð er tað DJ’azz tónleikur við Rúna Eysturlíð. Rúni hevur áður verið DJ á Hvonn, og hava tey kvøldini verið sera væl umtøkt. Rúni situr við mikrofonina frá kl 21. Sum fyrireikararnir taka til: Tað er týskvøldið, tað er á Hvonn, tað er jazzur. Tað er tað! Ansið eftir e-malinum KT-trygdarfyritøkan, Symantec, sigur nú, at svik við privatum teldupost-adressum gerst alt meira vanligt. Við at bróta seg inn á privatar e-mail konti senda teldusníkar boð til vinir hjá teimum, sum eiga adressuna, har spurt verður, um tey kunnu læna ávísa krónuupphædd. Tað er nú ikki øll, sum glaðbeint leypa til heimagreiðsluna at flyta peningin, men frá Symantec verður kortini mint á, at tað ikki longur er nóg mikið at ansa eftir teldupostum frá fremmandum. Tað verður Birgir Kruse, ritstjóri, ið skal samskipa 100 ára hátíðarhaldið hjá Tórshavnar Kommunu næsta ár HátíðarHald Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í sambandi við at Tórshavn- ar Kommuna fyllir 100 ár næsta ár, er Birgir Kruse, ritstjóri á Skúlabókagrunn- inum, settur í starv hjá Býráðnum frá 1. september sum samskipari av stóra hátíðarhaldinum Spentur uppá uppgávuna Birgir greiðir frá, at helvtin av arbeiðinum verður undir Mentamáladeildini í sam- bandi við sjálvt hátíðar- haldið, meðan hin helvtin er kunningararbeiði í Mið- fyrisitingini. - Eri ógvuliga spentur uppá og fegin um uppgáv- una. Umframt tað reint fak- liga, so er spennandi at sleppa at arbeiða í einum umhvørvi mitt á Vaglinum, har vælvald listaverk eru alla staðni kring teg. Tað gevur eitt fantastiskt umhvørvi, sigur Birgir Kruse, sum hetta tíðarskeið- ið fer í farloyvi frá starvin- um sum ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni fram til ársbyrjan 2010. Birgir Kruse samskipar 100 ára hald Býarbókasavnið bjóðar nú øllum børnum at deila sína bestu ella ringastu lesiuppliving við onnur og kanska vinna eitt gávukort afturfyri Bøkur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í nýggju summarkappingini hjá Býarbókasavninum fáa øll børn í 2. til 10. flokk nú kjansin at siga sína hjartans meining, um onkra bók, tey hava lisið. Bæði um bókin var framúr góð ella so vána- lig, at onnur mugu ávarast ímóti henni. 18. august trekkja tey á Býarbókasavn- inum so lut, og tá fæst at vita, hvørji trý ummæli hava vunnið eitt gávukort á 300 krónur. Bíða spent Á Býarbókasavninum hava í tvey ár nú havt eina serliga heimasíðu fyri børnini. Síð- an eitur Títt Barnabarna- bókasavn, og har kunnu øll børn í Føroyum sleppa at lesa ummælini hjá hvørjum øðrum. Eisini er tað serliga lætt hjá børnunum at leita eftir bókum á hesi síðuni, sum hevur eina rúgvu av mynd- um, sum vísa tey ymsu sløgini av bókum. Her hava børnini eisini møguleika at siga sína hugsan um ymsar bøkur, men á Býarbókasavn- inum kundu tey hugsað sær at sæð enn fleiri bókaum- mæli frá børnunum. - Nógv børn eru ófør at lesa bøkur og ofta er tað serliga stuttligt, um tú kanst deila, tað tú hevur lisið við onnur børn, heldur Kristina Petersen, bókavørður, sum vónar at síggja nógv spenn- andi ummælir frá børnun- um. Òfør at lesa Annars vitja serliga nógv børn á Býarbókasavninum nú í summarfrítíðini, tá tey hava so góða tíð. Tey lesa og læna nógv ymiskt og nógv dáma serliga væl stutt- ligu bøkurnar um Herviliga Henry ella bøkurnar um detektivstovuna hjá Lassa og Maju. Fantasy bøkur eru eisini sera væl umtóktar millum børnuni, til dømis Harry Potter bøkurnar og tær um dóttir Skammarans. Eisini dámar børnunum væl ymsar uppdagilsisbøk- ur, so sum røðirnar ”Koldt blod”, Flukerne og røðina um Holger. Serliga til børnini, sum júst hava lært at lesa, kundi Kristina Petersen hugsað sær at meir var at velja í millum, tí tey lesa alt mill- um himmal og jørð. Annars eru børnini eisini ófør at leiga filmar, og har er okkurt til allar aldurs- bólkar – eisini filmar um Pingu til tey allarminstu. Børn kappast um at ummæla bøkur Nú ber til hjá børnunum at skriva bókaummæli og kanska vinna eitt gávukort afturfyri Birgir Kruse, ritstjóri, fegnast um avbjóðingina at samskipa mongu tiltøkini, ið fara at mynda stóra 100 ára hátíðarhaldi hjá Tórshavnar Kommunu næsta ár Børnini eru ófør at vitja á Býarbókasavninum – serliga nú í summarfrítíðini, tá tey hava góða tíð