týsdagur 15. juli 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 134 - 15. juli 2008
Seinasta árið eru mat
vøruprísirnir hækk
aðir 6,9 prosent. Sam
anlagt eru prísirnir á
ravmagn og hita øktir
við 28,8 prosentum.
Hetta er metstórur
prísvøkstur síðani
brúkaraprístalið kom
í gildi í 2001
Brúkaramál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Ein og hvør, sum fer ein túr
til handils fær sjón fyri
søgn um at prísirnir eru
hækkaðir munandi seinastu
tíðina. Í nýggjasta brúkara
prístalinum frá Hagstovuni
sæst, at matvøruprísirnir
hækkaðu 6,9 prosent seinas
ta árið, meðan ravmagn og
hiti hækkaðu við heili 28,8
prosentum.
Methøg hækking
Hagstovan sigur, at vit í løt
uni eru vitni til størstu
økingina í brúkaraprístali
num síðani tað kom í gildi
fyrsta ársfjórðing 2001 –
bæði hvat viðvíkur ársfjórð
ings og árligan prísvøkst
ur.
Frá fyrsta til annan árs
fjórðing hækkaði brúkara
prístalið 2,2 prosent, úr
113,9 til 116,4, og seinastu
fýra ársfjórðingarnar er prís
talið hækkað 6,7 prosent.
Tað er framvegis prís
vøksturin á brennievni og
matvørum, sum toga prístal
ið uppeftir.
Prísurin á brenniolju til
húsarhald er farin 20,2 pro
sent upp, og prísirnir á
brennievni til bilar 11,5 pro
sent.
Dýrari matvørur
Allir matvørubólkar eru
dýrkaðir henda ársfjórðing
in, og stórur prísvøkstur
hevur verið á flestu mat
vørubólkum seinasta árið.
Samanlagt eru matvøru
prísirnir í handlum farnir
2,1 prosent upp, harav var
vøksturin fyrsta ársfjórðing
1,3 prosent. Fyri veitingar á
matstovum hevur prísvøkst
urin verið 4,1 prosent móti
2,6 prosentum fyrsta árs
fjórðing, og frítíð og mentan
er farið 1,1 prosent upp, ser
liga av prísvøkstri á ferðing
til útlond, sigur Hagstovan.
Prísirnir á oljum og fiti
evnum eru farnir 14,7 pro
sent upp, breyð og korn
vørur 9,9 prosent, mjólk,
ostur og egg 7,7 prosent.
Matvøruprísirnir samanlagt
eru í dag 6,9 prosent hægri
enn somu tíð í fjør.
Fyri býli samanlagt hevur
prísvøksturin verið 17,3
prosent seinastu tólv mánað
irnar. Av býlisútreiðslunum
eru tað serliga orkan, sum
hevur togað prístalið upp
eftir. Samanlagt eru prísirnir
á orku farnir 28,8 prosent
upp, brennioljan 42,7 og
ravmagn 8,1 prosent.
Eisini í útheiminum
Tað er ikki bara í Føroyum
at prísurin hækkar. Ógvis
ligur prísvøkstur hevur eisi
ni verið á matvørum kring
allan heim seinastu tíðina. Í
mai mánaði var árligi prís
vøksturin á matvørum í ES
londum 7,2 prosent í miðal.
Hetta er størsti prísvøkstur
í ES síðan 2001. Prísvøkst
urin í Evropa hevur verið
størstur í Eysturevropa og í
Íslandi og minstur í Sveis
og Noregi. Í Svøríki, Dan
mark og Finnlandi hevur
prísvøksturin verið omanfy
ri miðalvøksturin í ES, í
Føroyum beint undir, 6,9
prosent.
Orsøkirnar mangar
Í flestu londum eru tað prís
irnir á týðandi matvørum
sum mjólkarvørum, breyði
og kornvørum, sum brádliga
eru farnir upp í loft. Mangar
greiningar verða gjørdar av
prísvøkstrinum og um hvørj
ar orsøkirnar eru: eftirspurn
ingurin eftir landbúnaðar
vørum er vaksin, prísirnir á
orku, seti og handilstøðum
eru farnir upp, matvanar
broytast í menningarlond
um, akurskurðurin hevur
miseydnast mangastaðni og
dyrkilendi verður tikið til
brennievni.
Líkjast Danmark
Eisini í Føroyum og trimum
av grannalondum okkara er
árligi prísvøksturin á mat
vørum tann størsti í mong
ár. Prísgongdin á matvørum
í Føroyum síðan 2002 líkist
mest prísgongdini í Dan
mark, haðani mesti vøruinn
flutningurin kemur.
Stóru sveiggini í prís
gongdini í Íslandi endur
spegla í stóran mun krónu
virðið ímóti øðrum gjald
oyrum.
Noreg hevur eisini sína
krónu, men gjaldoyraviður
skifti hava ikki í sama mun
ávirkað prísgongdina har
hetta tíðarskeiðið. Prísfallið
í Noregi fyrsta og annan árs
fjórðing 2002 stóðst millum
annað av lækking í meir
virðisgjøldunum á matvør
um 1. juli 2001.
Nógv dýrari
at liva
Bæði í Noregi, Danmark og í Føroyum
hevur prísvøksturin í ár verið størstur
í vørubólkunum “breyð og kornvørur”,
“mjólkarvørur, ostur og egg” og
“matoljur og fitievni”. Útreiðslurnar
til hesar vørur eru umleið ein
triðingur av allari matvørunýtslu
hjá einum miðalhúski í øllum fýra
londunum
Nýtt enskt tilfar…
Føroya Skúlabókagrunnurin hevur givið út bókina Mandy at home. Workbook eftir
Unu Poulsen. Í hesari arbeiðsbókini eru fjølbroyttar uppgávur, har ið næmingurin
kann venja og menna sín førleika í enskum. Bókin er einnýtisbók og skipað á sama
hátt sum arbeiðsbókin til Mandy on holiday. Tekningarnar í bókini hava Hannis
Egholm, Anni Arge Lamhauge og Osvald Jacobsen gjørt. Skúlabókagrunnurin
hevur eisini givið út Mandy at home. Lærarabók, sum Una Poulsen somuleiðis
hevur greitt úr hondum. Lærarabókin er ætlað sum uppskot og hugskot til lærarar,
hvussu teir kunnu skipa sína undirvísing.
…og týskt tilfar
Týskt 1 eftir Gunnvá Dam, lærara, er skrivligt týskt til 8.
flokk. Hetta er fyrsta av trimum bókum. Týskt 1 er
uppgávubók til byrjanarundirvísing í týskum. Í bókini
eru grundleggjandi mállæruvenjingar í týskum, har
dentur verður lagdur á navnorð úr gerandisdegnum og
bendingarnar í nútíð og tátíð av sagnorðunum sein, haben
og werden.