Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 134 - 15. juli 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Lag: Lítla Elsa..... Góða mostir tú í dag ert 19 ár frá 100, og tú vita skalt, tað eru nógv, sum teg beundra, tí so høgan aldur einans sterkar kempur náa, vit øll vóna eisini tann møguleikan fáa. Fyri fáum árum síðan fyri tær vit stúrdu, maðurin við líggjanum lá eftir tær og lúrdi, men á honum vanst tú og til lívið vendi aftur, glað øll vóru fyri tað – tú okkar kæri skattur. Tá eg lítil var, eitt Paradís var Dalagøta, har var alt so spennandi – ein óroynd dreymafløta – bæði dukkuhús og vognur, Anders bløð í stakkum, kykmyndir og grammofon, og mjólkin var í pakkum! Svimjingin í Gundadali bar vist allan prísin, haðani til bakaran at keypa mangan ísin. Jú, tað vóru dagar sum eg ongantíð man gloyma, vit øll somul altíð hava følt hjá tykkum heima. Heiðaskákinum so mikið nógv helst takka kunnu fyri blíðskap, vælvild, fløva mangir gestir funnu, gjøgnum nógvar Ólavsøkur trygdarhavn tit vóru, og so hvørja ferð til Havnar ørindi vit fóru. Nú á Strondum búgva tit og hava skil á øllum – ætt og vinum, húsi, seyði, bøi ella fjøllum, mostir kennir alt og øll, og Jeffrei skrivar niður, ordanin so góður er, hann ger, sum hon hann biður. Tá ið skurðfjall verður gingið, mostir er í hopla hon tá okkum onnur fær frá dagsins strevi koblað. Og hon seymar blóðmørsindur, rullupylsur góðar, einki er ímóti, tá hon kjøtpylsu mær bjóðar. Hesar tær tær bestu eru, sum í Føroyum finnast, heldur ikki uttanlands kann nakra har eg minnast, og tá eg ein sang til tín á hesum degi geri, mangar tøkkir fyri góðar pylsur eg tær beri! Deiligt fyrr um summarið at koma inn á Strendur, arbeiði so púra sikkurt var til allar hendur, omma gjørdi pannukøkur, Jeffrei slerdi grasið, vit sum hundar hoyggjaðu og mostir leiddi vasið. Dagliga vit sóu fram ímóti kvøldi góðum, tí so farið varð á seiðaberg við børnum fróum. Klettin bestan funnu vit, og so var út at gjara spennandi hvør mundi størsta fiskinum av varða! Góða mostir tú mær givið hevur hesi minni, og mær dámar enn so væl at sita hjá tær inni, tú ein fróðarkvinna ert og hugnalig at hitta, míni børn tey kenna teg sum ommusysti fitta. Hendan sangin skuldi tú í fjør helst hava fingið betur seint enn ongantíð – nú árið eitt er gingið. Tó tú vita skalt, at vit øll ynskja tær av hjarta lukkan fatti teg og tíni – eina framtíð bjarta! Ingun Kirstin Henriksen á Strondum Til mostur á føðingardegnum 11. juli Sunnukvøldið 22. juni var veðrið av tí fagrasta. Sólstøður, har fjøllini stóðu so prúð og klár í høgættarlotinum. Hetta góðveðurskvøld andaðist Sigbjørg Jacob­ sen, fødd í Nólsoy, búsitandi í Havn. “Ein dag so røddin tagna skal, tí silvur­ strongur brostin er”, syngur skaldið. Hes­ in veruleiki gerst alra lutur. Kortini er løtan, tá andin verður drigin seinastu ferð, og tú veitst, at tann tú heldur av er farin handan sýn, trupul at góðtaka. Her endar alt, eingin vegur er aftur og lívið verður nú minnir. Hiðani og fram­ eftir kanst tú við sorgblídni og sakni bert minnast nærveruna, ljóðini, angan og alt annað, sum fylti gerandisdegin saman við tí, sum farin er. Sum blaðung fór Sigbjørg til Havnar at arbeiða, í handli og húspláss. Í 1958 gift­ ist hon við Thomas Paula Jacobsen, skip­ ara. Her byrjaði so eitt nýtt æviskeið hjá Sigbjørg. Ikki tí, at tað mundi var ókent fyri hana, tí í samtíðini høvdu flestu av medsystrum hennara sjómenn sum maka. Sigbjørg og Tummas búðu tó bert stutta tíð í Nólsoy, men fluttu til Havnar, har tey ognaðu sær eini fitt raðhús í Eystur­ býnum, og valdi Sigbjørg tá at vera heimagangandi. Seinni fór hon tó aftur út at arbeiða, fyrst sum reingerðarhjálp í gamla Bókhandli og seinni á Blinda­ stovninum, har hon undirvísti í matgerð. Í teirra heimi var altið fjálgt at koma á gátt, og munnu tey vera ótald, sum hava notið góðan blíðskap har. Livandi áhugin fyri samfelagsviðurskiftunum í heiminum gjørdi, at tú altíð fekk áhugavert prát um tað, sum var uppi í tíðini. Sigbjørg og Tummas fingu tvær døtur, Janet, sum býr í Danmark og Eydnu, sum býr í Hoyvík. Báðar eru giftar og eiga børn. Sigbjørg Jacobsen var næstelst av 4 systkjum. Og nú eru øll farin. Frá ungum var henni lagt í minni, at neyðugt var at vera sjálvbjargin og at vera takksom fyri tað, sum gerandislívið hevði at bjóða. Hetta var eisini hennara stavnhald í lívinum. Sigbjørg kravdi ikki av samfelagnum, men hevði sum aðalmál at svara hvørjum sítt og annars at seta tering eftir nering. Tað var hennara sannføring, at virkaði hin einstaki við sínum íbornu evnum, so var ríkiligt til øll. Hesin hugburður hevur eyðkent aldrandi ættarliðið, sum nú er um at søkka undir mold. Tey eiga heiðurin av, at vit liva í einum tryggum samfelag. Sigbjørg og Tummas vóru eitt livandi eyðkenni fyri hetta ættarlið ­ at arbeiða fyri felagsskapin, at virka uttan at vera kravmikil. Henda sannføring var eyðsýnd í ger­ andisdegnum hjá Sigbjørg, tí hóast hon var sjónveik, so legði hon stóran dent á at klára seg uttan hjálp frá øðrum og inn­ rætta seg eftir givnu fortreytunum. At vera glað fyri tað hon hevði og kundi og takka fyri, at støðan ikki var verri. Tí var tað ein fragd at síggja hana mat­ gera, seyma og binda við handalagi, sum flestu ikki er beskorið. Alt rundan um hana bar sjónlig prógv um ordan og røki­ skap. Ja, hon virkaði í gerandisdegnum sum fyrimynd fyri onnur. Kjølfesta lívsfatanin hjá Sigbjørg gjørdi, at hon ynskti, at børnini rundan um hana skuldu hava sum aðalmál at svara hvørjum sítt, at virka við góðsku og varsemi í gerandisdegnum. Kortini, so var hon altíð uppmerksom uppá, at gekk ikki alt eftir vild, so var hon atltíð til reiðar at hjálpa, har tað var neyðugt. Sigbjørg var tí sum ein klettur í gerandis­ degnum, ein fjálgur stuðul um ástóð. At hon ikki spardi seg var sjúkralegan hjá Tummas gott dømi um. Í hálvtannað ár var hon um hann heima allan sólar­ ringin, meðan hann alsamt viknaði av ringari sjúku. Hann var fyrimyndaliga passaður og sjónligt var, at hann var sera takksamur fyri at kunna vera heima sum longst. Henda umsorgan gjørdi, at Tumm­ as bert var innlagdur fáar dagar á Lands­ sjúkrahúsinum, áðrenn hann doyði. Stutt eftir at Tummas var deyður fyri 2½ ári síðani, gjørdist Sigbjørg sjálv illani sjúk. Við síni positivu lívssjón tók hon tó ringu støðuna sum hon kom og livdi eftir nýggju fortreytunum. Tí var hon eisini, tá tað leið móti enda­ num, ein fyrimynd fyri øll rundan um hana, tí hóast úrslitið var givið uppá for­ hond, so ynskti Sigbjørg fyrst og fremst, at børnini høvdu tað gott, at tey virkaðu frameftir, tí hennara støða bert var eitt fet móti onkrum betri. Tí passaði hetta danska orðatakið so væl til hennara lívs­ fatan: “Gud give mig sindsro til at acceptere de ting, jeg ikke kan ændre. Mod til at ændre de ting, jeg kan – og visdom at se forskellen.” Jú, Sigbjørg var góð við døturnar og familjur teirra. Ynskti at øllum gekst væl. Tí munnu Eydna og Janet kenna lívið aft­ ur í vakra sanginum um mammuna, har skaldið m.a. kvøður: “Góða mamma, tú sum lívið gav mær, Aftur koma barndómsdagar ei, men tey ljósu minni, eg fekk frá tær, vilja lýsa mær á lívsins leið.” Nú var so hennara æviskeið runnið. Tómt er í Geilartún 4. Afturlatin er grind, nú Sigbjørg fór heim í ævinleikan, har vit øll hittast aftur ein dag. Eitt gott lív, har ágrýtni og arbeiðssemi skaptu úrslitini, er lokið. Æra verður minnið um vermóðir og álitiskvinnuna Sigbjørg Jacobsen. Bjarni Djurholm Minningarorð um Sigbjørg Jacobsen