týsdagur 15. juli 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 15. juli 2008
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Tove Bjarkhamar and
aðist í Aalborg sunnu
dagin 65 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr
Hals Kirkju fríggjadagin
klokkan 13:00.
Poul Andreas Poulsen
av Skála andaðist á
Klaksvíkar Sjúkrahúsið
sunnudagin, 88 ára gam
al. Farið verður úr
kapellinum á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi
týsdagin
klokkan 19:00. Jarðar
ferðin verður úr Skála
kirkju mikudagin klokk
an 14:00.
Johanna Jacobsen av
Eiði, vanliga nevnd Jo
hanna í Pállshúsi, and
aðist á Landssjúkrahúsi
num sunnudagin, 94 ára
gomul. Bønarhald verð
ur
í
landssjúkrahús
kapellinum mikudagin
klokkan 18:00. Kistan
væntast í Eiðis Kirkju
klokkan 19:30. Jarðar
ferðin verður úr Eiðis
Kirkju hósdagin 14:00.
Tey, ið ynskja at minnast
Johonnu, kunnu lata
Missiónshúsiønum
á
Eiði eina gávu, konto í
peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Hósdagin 26. juni 2008 vóru 82 ár síðani mamma mín,
Ellemia Gregersen, var borin í heim úti í Heiðunum.
Henda sama morgun dró hon andan fyri seinastu ferð
í heimi sínum í Gøtu.
Við hennara síðsta andadrátti endaði eitt æviskeið,
sum hevur sett síni spor – bæði á ein og annan hátt.
Foreldur hennara vóru Dagmar og Hans Andrias
Nielsen. Hetta vóru dugnalig og evnalig fólk, sum
góðu mammu míni góða grund at byggja á. Hon var
elst av 9 systkjum, og onkursvegna legði hon eina
serliga ábyrgd í hesa støðu líka til ellisár.
Ellemia vaks upp í tríatiárunum, og hon mintist
mangan, hvussu trong korini vóru hjá teimum, sum
einans høvdu egna megi og nakað av jørð at líta á. Tó,
heimið lá við Skálafjørðin, og sildarveiðan gjørdi tí
góðan mun í gerandiskostinum. Hon plagdi at siga, at
tann nógvi sildamaturin í barnaárunum var orsøkin til
hennara góðu heilsu øll vaksnaárini.
Hon hevði rík minnir frá barnauppvøkstrinum. Segði
frá søgum, hon hoyrdi hjá abbanum á seglhúsloftinum,
um virksemi á Høgabóli, og hvussu brøður hennara
settu dám á gerandisdagin.
Skúlagongdin hjá Bjarnadal var sum hjá børnum
flest tá í tíðini – sjey ár og helst meginpartin annan
hvønn dag. Hon bleiv fermd í Skála kirkju í 1940. Tá
sá hon á fyrsta sinnið pápa mín, Ólav, sum hon giftist
við í 1949.
Men áðrenn hon flutti til Gøtu, tænti hon í Havn og
í fimm ár hjá Doktor Djurhuus, ella Heiðadoktaranum,
sum hann eisini varð nevndur. Hesi ár mundi hon læra
nógv av tí, sum eyðkendi hana restina av lívinum: Hon
var ábyrgdarfull, vælgerin, hevði ansni fyri tí vakra og
stílfulla, var áhaldandi og ærukær. Hon tók oftani til
ymiskt frá hesi tíðini, og tað var týðuligt, at støðið í
húsarhaldinum í Gøtu hevði røtur í doktaraheiminum í
Heiðunum.
Í 1946 rann saman millum mammu mína og pápa
mín. Hann gekk á skúla í Havn og seinni í Keypmanna
havn, so nógv brævasamskifti var hesi árini. Á sumri
1948 flutti mamma mín til Gøtu, og her varð hon búgv
andi, til hon sløknaði seksti ár seinni. Fyrstu tíðina
hjálpti hon til á bindistovuni hjá ommu míni, Suffiu
Gregersen, men í stórkava tann 10. desember í 1949
hildu foreldur míni brúdleypsgildi, sum stóð í trimum
húsum úti í Grógv.
Mamma mín hevði góð minnir um hetta brúdleyp.
Hon giftist inn í eina familju av vertskapsfólkum, og
tað setti sín dám á hesa og manga aðra løtuna í Gøtu.
Men, sum hon eisini plagdi at taka til, “vit komu
ikki til hús og skorin klæðir”. Tey keyptu húsini í Úti
guttastovu – heimi hjá langabba og ommu míni, Pól
Kristoffur og Johannu Poulsen. Húsini vóru illa farin
av eini minu, sum var brostin undir krígnum. So tað
var eitt stórt tak at fáa húsini til tað barnaheimið, ið eg
minnist, og sum tað stendur í dag.
Í fimti árunum komu børnini; fimm gentur annað
hvørt ár. Samstundis byrjaði pápi mín virksemi innan
rutukoyring, handil og tøtingarvirki. Seinni kom
reiðaravirksemi afturat. Hetta lat seg bert gera við
stórari hjálp frá mammu míni, bæði innan tað húsliga
og í virkseminum.
Soleiðis gjørdist familja og virksemi ein samanhang
andi eind – og hetta mundi vera ein orsøkin til stóru
menningina í seksti og sjeytiárunum. Øll góvu sítt til
at fáa virksemi til høldar – bæði børn og vaksin. Og
mamma mín sá tað sum sína fremstu uppgávu at verða
dyggasti stuðul faðir míns. Hetta mintist hann eisini í
einum sangi til teirra silvurbrúdleyp:
“Í mannatosi tey Ólav nevna,
men teinkja ei hvør hann hevur evna.
Um bert nú gætur góvu sær,
tey vistu kvinnan tann sterki var.”
Men júst sum alt stóð í besta blóma, trokaði seg ein
feigdar gestur á gátt Millum Áirnar. Pápi mín doyði av
krabba eftir einum ári í 1980. Mamma mín sat eftir
við ábyrgdini av víðfevndum virksemi, sum taldi stórt
virkið, handil, skip og eitt farmaskip í gerð. Smeiturin
gjørdist ikki minni av, at krøv og marknaðir broyttust
nógv tey fylgjandi árini.
Sostatt upplivdi mamma mín tað tvíkendu kenslu, at
verða við til byggja eitt stórfingið virksemi upp, og so
eisini at síggja hetta sama hvørva fyri ein stóran part.
Hetta var mangan beiskur biti hjá henni, men hon
royndi at finna sítt pláss í hesum meldri. Líka til fyri
kortum var hon virkin, bæði við at binda og baka til
útsøluna á Tøting, og eisini fekst hon við at leiga hús
út til ferðafólk.
Á hvørjum ári síðani sekstiárini hevur hon verið
nakrar vikur í summarhúsinum í Rørvig. Hetta var
hennara annað heim, og hon setti stóran prís uppá at
leita aftur á minnisríkar summar løtur, og geva førn
ingin víðari til næstu ættarlið.
Hon var sera røkin, og henni lá nógv á hjarta, at tað,
sum hon hevði ábyrgdina av, skuldi ongin kunna seta
ein fingur á. Somuleiðis hevði hon orku og samkenslu
til at taka sær av teimum, sum annars ikki høvdu nakr
an góðan. At verða gestablíður var ein sjálvfylgja, men
hon var ikki bangin fyri at siga sína meining, um hon
helt, at tað trongdi til. Somuleiðis var hon ófør til at
bera eina heilsan og siga nøkur orð, tá tey nærmastu
høvdu gildisdagar.
Ellemia var av einum ættarliði, sum sá sína fremstu
uppgávu í heiminum. Á brúdleypsmyndini frá ´49
hongur eitt útklipp frá einum blað; “Trý orð”, sum hon
hevði sum setning fyri sítt lív: “So leingi ein kona er
før fyri at veita manni sínum smíl, er hon vøkur. Tann
góða konan styðjar mann sín í avgerðum hansara, og
tekur sín part av ábyrgdini, tá ið galið gongur. Húsfriður
telur meira enn heimsfriður.”
Hon stuðlaði manni sínum, og hon tók sanniliga
eisini sína ábyrgd, tá ið ikki gekst eftir vild – kanska
betri enn mangur maður hevði megnað! Men hon var
eisini ein umsorgarfull mamma, sum legði nógv fyri at
hjálpa børnum sínum í teirra lívi. Mamma mín fylgdi
væl við ommubørnunum, og hvussu teimum gekst, og
hon upplivdi eisini at fáa langommubørn. Hon legði
stóran dent á trivnað í familjuni, og hon helt fast við
merkisdagar, so at børn, makar og barnabørn kundu
savnast í heiminum í Syðrugøtu.
Tað bleiv sagt undir jarðarferðini, at hon var eitt
konubrot og ein bygdarmynd. Stóri skarin, ið fylgdi
henni, man helst hava síni minni um hesa konu, sum
umboðaði eitt svinnandi ættarlið í Gøtu. Í øllum lutum
kann sigast, at hon rakk sínum setningi – og væl tað!
Aldurnar skola tíðarleysar niðan á sandin. Men tað
er farin broyting fram Fyri oman Brúgv. Tann kurlandi
konan, sum fáur trúði var so gomul ella sjúk, gongur
ikki millum húsini meira. Stákanin í Útiguttastovu er
ikki hin sama. Eitt æviskeið er runnið; henni untist 31
ár saman við manni sínum, og 28 ár sum einkja. Men,
sum síðsta ørindi í silvurbrúdleypssanginum sigur:
“Í gleði, semju tey kærleik makta,
hvønn annan finna og Jesus akta.
Tað stutta tíðarskeið givið er
at balast saman í hesi verð”
Takk fyri alt. Friður veri við minninum um móður
mína, Elin Mariu Fanny Gregersen.
Ó.G.
Axel Jacobsen
lagt árarnar inn
Hin 10. juli legði Axel Jacobsen á Selatrað árarnar
inn nakrar dagar áðrenn hann hevði fylt áttati fýra
ár.
Axel havi eg kent í eini 25 ár. Hann var ein av
teimum trúgvu tænarunum í føroysku fólkakirkj
uni. Í tríati ár var hann deknur við Selatraðar
kirkju. Hann gjørdi hetta arbeiðið við stórari gleði,
men eisini við at kenna eina stóra ábyrd. Hann gav
sær av sonnum stundir at vera deknur. Ikki fór
hann í seinastu løtu frá húsum. Longu ein tíma
áðrenn guðstænastan byrjaði, var Axel komin
oman í kirkjuna, til tess at hava frið at lesa tekst
irnar og at biðja fyri guðstænastuni. Tað var eingin
skundur, men hátíð og halgifriður yvir manninum,
tá ið hann las.
Axel røkti hendan gerning við trúfesti heilt til
tað allar seinasta.
Eisini stóð hann fyri arbeiðinum í missiónshúsi
num. Hóast tað ikki altíð var tann stóra fjøldin,
sum møtti upp í kirkju og missiónshúsi, so tók
hetta ikki mótið frá honum. og tú kom ikki til Sela
traðar á møti, at hann ikki eisini hevði nøkur góð
orð at skoyta uppí taluna.
Tá ið eg fyri fáum vikum síðani hevði møti á
Selatrað og vitjaði inn á gólvið hjá honum, sást
týðiliga, at hann var sjúkur, men at tað skuldi
ganga so skjótt, grunaði eg ikki.
Eg komi at sakna Axel nógv, tí vit høvdu sera
gott samstarv. Tað fer at kennast løgið at koma
aftur til Selatraðar og stólurin hjá Axel úti við vind
eyga stendur tómur.
Guð troysti tykkum, Lena og børnini
Friður verið við minninum um vinmann mín
Axel.
John
Minningarorð um Elin Mariu Gregersen