týsdagur 15. juli 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 134 - 15. juli 2008
Tað verður nógv gjørt
burtur úr Tróndi í
Gøtu í hesum døgum.
Eitt tiltak er útgáva av
bók um Gøtuskeggjar,
sum gøtumaðurin
Sigfríður Joensen
hevur skrivað. Her
verður greitt frá
samtíðini hjá Tróndi
og um Trónd sjálvan.
Eisini verður greitt
frá tí, sum kann sigast
um hansara ætt bæði í
Føroyum og Íslandi
Bókaútgáva
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Bókin varð løgd fram á
samkomu í húsunum hjá
Gøtu
Forminnisfelag,
Glyvra Hanusarhús, sunnu
dagin kl. 17. Norðragøtu
maðurin Óli í Tjørnustovu
úr grannalagnum hjá Tróndi
í Gøtu hevði eina framløgu,
har hann millum annað
segði:
Eg vil takka fyri høvið at
siga nakað í samband við
framløguna av bókini um
gøtuskeggjar. Hetta geri eg
við serligari gleði. Eg og
Sigfríður eru javngamlir og
kennast tí væl, og eg ynskja
Sigfríð og annars okkum
øllum tillukku við hesi bók,
sum væl og virðiliga lýsir
hendan partin av gøtu og
føroyasøgu.
Eg fari ikki sum so at
endurgeva
stórvegis
úr
bókini. Tað haldi eg, at fólk
eiga at hava til góðar. Hetta
verður nakrar hugleiðingar,
sum eru falnir mær inn,
síðan eg fekk hesa uppgávu
hósdagin. Hesar snúgva seg
um, at Tróndar andi livir
enn.
Tróndarandi
Eg havi gingið í Gøtu skúla
saman við Sigfríð, megin
partin av tíðini í sama
flokki. Lærarar tá vóru Ják
up Simonsen, Poul Enok
Hansen og Helga Øregaard.
Tey lærdu okkum ikki bert
at lesa og skriva, men eisini
tær dygdir, sum kravdust
víðari í lívinum. Her vóru
vit hvønn dag mint á Gøtu
Trónd av innskriftini í
nýggja skúla, sum vit kall
aðu hann, ”Guð sjái hluta
minn.” Hetta mann hava
verið við til at skapa áhuga
fyri hesum mæta manni.
Sjálvur eri eg uppvaksin í
túninum í gomlu Norðragøtu
við einum hanagleivi yvir á
Tróndargrund.
Sjálvur havi eg arbeitt
eitt sindur við Gøtu søgu í
20. øld. Sigast kann, at her
hava búð rættuligir press
arar. Vit kunnu bara hugsað
um gamla lærara, Símun
Paula í Konoy, sum hevur
uppdrigið fleiri ættarlið av
gøtufólki. Í hansara tíð
gjørdist eitt blómandi ment
anarligt og politiskt um
hvørvi í sóknini. Eitt úrslit
var, at fiskimenn í Gøtu í
1910 tóku stig til at stovna
Føroya
Fiskimannafelag,
sum fleiri tíðarskeið hevur
havt stóran týdning fyri
menningina av okkara sam
felag. Konoy var samstundis
formaður í FF og Lærara
felagnum. Umframt hevði
hann mong onnur álitisstørv,
eisini sum tingmaður.
Í hesum húsi vit eru
stødd, Glyvra Hanusar húsi,
var í 1903 føddur Hans
Jacob Havsteym, eitt tað
fremsta politiska begávilsi,
vit hava havt. Men hann
gekk burtur bert 28 ára
gamal í 1932 við Immanuel.
Hann gav uttan iva íblástur
til Jákup Frederik Øregaard,
sum kom at umboða Eystur
oynna og Gøtu á tingi
19401978. Øregaard kom
at hava stóran týdning fyri
sóknina.
Eingin kreppa í Gøtu
Hetta er ikki minst galdandi
fyri vinnulívið. Meðan tos
að verður um kreppu í fiski
vinnuni aðra staðni í Før
oyum, so er eingin kreppa í
Gøtu. Skipini koyra enn
hampiliga væl, og hetta er
ikki minni galdandi fyri
virkini á landi, meðan onn
ur stór virki í landinum
liggja tungt í sjónum. Uttan
at fara at útgreina tað nærri
her kann sigast, at orsøkin
er, at her hava vit havt
menn, sum hava dugað at
taka rættar avgerðir til rætta
tíð. Teir hava dugað at halda
høvdið kalt, tá ið aðrir ikki
hava evnað tað.
Tróndarandin er so eisini
galdandi fyri menningina
av skipaflotanum í Gøtu.
Tað byrjaði ikki væl við
Tulip fyri 100 árum síðani.
Hon hvarv við mann og
mús sama ár, hon var
keypt.
Síðan hava verið nógv
skip. Tvey hava kallast
Tróndur í Gøtu. Hjá tí fyrra
gekk hvørki betri ella verri
enn hjá øðrum líknandi trol
arum. Hjá tí seinna gekk
sum kunnugt nógv betri.
Víst hava verið bakkøst
bæði á landi og sjógvi, men
Gøta hevur havt menn, sum
ikki hava fallið í fátt, og
sum hava bart seg upp und
an aftur.
Oddfríður ein eftir
komari hjá Tróndi
Serliga stuttligt er at lesa
um eftirkomarar hjá Tróndi.
Hóast neyvan nakað kann
skjalprógvast eru her áhuga
verdar ábendingar.
Sambært
Sigfríð
var
Líggjas í Jørundstovu í
Norðragøtu ein eftirkomari
hjá Tróndi. Ein dóttir hans
ara var Sára, sum giftist við
Jóan Paula Gregersen. Eitt
av teirra børnum teirra er
Oddfríður. Haldi eisini, at
júst Oddfríður og hansara
synir eru góð ímynd av tí
Tróndaranda, sum ger Gøtu
til helst fremstu bygd í land
inum. Teir gera tað kortini
ikki sum høvdingar, eins og
Tróndur kundi gera tað,
men saman við bygdarfólk
inum, sum følir seg at eiga
lut í virkseminum.
Olmussan sum
gav úrslit
Tað er eisini áhugavert at
lesa um gomlu ættina á
Lækjuni í Syðrugøtu. Her
hava verið Tróndar og
Trondesen í fleiri ættarlið
við greiðum ábendingum
til ættarfaðirin Trónd í
Gøtu. Her verður millum
annað greitt frá, at á Lækj
uni búðu í 1870 bóndin
Jógvan Trondesen og kona
hansara Anna Sofía Øre.
Tey eiga tá fimm børn. Eitt
av hesum kallaðist Tróndur.
Her býr eisini haldbóndin
Tróndur Joensen. Tey ein
astu, sum eru eftir av hesi
ættini er tann hjá dótrini
Maria Frederikka, hvørs ætt
endaði á Viðareiði.
Tá eg kom norð til Norðra
gøtu hóskvøldið fór eg av
tilvild og vana at hyggja at
gravsteinum
uttanfyri
gomlu kirkju. Her liggja
tveir niðurdotnir gravstein
ar. Skriftin var ikki løtt at
lesa, men í fyrsta umfari
sást Trondesen navnið á
honum. Fór so at kanna
hetta eitt sindur og kom
fram til eina áhugverda
søgu júst um hesa ættina.
Á øðrum steininum stend
ur:
HER HVILER EN TRO
FAST OG KÆRLIG
HUSTRU OG MODER
JOHANNE SOFIE
JOENSEN
F. TRONDESEN
F. 27.2. 1870
D. 24.9.1904
OG DØDFØDT
PIGEBARN HVILENDE I
SIN MODERS ARME
ALTID I MODGANG
SAGTMODIG DU VAR
MODGANGENS DAG
TAALMODIG DU BAR
DERFOR HERREN I
HIMLEN DIG LØNNE
DU FRYDES BLANDT
ENGLENE SKØNNE
ELSKET OG ÆRET
VÆRE HENDES MINDE
Innskriftin gav varhugan av
eini
syrgiligari
lagnu.
Kvinnan var bert 34 ára
gomul og var deyð í barsils
song. Í bókini sæst, at hetta
var dóttir Jógvan Trondesen
Men hon var gift Joensen.
Her máttu teir lokalu ser
frøðingarnir spyrjast, og tað
varð skjótt at greiða fekst á
hesum.
Maður Johannu Sofíu var
Joen ella Jógvan hjá Gamla
Heina í Syðrugøtu. Hann
giftist upp aftur við Marin
Sofíu hjá Duritu úr Norðra
gøtu. Teirra fyrsti sonur
Johan Heini man vera upp
kallaður eftir Johannu Sofíu
og abbanum Heina. Tey
fingu eisini sonin Einar,
sum fekk sær Tróndargjógv
til eftirnavn.
Tá hugsað verður um
”einglar góðir” hjá Tróndi
er tað hugvekjandi, at grav
skrivtin vísir til ”engle
skønne”.
Hin gravsteinurin hevur
hesa innskrift:
HER HVILER
OLIVIA MARIA
MAGDALENE
SUSANNE JOENSEN
F. 30. AUGUST 1897
D. 17. FEBRUAR 1901
OLIVIA MARIA
MAGDALENE
SUSANNE JOENSEN
F. 30. OKTOBER 1902
D. 31. MARTS 1904
ELSKET OG SAVNET AF
SINE FORÆLDRE
HERREN GAV HERREN
TOG HERRENS NAVN
VÆRE LOVET
Hetta eru tvær døtur hjá
Jógvan og Johannu Sofía,
sum eru deyðar undan
henni. Sum tað sæst hava
báðar sama navn, og er tann
seinna tískil fult út uppkall
að eftir teirri fyrru. Hetta
merkir, at Jógvan árini 1904
missir konu og tvær døtur
umframt, at tey hava mista
eina dóttir í 1901.
Men ein dóttir Anna
Sofía f. 1900 livdi eftir.
Hon var likamliga veik og
pápin hevur helst óttast fyri,
at hon fór at fáa somu lagnu
sum sínar systrar.
Jógvan lovaði tískil eina
ljósakrúnu í olmussu til
kirkjuna, um Onnu Sofíu
varð lív lagað. Bønin varð
hoyrd, tí hóast sín likamliga
veikleika manglaði Onnu
Sofíu bert nakrar fáar dagar
í at gerast 100 ár. Henda
ljósakrúnan er tann mittasta
í skipinum í gomlu kirkju í
Norðragøtu. Sagt verður, at
Anna Sofía hevði testamen
terað sínar ognir til Gøtu
kirkju. Hon kom annars alla
sína tíð at vera hjá Weihe
fólkinum í Søldarfirði.
Tískil ”livir” Tróndar
navnið enn á hesum eina
gravsteini, har tey seinastu
av hesi Tróndarættini í Gøtu
eru jarðað.
Umframt at vera eitt klípi
til Tróndarsøgu er hetta eis
Tróndar andi livir enn
Sigfríður greiðir frá bókini
Jógvan saman við konuni Marin Sofíu og børnunum Onnu Sofíu, Johan Heina og Einar í
fanginum á mammuni
Ljósakrúnan, sum Heina Jógvan gav kirkjuni, um Gud vildi
spara lívið á dótrini Onnu Sofíu. Hon gjørdist nærum 100 ár.
nøvn