týsdagur 15. juli 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 15. juli 2008
17
ini eitt gott dømi um livium
støðurnar tá á døgum. Av
tveimum ættarliðum við
fleiri børnum í hvørjum av
teimum, kom bert eitt barn
við ætt undan.
Modellið úr
Tjørnustovu
Sambært Sigfríð eru vit í
Tjørnustovu ikki ættaðir frá
Tróndi. Men tá ið listar
maðurin skuldi finna eitt
modell til Trónd, ein mann
við reyðum skeggi og hári,
tá fall valið á júst ein Tjørnu
stovumann. Hetta er Bjørg
heðin Jacobsen, langabba
sonur Gøtu Jákup í Klaks
vík, sum upprunaliga var
borin til Tjørnustovufestið.
Fyri hann tók beiggin Absa
lon við festinum. Fleiri
hava eisini tikið til at teir
líkjast!
Tað kann verða nevnt her,
at listarmaðurin Hans Pauli
Olsen er eisini ættaður úr
Gøtu. Hann er ommusonur
Elspu hjá Mikkjali í Barbu
stovu í Syðrugøtu. Hann
var beiggi Petru, konu Absa
lon í Tjørnustovu.
Sámal Petur var
nakað serligt
Tá ið Sigfríður sjálvur nevn
ir Sámal Petur beiggja sín,
vil eg eisini gera tað. Hann
var tvey ár yngri enn vit og
gjørdist bert 22 ára gamal.
Men hann var serligur.
Hann var sjúkur, og hann
bert versnaði. Fyrst kundi
hann fara í skúla til gongu,
men seinni mátti hann hava
trýhjólaða súklu. Áræði
hevði Sámal Petur. Hann
vildi gera okkurt og fekk
sær ein lítlan bókhandil við
hús. Eg minnist, at eg keypti
FiskiveiðiFiskimenn
hjá
Erlendi Patursson frá hon
um.
Sigfríður sigur eisini, at
Sámal
Petur
átti
fleiri
hundrað bøkur og ritgerðir,
so ungur hann var. Hann
hevði uttan iva sett sær
spor, um honum var lív lag
að.
Hava gjørt seg
galdandi úti í heimi
Gøta hevur eisini gjørt seg
galdandi úti í heimi, og her
kunnu vit bert halda okkum
til grannalagið hjá Tróndi,
har vit eru stødd. Eitt dømi
er Elsa hjá Eliesari, upp
vaksin í húsinum hjá Peri,
nærmasta grannahús hjá
Tróndi. Elsa hevur upplivað
eitt tað ringastra ræðustýri í
nýggjari tíð, nevniliga í
Etopia. Her hevur hon nýtt
stóran part av lívinum at
linna um andaliga og tími
liga, ikki minst í ræðuligu
kommunistatíðini 197482.
Hetta er eisini ein partur av
Gøtu søgu.
Eina ferð var eg á einum
altjóða fundi í Vancouver
Island vestast í Canada. Tá
var eg úti fyri eini merkilig
ari tilvild. Tá vísti tað seg,
at eitt av canadsku umboð
unum var ættað av Tróndar
grund, nevniliga úr Jákups
stovu. Umframt tað eru vit
eisini skyldmenn. Tá var
hetta Jón, sonur Anfinn hjá
Katrinu i Jákupsstovu og
Petur á Lækjuni í Syðrugøtu.
Báðir hava gjørt seg gald
andi hvør á sínum øki og
hava gjørt Føroyum og
Gøtu heiður. Tað eru fleiri
onnur dømi.
Gøtuskeggjar mugu
gerast fólkaogn
Komast skal aftur til Sigfríð
og bók hansara. Tað hevur
leingi verið greitt, at Sig
fríður er ein fróðarmaður.
Tað sama var við foreldrum
hansara, Marthu og Andreas
Petur, sum hava dugað væl
at greitt frá, og Sigfríður
hevur dugað væl at sita und
ir.
Hetta er so komið fram í
teimum greinum, sum Sig
fríður hevur havt í bløðu
num, og eru hesar virðis
mikil íkøst til Gøtu søgu.
Tað, sum ræður um við
slíkum tilfari er at fáa tað
givið út í bók, so tað verður
meira tilgeingiligt hjá fólki.
Nú er so fyrsta stigið tikið
til eina Gøtusøgu við hesi
bók, sum er eitt vælaverk.
Ikki er tað minst fragd at
síggja myndirnar í bókini.
Stuttligt er at síggja hesi
gomlu fólkini, sum ein
minnist hálva øld aftur í
tíðina. Tað er eingin ivi
um, at henda bók verður
fólkaogn í Gøtu. Tað ræður
eisini um, at unga ættarliðið
fer at ogna sær hana.
Nú skilst, at tað verður
arbeitt við Gøtu søguni hjá
Arnleyg Jacobsen, og hetta
verður spennandi at síggja.
Men royndir vísa, at søgu
skriving verður ongantíð
liðug. Verður arbeitt við ein
um evni kemur altíð meira
undan kavi. Og tá farið
verður undir tað, kemur
enn meira undan kavi. Tað
er eisini tað hugaliga við
slíkum arbeiði, at tað er so
takksamt at fáast við. Tað
er eisini stórur áhugi millum
fólk fyri slíkum siðsøgu
ligum tilfari.
Her er heldur einki at
bíða við. Tær bestu keldur
nar eru ofta tey elstu fólkini,
og tað vita vit, at tey hava
so ikki framtíðina fyri sær.
Sigfríður skal bara dríva
á. Tað er nóg mikið at tríva
í.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra
mamma,vermamma, omma og langomma okkara
Johanna Dorthea Jacobsen
vanliga nevnd Johanna í Pállshúsi
andaðist á Landssjúkrahúsinum
sunnudagin 13. juli, 94 ára gomul.
Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum
mikudagin kl. 18.00. Kistan væntast at vera
í Eiðis kirkju umleið kl. 19.30
Jarðarferðin verður úr Eiðis kirkju hósdagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Lis, Leif, Ivan og verdótturin
Tey ið ynskja at minnast Johonnu, kunna lata Missiónshúsinum á
Eiði eina gávu, konta í peningastovnunum.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu,
tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi og abbi
Jógvan (Agga) Durhuus
Vestmanna
andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri troystarrík orð, takk fyri blómur,
kransar og gávur.
Takk fyri alla hjálp til ervið.
Somuleiðis vilja vit takka tí stóra skara, ið fylgdi
honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Bjørg, Hanna, Jacklin og Bjarni
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu,
tá kæra móðir, omma og vermóðir okkara
Sigbjørg Jacobsen
Tórshavn
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri kransar, blómur og heilsanir. Takk til øll,
sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina.
Tøkk til heimarøktina og palliativu deildina á
Landssjúkrahúsinum. Tøkk til Blindastovnin fyri
hjálpsemi og prest fyri troystarrík orð.
Tøkk til øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Janet og Eydna
Sambært Sigfríð Joensen, so er Oddfríður Gregersen ættaður
frá Tróndi í Gøtu. Tað skal nokk passa, so drívandi báðir hava
verið! Her er Oddfríður saman við konuni Hjørdis leygardagin
Bjørgheðin Jacobsen, modellið fyri Trónd í Gøtu, inni í Tjørnustovu, haðani langabba hansara
kom. Her er hann saman við konuni Nikolinu á Kamarinum og dótrini Aðalgunn
Tað var væl av fólki til staðar við framløguni av Gøtuskeggjum
nøvn