týsdagur 15. juli 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 134 - 15. juli 2008
tíðindi
Tróndur í GøTu
Góða samkoma!
”Sjái Guð hluta minn”.
Soleiðis stendur skrivað
yvir inngongdini í 1929-
skúlanum við Gøtugjógv.
Undir hesum orðum Trónd-
ar úr Føroyingasøgu hava
gøtufólk, ætt eftir ætt, nom-
ið lærdóm og borið søgu,
inn og út um skúlagátt.
”Sær hann til mín lut at
varða”,
soleiðis
hevur
Mikkjal á Ryggi týtt fornu
orð Tróndar í Sálmabókini.
Samantvunnin við lærdó-
mi, er tað søgan, ið ber okk-
ara samleika, so vit kunnu
seta lutin longur fram á
leið.
Sum flestu kunnugt, er
Føroyingasøga ikki í sær
sjálvari ein heilskapað frá-
søgn, men ein heild, sett
saman øldir seinni av brot-
um úr fornsøgum. Føroya
Søga varð skrivað í fyrru
helvt av 13. øld, og søgurnar
um Sigmund og Trónd snúg-
va seg um tilburðir, ið fóru
fram 200 - 300 ár framman-
undan.
Eitt høvuðsevni í hesum
verki er tvídrátturin millum
kristna
og
undankristna
mentan. Eitt stríð, sum eisi-
ni verður heft at spurningin-
um um, hvørt Føroyar skul-
du vera leysar av útlendskum
valdi, ella vera knýttar at
Noregs krúnu, sum skatt-
land.
Mótpolar í hesum tvídrátti
eru Sigmundur Brestisson,
umboðandi kristindómin og
norska
sambandið,
og
Tróndur í Gøtu, ið umboðar
høvdingaligt sjálvbjargni,
og sum treyðugt vil ganga
undir Sigmundar kristnifat-
an.
Men Føroya søga varð
skrivað av kristnum fólki í
kristnari mentan. Tí varð
Sigmundur sjálvsagda hetj-
an, sum kristniboðarin og
vinur hjá Noregs kongi,
meðan Tróndur, fríður í
ásjón, reyðhærdur og frøkn-
utur varð settur í døkt ljós
og lýstur, sum óálítandi og
grundarringur.
Sum frá líður, er tað tó
júst hesin seinni, Tróndur,
ið hevur vunnið sær alsamt
rúmari pláss í hugaheimi
føroyinga. Ikki bara er hann
klókur og snildur, dugnalig-
ur taktikari og góður vin-
maður. Nei, hann er eisini
maður, hvørs megi ber um
deyðans gátt, eins og hjá
Óðini ella Gandálvi í Ring-
anna Harra. Tróndur er, við
øðrum orðum, gandakallur.
Men hann er meira enn
tað.
Hjá honum stendur fyrsti
skúli í Føroya søgu. Brúka
vit nútíðar málburð, kunnu
vit siga, at Tróndur er okk-
ara fyrsti mentamálaráðhar-
ri.
Hvørjir søguligir persónar
krógva seg aftan fyri hug-
myndirnar í Føroyingasøgu,
vita vit í dag lítið ella kans-
ka einki um. Vit eiga, fyri
ein part í hvussu er, at sígg-
ja hesar hugmyndir, sum
skalda-spuna og skaldaverk.
Men skaldanna hugmyndir
spretta ongantíð úr leysum
lofti. Tær næla tvørturímóti
úr einum jørðildi og daga á
einum baksýni. Og kanska
er Tróndur í Gøtu dømi um
persón, sum verður til í lan-
di við mongum oyggjum,
firðum og sundum, við
klandri og stríði um vald,
jørð, átrúna og ávirkan, við
mongum
høvuðkambum,
illveðri og logn, hørðum
streymi, íðum, broddi og
glaðustrokum.
Ein slíkur maður eigur at
duga at skyna á veðri og vin-
di, vara seg fyri ikki at fara
ov langt til havs, duga at lof-
ta løtuni og ikki liggja
sjóvarfallið av sær. Og um
hann ikki dugir gand, so
dugir hann kanska at fáa
fólk at halda, at hann dugir
meira enn at mata seg. Og
er hann ikki altíð líka heið-
urligur, so er tað kanska av
teirri grund, at hann – so
tvørlig sum viðurskiftini
eru – ikki altíð kann loyva
sær tað.
Ein slíkur maður var
Tróndur í Gøtu. Hann tyk-
ist, sum persónur ella typa,
at vera skyldur við menn,
sum Guttorm í Múla og
Sverra kong.
Í tí tiltikna bardaganum
við Fimreite í 1184 vann
føroyingurin Sverri á Magn-
usi Erlingssyni - hóast Sver-
ri hevði ein væl minni flota
enn Magnus. Munurin var,
at Magnusar skip vóru bund-
in saman, meðan Sverri læt
síni skip vera leys, so lættari
var at snúgva sær, og tey
komu skjótari fram, har
brúk var fyri teimum. Stadd-
ur í eini veikari støðu, brúk-
Tróndur í Gøtu - Føroya
Jóannes Eidesgaard, løgmaður: -Tað skal vera mín
vón, at minnið um henda mann, skúlamannin, klóka
telvaran og Føroya helst fyrsta intellektuella, fer at
styrkja okkum í stríðnum at sigla nútíðar eins og
framtíðar krøppu og lúnsku íður um Mjóvanes og úti
á heimsins høvum, har landsins synir sigla.
Mynd: Ben Rasmusssen
-Við hesum Tróndardøgum skriva vit enn eitt kapitul um Trónd. Tað er
mín vón, at vit við hesum kapitli fortelja um eitt fólk, sum varir og lærir
av søguni og í henni sær vísdóm. Tí eitt fólk, ið ikki lærir av søguni, er
dømt at elta fortíðar misslóðir segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, tá
standmyndin av Tróndi í Gøtu varð avdúkað leygardagin. Vit prenta
røðuna í fullum líki.