Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 134 - 15. juli 2008 19 tíðindi fyrsti intellektuelli ti Sverri snildi – og vann. Tróndur í Gøtu hevði iva­ leyst gjørt tað sama. Kæru áhoyrarar! Okkara smáu oyggjar hava upp ígjøgnum tíðirnar verið ein politisk og búskaparlig eind, sum skiftandi máttir hava viljað havt valdið á – Noreg, Danmark og tann katólska kirkjan. Í 20. øld hevur tað eydnast okkum at koma ígjøgnum tveir heimsbardagar, har stórveldini stríddust um ræðið á Atlantshavinum. Í nýggjari tíð, og kanska ser­ stakliga aftan á 1989, tá ið Múrurin fall, eru okkara objektivu kringumstøður kanska vorðnar uppaftur ótryggari og torførari at ken­ na seg aftur í og lofta sær í. Eyðkendar, sum tær eru av bardøgum burturi í heimi, búskaparligum kastivind­ um, sterkum og ikki sjáldan óblíðum búskaparfelags­ skapum, rávøru og tilfeingi, sum brádliga kann svíkja – umframt nú í seinastuni bráðari og ógvusligari dýr­ tíð. Í slíkum føri er brúk fyri gávuríkum fólki. Einum renna í huga orðini hjá Fríð­ riki Petersen: Gev teimum Tróndar skarpa vit, men Sigmunds bjarta hjartalit. Gev teimum tolgóða, sterka sál, gev teimum Sverris vil­ ja sum stál. Víst hava vit brúk fyri Sig­ mundar bjarta hjartaliti. Men sum ongantíð fyrr ha­ va vit brúk fyri skarpa viti Tróndar. Tað er tí í tøkum tíma, at minnisvarði verður reistur føroyinginum og gøtumanninum Tróndi í Gøtu. Við hesum Tróndardøgum skriva vit enn eitt kapitul um Trónd. Tað er mín vón, at vit við hesum kapitli for­ telja um eitt fólk, sum varir og lærir av søguni og í hen­ ni sær vísdóm. Tí eitt fólk, ið ikki lærir av søguni, er dømt at elta fortíðar miss­ lóðir. Tað skal vera mín vón, at minnið um henda mann, skúlamannin, klóka telvaran og Føroya helst fyrsta intel­ lektuella, fer at styrkja okk­ um í stríðnum at sigla nútíð­ ar eins og framtíðar krøppu og lúnsku íður um Mjóvanes og úti á heimsins høvum, har landsins synir sigla. Við ynski um at vit við støði í hesum minni varða av okkara dýrabara náttúru­ tilfeingi, at vit menna okk­ ara útbúgving, at vit víðka okkara verðsliga banka við nýggjum hugskotsfæi, og at vit í framhaldandi samljóði skapa framburð og vælferð – skal hiðani við Tróndar­ grund við Gøtuvík, mín heilsan vera egnu orð Trónd­ ar: Givnir eru einglar góðir ganga ei eg eina má, ferðum mínum fylgja fróir fagrir einglar Guði frá; biði bøn eg, fyri Krist bera mína bøn teir vist; syngi sálm eg Guð at æra, sær hann til mín lut at vara. Takk fyri lutin! Jóannes Eidesgaard, løgmaður Ein sveimandi Tróndur í Gøtu, sum tó hevur bæði beinini á jørðini. Mynd Jan Müller Gøtudreingir lýða á røðu løgmans, tá standmyndin av Tróndi í Gøtu varð avdúkað leygardagin. Mynd Jan Müller