Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 134 - 15. juli 2008 tíðindi – Mangt umskipast á mansins ævi. Svá segði Tróndur í Gøtu. Hesi orðini hevur Hans Pauli høgt inn í fundamentið. Sigast má, at hin kristna fjøldin ikki altíð hevur hildið Trónd hátt í metum. Tíbetur, mangt umskipast á mansins ævi. Tað ræður um nýhugsan og víðan sjónarring. Tað avgerandi er ikki søgan men tulkingin, ið er samleiki og søgulig nútíð. Nú á døgum verður Tróndur settur í samband við keltiskan kristin­ dóm segði Jógvan Fríðriksson, bispur undir hátíðarhald­ inum í Gøtu leygar­ dagin. Vit prenta røðu hansara í fullum líki Tróndur í GøTu – Jørðin vit standa á er ikki einans lendi úr ymiskum tilfari. Tann blettur, ið ber várar føtur er meira enn støddin á skónum. Jørðin og lendið er samleiki og samstundis tilvitan um umhvørvið og umheimin. Hugsa vit um eitt træ, so bera røturnar bulin, og bul­ urin ber greinarnar, ið fara í allar ættir. At kenna sín samleika er ein fortreyt fyri at fata umhvørvið og umheimin. Á sama hátt er tað neyðugt at kenna umhvørvið og umheimin til tess tilvitað at hava eina fatan av sær sjálvum. Hin einstaki er partur av eini størri heild, ið verður myndað av ymisk­ leika og hildin saman við samskifti. Slík sveimandi hugsan við færra av heimspeki ligg­ ur onkursvegna aftanfyri hesa stórfingnu løtu. Søgan spinnur nógvar træðrir, og hon er bæði ítøkilig og óítøkilig. At siga søguna er meira enn ein frásøgn, tí hin sagda søgan skapar sjálv ein veruleika, ið vellir fram sum samleiki og skap­ andi nútíð. Tað er í hesum veruleika, at Tróndur í Gøtu er komin aftur til Gøtu. Her í hesum vakra lendi, ið er randað av Gøtuvík, búleikaðist hann í sínum veldi sum høvdingur Føroya. Í dag andar av søgu. Nú hin mæti millum menn kemur til heiðurs í skapandi list. Avrikið hjá Hans Paula Olsen, listamanni, er mang­ ar ferðir størri enn væl vald orð. Tað er valla møguligt við orðum at lýsa tað, ið eygað sær. Eitt dýpi av vídd, ein heimur av hugsan, – nakað stórt og tó so einfalt. Mær fattast orð og fari frá gróti til aðra mentan, skald­ skapin. Listaverkið »Trón­ dur í Gøtu« er djúp og frum­ borin hugsan, tað fevnir so nógv, eins og døggdropin endurspeglar sólarljóman allan. Listaverkið er ein stand­ mynd av Tróndi í manshædd. Standmyndin er evnað úr bronsu og stendur á einum trivaligum fundamenti, ­ tríggir stórir klettar. Inn í klettarnar er høgt eitt føroya­ kort, og á føroyakortinum stendur Tróndur í Gøtu. Mikið áhugavert er at síggja, at Tróndur er settur vatnrætt inn á fundamenti. Spennandi er at grunda og hugsa um hví so er? Óivað er onkur listarlig afturundir­ gerð úr søgu føroyinga atvoldin. Nútíðin og fram­ tíðin kann grunda og hugsa. Tróndur í Gøtu var ikki hvør sum helst, og sjálvt um hann stígur út í tóman heim, hevur hann fast undir fóti. Bygdin Gøta er heim­ og bústaður. Støðufesti og lívbjargni er støðið undir lívi, verki og hugans reik­ andi flogi, ið lítur út yvir Føroya land. Eg havi ikki áður sæð Trónd, so avmarkað er, hvat eg kann siga í eini handa­ vending. Mær tykir at eitt brá av djúphugsni og heim­ speki myndar andlitið. Hetta er ein vitandi maður, lærdur í síni samtíð. Hitt skarpa andlitið lýsir vilja, áræði og dirvi. Umhvørvið, har stand­ myndin stendur, samljóðar við Trónd. Fundamentið er livandi, og æðrarnar í grót­ inum skapa lív millum firð­ ir og sund. Sjógvurin sum farleið og samskiftis miðil sæst aftur á vøllinum, har sirkulin ímyndar ringar í sjónum. Út frá Gøtu gingu boðini, tá høvdingin settist í sæti og talaði. Sum aldan lá inn á sandin í Gøtu, og bar boð til bíggja, á sama hátt var avlandsvindur boð­ beri, og talan í Gøtu fór út um landið alt sum ringar í sjónum. Skilagott er at ganga runt um í økinum og skoða lista­ verkið frá ymiskum sjónar­ horni. So broytist myndin, og eitthvørt nýtt er at hugsa um. Ein ótømandi møgu­ leiki fyri hugans virki. Mangt umskipast á mans­ ins ævi. Svá segði Tróndur í Gøtu. Hesi orðini hevur Hans Pauli høgt inn í funda­ mentið. Sigast má, at hin kristna fjøldin ikki altíð hev­ ur hildið Trónd hátt í met­ um. Tíbetur, mangt umskip­ ast á mansins ævi. Tað ræð­ ur um nýhugsan og víðan sjónarring. Tað avgerandi er ikki søgan men tulkingin, ið er samleiki og søgulig nútíð. Nú á døgum verður Tróndur settur í samband við keltiskan kristindóm. “Givnir eru einglar góðir // ganga ei eg eina má // ferðum mínum fylgja fróðir // fagrir einglar Guði frá; // biði bøn eg, fyri Krist // bera mína bøn teir vist; // syngi sálm eg Guð at æra, // sær hann til mín lut at varða.” Fólkið í Gøtu, hjartaliga tillukku við átakinum. Hans Pauli Olsen, takk fyri enn eitt valaverk, ið hugtekur og mettar løtuna nógvar dagar frameftir. – Tað ræður um nýhugsan og víðan sjónarring Jógvan Fríðriksson, bispur: - Tíbetur, mangt umskipast á mansins ævi. Tað ræður um nýhugsan og víðan sjónarring Mynd: Ben Rasmussen