týsdagur 15. juli 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 15. juli 2008
21
tíðindi
- Onki er av ivast í,
at ymiskar fatanir
av Gøtutróndi fara
at halda fram, og
tað er júst tað, ið ger
Trónd forvitnisligan
og livandi, - at
allarflestu føroyingar
hava onkra meining
um mannin. Hann
hevur verið og fer
at vera ein partur
av samleikanum hjá
føroyingum, kanska
serliga hjá okkum
her í Gøtu segði
borgarstjórin í Gøtu,
Hans Mouritz Foldbo
á hátíðarhaldinum í
Gøtu leygardagin. Vit
prenta røðu hansara
Tróndur í GøTu
– Beint eftir summarfrítíð
ina í fjør var eg sum borg
meistari boðin á fund í
Glyvrahanusarhúsi
av
einum sokallaðum Tróndar
bólki, har eittans mál var á
skránni, og tað var at reisa
standmynd av Gøtutróndi.
Tá eg fór til tann fundin,
hevði
eg
ikki
kunnað
ímyndað mær, at eg í dag,
minni enn eitt ár seinni,
standi her og skal bera fram
nøkur orð, nú standmyndin
er veruleiki og sjón gongur
fyri søgn.
Tí fari eg fyrst og fremst
at bera eina tøkk til tykkum
øll, sum hava gjørt tykkara
til, at alt hettar er komið í
lag. Tøkkin er fyrst og
fremst vend til Tróndarbólk
in, sum hevur verið ein
sonn drívmegi so, og øllum
tykkum, sum peningaliga
hava gjørt tiltakið møgu
ligt.
Tøkk eiga tit eisini uppi
borna, ið hava lagt stórt
arbeiðið í upp á so stutta tíð
at fáa økið rundan um stand
myndina so vakurt. Her
hugsi eg um urtagarðsfólk,
flisaáleggjarar og ikki minst
øll tey lokalu, sum hava
verið heilt einastandandi,
bæði tit, ið dagliga starvast
fyri kommununa og so
tykkum, ið vit í kommununi
við jøvnum millumbilum
heita á um at hjálpa við
ymiskum, og ikki at gloyma
sokallaði »ungu í arbeiði«,
sum hava verið sera íðin at
gingið til handa við øllum
møguligum.
Tøkk
skal
listarmaðurin eisini hava
fyri listarverkið og arkitekt
urin fyri sniðgeving av økin
um kring hana. Tøkk fyri,
øll somul.
Síðani eitt sindur um per
sónin Gøtutrónd og stand
myndina. Hvør er Tróndur?
Hvat stendur hann fyri? Hví
reisa standmynd av honum?
Spurningarnir kunnu vera
so mangir og við hesari
standmyndini vænti eg ikki,
at spurningarnir fara at
blíva færri ella svarini ein
faldari, heldur tvørturímóti.
Vit menniskju hava lyndi
til at skriva søguna soleiðis,
sum vit fegin viÌja hava
hana at síggja út. Hyggja
vit nærri at tí, ið er skrivað
og yrkt um Trónd, so eru
lýsingarnar av honum sera
ymiskar, og skal eg her taka
nøkur fá dømi:
Føroyingasøga sigur um
Trónd:
»Tróndur var stórur mað
ur av vøkstri, reyðhærdur,
reyðskeggjutur, frøknutur,
grefligur í ásjón, myrkur í
skapi, altíð ráðsnarur og
sniðfundigur, illførur og
meinskur við smámenn,
men fagurlátin við tann
meira menta og altíð við
svikagerð í kvittanum.«
Ein ikki serliga jalig
lýsing av manninum, mugu
vit ásanna.
Jóannes Patursson, tekur
soleiðis til í eini yrking:
»tá
ið
Tróndur
várt
skjaldarmerki bar«
Her er áherðsla løgd á
eina føroyska stórtíð, áðr
enn fremmant kongsvald
legði landið undir seg.
Fríðrikkur Petersen tekur
í yrkingini: »Hvørjum man
tykjast vakurt hjá sær«
soleiðis til í einum ørindi:
Gev
teimum
Tróndar
skarpa vit,
men
Sigmunds
bjarta
hjartalit.
Tað er so vakurt, so
vakurt í Føroyum at búgva
Her dagar sostatt fram
tann mynd, ið seinni gjørdist
gjørdist alt meira ráðandi:
Tróndur sum tann vitugi og
skilagóði,
ið
roynir
at
steðga
tí
framtøkna
Sigmundi.
Rasmus Effersøe setur í
yrkingini »Førings merki«
Trónd fram sum fyrimynd
vinnuligari stremban.
Fyrr føroyskir bøndur
sum ráðsnari Tróndur
við handahógv
út sigldu við farmi
og dirvi í barmi
um allan sjógv,
tó tíðin nógv stimbur úr
føroyingum dró
- still farmaskútan í neysti
stóð.
Og Janus Djurhuus yrkir:
Fjallfríðu Føroyar,
ramasta rúnin
ritað av gudum
um einstakra rætt!
Trygdareið Tróndur
hann treystligt at verja
svór síni ætt.
Tað er tann sterka individ
ualisman, ið Janus setur
fram sum fyrimynd, rætturin
hjá tí einstaka mótvegis
fjøldini. Tað er henda rætt,
Janus her letur Trónd verja.
Man kundi kanska sagt:
humanisma
heldur
enn
Jantulóg.
Frá at vera verji av
heiðinskapinum, er Tróndur
endaður í føroysku sálma
bókini og tað má vera
lagnunnar speisemi at
»heidningurin« Tróndur
hevur sálm við í føroysku
sálmabókini,
nevniliga
kredduna,
»Givnir
eru
einglar góðir«, sum vit
ungu í áðni.
Taka vit saman um hesar
lýsingar, so spennir fatanin
og nýtslan av Gøtutróndi
víða.
Frá at vera óndsinnaður,
ráðaríkur og lúmskur til at
vera umhugsin og vitugur.
Frá at vera sjálvsøkin til
at virða rættin hjá tí einstaka
til ikki blint at fylgja
fjøldini.
Frá at verja heiðinskapin
til at verða ein djúphugsin
kristin.
Harumframt koma so
eisini tulkingin av honum
sum umboðandi sjálvræði,
sjálvstýri, sjálvbjargni og
verandi vinnuni at frama.
Og onki er av ivast í, at
ymiskar fatanir av Gøtu
tróndi fara at halda fram,
og tað er júst tað, ið ger
Trónd
forvitnisligan
og
livandi, at allarflestu før
oyingar hava onkra meining
um mannin. Hann hevur
verið og fer at vera ein
partur av samleikanum hjá
føroyingum, kanska serliga
hjá okkum her í Gøtu.
Og uttan at hava tað heilt
stóru vitanina innan list, so
haldi eg, at standmyndin
her fer at birta upp undir
víðari kjak millum manna
um henda sermerkta og
duldarfulla Trónd. Fer at
arga, kveikja og elva til
framhaldandi spurningar?
Hvør er hann? Hvat stendur
hann fyri? Hví stendur hann
soleiðis?
Hvat
merkja
ringarnir á grasvøllinum?
Og so framvegis.
Júst við at seta spurningar,
undrast og kjakast, kunnu
vit síggja okkum sjálvi og
onnur í nýggjum ljósi,
gerast tilvitaði, mennast og
læra.
Og tað ivist eg onga løtu
í, at søgan og ikki minst
standmyndin av Gøtutróndi
fer at elva til.
Tí fari eg her til seinast at
ynskja bæði øllum gøtufólki
og føroyingum øllum hjar
taliga tillukku við stand
myndini av Gøtutróndi.
Takk fyri.
Hans Mouritz Foldbo, borgarstjóri: – Allarflestu føroyingar hava onkra meining um Trónd í Gøtu.
Mynd Jan Müller
Tróndur í Gøtu partur av
samleika føroyinga