Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 134 - 15. juli 2008 Stutt Sagt Eirindaleysir byrsumenn Átta fólk lógu eftir á, tá byrsumenn fóru at skjóta úr einum bíli mitt í meks­ ikanska býnum Guamu­ chil, sum er í Sinaloa­ landspartinum.Løgreglan sigur, at byrsumenninir skutu eftir fólki, sum stóðu og bíðaðu við ein gonguteig, og at ein 12 ára gomul genta var mill­ um teirra, sum lótu lív. Nakrir fáar tímar framm­ anundan høvdu byrsu­ menn skotið ein løgreglu­ mann og tikið fleiri fólk gíslar á einari matstovu í býnum Mazaltan. Meksik­ onsku myndugleikarnir siga, at harðskapurin kring landið hevur vundið nógv upp á seg í ár, og at í flestu førum hevur harð­ skapurin samband við rús­ evnahandil. Byrsumenn skjóta frá hond í Meksiko Mynd: AP Obama til Palestina Demokratiska forsetaval­ evnið í USA, Barrack Obama, fer í næstu viku til Miðeysturs. Hann hevur boðað frá, at hann ætlar sær til Ísraels og til Ramal­ lah á Vestara Áarbakka. Palestinsku myndugleikar­ nir siga, at Obama skal hitta Mahmoud Abbas, for­ seta tann 23. juli, og at teir báðir fara at umrøða møgu­ leikarnar fyri varandi friði millum palestinar og ísra­ elsmenn.. Palestinski sam­ ráðingarleiðasrin Saeb Ere­ kat sigur við AP, at palest­ inar eru sera fegnir um, at Obama kemur til Vestara Áarbakka at vitja, tí tá John McCain herfyri var í Miðeystri, fór hann ikki til Vestara Áarbakka. Obama fer eisini til Ísraels. Obama skal vitja palestinar og ísraelsmenn Mynd: AP SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Irak er ikki tann rætti vígvøllurin í bardaganum ímóti yvirgangi og hevur ongantíð verið tað Barrack Obama útlond Íslendingar kunnu ikki brúka evruna sum gjaldoyra, uttan at landið fer upp í Evropasamveldið, sigur ES- samráðingarleiðarin Percy Westerlund Tey ótryggu búskaparviður­ skiftini í Íslandi teir seinastu mánaðirnar hava elvt til orðaskifti um íslendka til­ knýtið til ES og tað evropeiska gjaldoyrað, evr­ una. Millum annað hevur verið nevnt, at Ísland hevði fingið stóran ágóða av at fáa sær evruna til gjaldoyr­ að, sjalvt um landið fram­ haldandi verður uttan fyri ES. Men tað gongur ikki. ­ Tað ber ikki til at seta evruna í gildi sum gjaldoyra uttan limaskap í ES, sigur ES­samráðingarleiðarin Percy Westerlund við Morg­ unblaðið. Summir íslendskir politik­ arar hava sagt, at Ísland eigur at kunna fara upp í evrusamstarvið á sama hátt, sum landið er uppi í sch­ engen­samstarvinum. Men hesi viðurskifti kunnu ikki samanberast, sigur Percy Westerlund. ­ Handan leiðin kemur als ikki upp á tal,sigur hann við Morgunblaðið. Sum tann fyrsti virk- andi ríkisleiðarin er sudanski forsetin skuldsettur fyri fólka- morð Forsetin í Sudan, Omar Has­ san al­Bashir, er sum tann fyrsti virkandi ríkisleiðarin nakrantíð skuldsettur fyri fólkamorð. Sjálvur heldur hann, at skuldsetingin fer bara at gera støðuna uppaft­ ur verri. Altjóða samfelagið hevur ferð eftir ferð fordømt ta harðrendu framferðina hjá sudansku stjórnini ímóti uppreistrarmonnum í lands­ partinum Darfur. Arabiskir hernaðarbólkar, sum sam­ bært altjóða samfelagnum fáa stuðul frá sudansku stjórnini, ferðast millum bygdirnar, har teir ræna, neyðtaka og myrða fólk frá hond. Sudanska stjórnin avsannar, at hon hevur nakað við tey arabisku harkaliðini at gera. USA hevur fleiri ferðir kravt, at sudanska stýrið skal steðga áganginum ímóti sivilfólkinum í Dar­ fur, og amerikanska stjórnin hevur mælt altjóða samfel­ agnum til at fáa eitt valds­ skifti í Sudan. Tað er ikki hent, men í sunnudagin valdi ovasti ákærin hjá al­ tjóða krígsbrotsmannadóm­ stólinum ICC, Luis Mor­ eno­Ocampo, at skuldseta sudanska forsetan, Omar al­Bashir, fyri fólkamorð. Samstundis bað hann eina nevnd hjá ICC taka støðu til eina áheitan um at krevja forsetan handtiknan. Hetta er fyrstu ferð, at ein virkandi ríkisleiðari er skuldsettur fyri fólkamorð, og um nakrar vikur fæst at vita, um ICC fer at biðja um at fáa hann handtiknan. Omar al­Bashir heldur lítið um skuldsetingina. Tað gera nógvir sudanar eisini, tí tá forsetin vísti seg alment í gjár, vóru nógv fólk komin saman at fagna honum og at rópa rakstrarróp eftir USA. Sambært sudanska ST­sendiharranum skal Omar al­Bashir hava sagt, at skuldsetingin ímóti sær fer ikki at bøta um viður­ skiftini í Darfur, heldur tvørturímóti. Forseti skuldsettur fyri fólkamorð Ísland fær ikki evruna uttan ES-limaskap Percy Westerlund Sudanski forsetin Omar al-Bashir Mynd: Polfoto