Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 134 - 15. juli 2008 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Sum fyrsta kvinnan nakrantíð dømdi hon finaluna í heims­ meistarakappingini hjá kvinnum í 2003, og nú skal Nicole Petignat, sum er dómari og ikki kvinnuligur dómari, leiga slagið millum EB/Streym og Manchester City FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tey vóru fleiri kring felags­ lið­ið­ úr Sundalagnum, sum ilskað­ust inn dómaran, sum dømdi dystin millum B36 og EB/Streym í Gundadali sunnudagin. Hósdagin koma somu fólk heilt víst at halda eitt vaki eyga við­ dømingini, tá 41 ára gamla Nicole Petignat skal stýra dystinum millum teirra felag og Manchester City. Kvinnan úr sveits skrivað­i søgu, tá hon í 2003, sum fyrsta kvinnan nakrantíð­, dømdi finaluna í heims­ meistarakappingini í fótból­ ti hjá kvinnum. – Hvør dystur er serstakur, men finalan í 2003 og UEFA Cup dystir eru nakað­ serligt, ikki minst tí so nógv ljós verð­ur varpað­ á hesar dystir, sigur Nicole Petignat við­ sveitsiska blað­ið­ Swiss Info. Í júst farna EM­endaspæ­ li, var Petignat ikki á vølli­ num. Men hevð­i tó ein virknan lut á síð­ulinjuni, har hon sum UEFA­umboð­ hjálpti sjónvarpsrásum, tá endurtøkur skuldu vísast á skíggjanum. Swiss Info hevur eisini spurt dómaran, hvørja ávirkan tað­ hevur, at hon er kvinna. – Frá fyrsta degi havi eg sett eina æru í, at verð­a mett sum dómari og ikki sum kvinnuligur dómari. Á vøllinum havi eg eisini altíð­ hildið­ fjarstøð­u til leikararnar, tí tað­ er munur á frú Petignat á vøllinum og so Nicole uttanfyri vøllin. Og tað­ er fullkomiliga óhugsandi, at eg vildi brúkt mína kvinnuligu síð­u fyri at stuð­la undir eina avgerð­, eg taki á vøllinum, stað­festir Nicole Petignat fyri Swiss Info. Hóskvøldið­ kl. 19.00 bríklsar hon størsta dystin, nakað­ føroyskt felag nakrantíð­ hevur spælt, í gongd. Og Nicole Petignat gleð­ir seg. – Mær dámar væl dagarnar, tá dystir eru. Eg vakni og merki spenningin spakuliga vaksa. Men tað­ er ein góð­ kensla, sigur Nicole Petignat. Petignat er ikki kvinnuligur dómari liðið Símun Rógvi Hansen (B71) Hanus Eliasen (EB/S) Nenad Saric (ÍF) Nenad Stankovic (NSÍ) Wellington Soares (B71) Andreas Lava Olsen (Víkingur) Sam Malson (B36) Levi Hanssen (EB/S) Einar Hansen (NSÍ) Johan Troest Davidsen (NSÍ) Dimitrije Jankovic (B36) Símun Samuelsen var leikbannaður, tá ið Keflavík í gjárkvøldið vann 1­0 á Laugardals­ vøllinum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í gjárkvøldið­ vórð­u tríggir teir síð­stu dystirnir í 11. umfari í Landsbankadeildini spældir. Keflavík, sum Sím­ un Samuelsen spælir við­, vitjað­i Fram í Reykjavík. Heimavøllurin hjá Fram er Laugardalsvøllurin, har íslendska landslið­ið­ spælir sínar heimadystir. Keflavík vann 2­0. Málini vórð­u skorað­, tá ið­ tað­ rest­ að­u sjey minuttir og í síð­sta minutti. Málskjútti í báð­um førum var Þórarinn Krist­ jánsson, sum var skiftur inn tveir minuttir frammanund­ an, at hann skorað­i fyrra málið­. Símun Samuelsen var ikki á vøllinum. Hann var leikbannað­ur. Í Íslandi verð­­ ur fyrsta leikbannið­ útloyst eftir fjórð­a gula kortið­. At Keflavík hevð­i trý stig við­ sær til hús ber við­ sær, at Keflavík er oddalið­ eftir ellivu umfør. FH, sum Sím­ un og teir kappast við­ um oddasessin, tapti í sunnu­ dagin óvæntað­ á heimavølli 2­1 ímóti Fylkir. Úrslitini í 11. umfari: Fjölnir­ÍA 2­0, FH­Fylkir 1­2, Grindavík­Þróttur 2­2, Fram­Keflavík 0­1 og Breið­ablik­HK 2­1. Støð­an: Keflavík 25, FH 22, Fjölnir 21, Valur 19, KR 18, Breið­ablik 18, Fram 15, Grindavík 14, Þróttur 13, Fylkir 12, ÍA 7 og HK 5 stig. Næsti dysturin hjá Kefla­ vík verð­ur leygardagin, tá ið­ Símun Samuelsen og teir fara at vitja Valur. Nú er Keflavík oddalið – Frá fyrsta degi havi eg sett eina æru í, at verða mett sum dómari og ikki sum kvinnuligur dómari, sigur Nicole Petignat Mynd: Polfoto