týsdagur 15. juli 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 134 - 15. juli 2008 ]
Landsliðsvenjarin sak
– Hvar eru typur sum Allan Mørkøre,
Todi Jónsson, Julian Johnsson og Pól
Thorsteinsson? Eg sakni virkuliga slíkar
typur á føroyska landsliðnum.
Landsliðsvenjarin stendur eitt sindur
spyrjandi. Hugburðsbroytingin hevur verið
ógvuslig á føroyska fótbóltslandsliðnum
seinnu árini. Stríðshugaðir, svakir og
snarsintir føroyingar tykjast vera býttir
út við fótbóltspælarar, ið kanska hava
betri bóltførleika, men ikki í sama mun
sýna tann stríðsanda, vit sóu fyrr.
Jógvan Martin Olsen bæði vantar
og sakar slagið av fótbóltsleikarunum,
sum góvu øllum viðleikarunum eitt slag
í afturpartin. Tað vóru hesir, sum um
aldarskiftið, áttu týðandi leiklut í fleiri
av heiðurligu úrslitunum.
Samanbera vit føroyska landsliðið
anno 2008 við tað, sum fór á vøllin
fyri átta árum síðani í javnleikinum á
Svangaskarði ímóti Slovenia, er nógv
vatn runnið í ánna. Bæði á og uttan fyri
vøllin er nógv hent.
– Føroysku leikararnir hava munandi
betri bóltførleika í dag. Hinvegin høvdu
vit nógv sterkari persónligheitir á
liðnum tá, greiðir Jógvan Martin Olsen,
landsliðsvenjari, frá.
Gingu gjøgnum eld
Toftamaðurin hevur fylgt føroyska
fótbóltslandsliðnum gjølla seinastu
mongu árini. Hann var høgra hondin hjá
bæði Allani Simonsen og Henriki Larsen,
áðrenn tað í 2006 stóð honum í boði at
gerast føroyskur landsliðsvenjari. Og eitt
er vist: Hugburðurin til landsliðsfótbólt
er nógv broyttur.
– Í bussinum ávegis til dyst tosa
leikararnir heim, og so skjótt dysturin
er liðugur verður fartelefonin tendrað.
Hálvan tíma eftir dystarlok, tá menn
standa undir brúsuni, hoyrist viðhvørt
floyt og sangur. Tá vit taptu ein dyst
fyri tíggju árum síðan var óhugnalig
tøgn, og eingin segði nakað í heilan
tíma eftir at dysturin var liðugur, sigur
landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen,
sum heldur at leikarar í dag kundu lært
nakað av hugburðinum, ið leikarar sum
Óli Johannesen, Allan Mørkøre, Todi
Jónsson og Pól Thorsteinsson sýndu á
landsliðnum. Menn, sum vóru sinnaðir
ganga gjøgnum eld, sum Jógvan Martin
Olsen tekur til.
Hesir vóru ikki bara øðrvísi á vøllinum,
men eisini uttanfyri vøllin.
– Høvdu vit hvíld undan dysti, so
var friður. Og var tað tann allar minsti
gangur, kom Pól Thorsteinsson út úr
kamarinum, og talaði at. Í dag er tað
øðrvísi, men tað ein onnur tíð vit liva
í og samfelagi er broytt munandi uppá
nógvar mátar. Men tó so, liðið í dag kann
spæla sera væl og sóu vit hetta serliga
í dystunum á heimavølli ímóti
- So skjótt dysturin er liðugur verður
fartelefonin tendrað. Hálvan tíma eftir
dystarlok, tá menn standa undir brúsuni,
hoyrist viðhvørt floyt og sangur. Tá vit taptu
ein dyst fyri tíggju árum síðan var óhugnalig
tøgn, og sjáldan hoyrdi ein nakran siga
nakað í heilan tíma eftir at dysturin var av,
fortelur landsliðsvenjarin Jógvan Martin
Olsen, sum eftirlýsir leikaratypur sum Allan
Mørkøre, Toda Jónsson og Pól Thorsteinsson
á føroyska landsliðnum
– Driblingar í
føroysku land-
skappingini
er sum lundi á
jólanátt. Tað er
líka, tá Hans Pauli
Samuelsen tímur.
Langskotini sært
tú heldur ikki
longur, og ein
miðvallarleiðara
og stríðsmann
sum Abraham
Løkin finnur
tú ikki. Verju-
leikarar sum Pól
Thorsteinsson,
ið kundi draga
ferðina úr mót-
støðumanninum
og verja fyri
øllum, eru ov fáir
av í dag, sigur
Jógvan Martin
Olsen