týsdagur 15. juli 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 134 - 15. juli 2008 ]
knar vinnararnar
Italia og Skotland. Tað er kanska tað
besta eitt føroyskt landslið hevur spælt,
so dygdirnar eru har, men vit síggja alt
ov ofta at útsvingini eru alt ov stór,
hugleiðir Jógvan Martin Olsen.
Taka ikki av
Sermerkt við fleiri av landsliðsleikarunum
um aldarskiftið var, at fleiri spældu uttan
fyri landoddarnar. Í so máta er eisini
nógv broytt. Í dag er tað einans Símun
Samuelsen í Keflavík, sum stendur seg
millum teir bestu í útlandinum. Aðrir
spældu millum teir næstbestu ella velja
at venda nøsini aftur móti Føroyum. Og
tað undrar landsliðsvenjaran.
– Eg hevði væntað, at fleiri av teimum
leikarunum, sum eru millum 25 og 30
í dag, høvdu tikið stigið at fari til eitt
nú Danmarkar. Men eg veit, at fleiri av
profilunum á landsliðnum vísa aftur
tilboðnum frá feløgunum í næstbestu
donsku deildini. sigur Jógvan Martin
Olsen, sum leggur aftrat, at tað ikki er
einasti trupulleikin.
– Nakrir eru heldur ikki nóg góðir har
teir koma og megna ikki sláa til, vísir
landsliðsvenjarin á.
Blaðungir seta stór krøv
Sambært Jógvani Martini Olsen geva
hesir skarvin yvir, áðrenn teir veruliga
hava roynt tað. Og tá er lætt at skifta
til smærri felag, har pengarnir hinvegin
eru fleiri.
– Og so er tað, at føroyskur fótbóltur
lokkar nógv, sigur Jógvan Martin
Olsen, sum ikki dugir at siga, um tað
eru ov nógvir pengar í føroyskum
fótbóltinum.
Í dag síggja vit at blaðungir leikarar
eru eisini byrjaðir at seta stór krøv, og tað
hóvar als ikki landsliðsvenjaranum.
- Talan er um ungar mans, sum
banka upp á hjá feløgum og saman
við umboðsmonnum bjóða seg fram,
og krevja pengar fyri at spæla uttan at
hava prógvað nakað, sigur hann.
Tað eru hesir somu, ið sum ungir
tannáringar royndarvenja í útlendskum
feløgum. Tað er ikki rætta leiðin, tí heldur
skulu vit menna og styrkja umstøður
teirra her heima og læra teir at ýta fyrst
áðrenn teir byrja at krevja.
– Vit eiga at fyrireika teir nógv
betur upp á avbjóðingar, ið standa
teimum fyri framman. Serliga kropsliga
standa teir als ikki mát við aðrar, vísir
landsliðsvenjarin á.
Hann nevnir eisini, at londini, vit
kappast við á altjóða leikvøllum, hava
lagt nógv meira í fótbóltin, enn vit
hava í Føroyum. Tað er eisini ein av
orsøkunum, at vit í løtuni renna aftaná
hinum. Útskiftingin á føroyska liðnum
hevur verið ógvsulig seinastu árini,
Munur á profilum
Sambært Jógvani Martini Olsen, er tað
eisini munur á profilunum fyrr og nú.
– Driblingar í føroysku landskappingini
er sum lundi á jólanátt. Tað er líka, tá
Hans Pauli Samuelsen tímur. Langskotini
sært tú heldur ikki longur, og ein
miðvallarleiðara og stríðsmann sum
Abraham Løkin finnur tú ikki. Verjuleikarar
sum Pól Thorsteinsson, ið kundi draga
ferðina úr mótstøðumanninum og verja
fyri øllum, eru ov fáir av í dag, slær
landsliðsvenjarin fast.
Hann nevnir síðani Marna Djurhuus
sum ein, ið hevur hesar eginleikar,
men sum ikki er tøkur hjá honum.
Og Jóhan Troest Davidsen sum eftir
landsliðsvenjarans tykki, hevur nakrar
av somu styrkjum.
Feløg í altjóða
framgongd
Tað er sjálvsagt ein meinbogi fyri
landsliðið, at føroysku útisetarnir ikki
eru fleiri í tali. Tað er hinvegin ein stórur
fongur hjá heimligu feløgunum, sum
seinnu árini hava staðið seg alsamt
betri á altjóða leikpallinum. Men
samstundis hevur landsliðið sæð størstu
afturgongdina nakrantíð.
– Flestu profilarnir á landsliðnum
spæla í Formuladeildini, og tá
standa feløgini seg væl, staðfestir
landsliðsvenjarin, sum sær ein
samanhang millum framgongdina hjá
einstøku feløgunum, og at so fáir leikarar
leita sær uttalandafyri at spæla.
Men hevði tað tá ikki verið eitt hugskot
at kalla útlendskar profilar í føroysku
landskappingini upp í landsliðshópin?
Menn sum Sorin Anghel og Alex José
dos Santos hava jú verið í Føroyum
so leingi, at teir kunnu fáa føroyskan
borgaraskap.
– Tað er ikki mín uppgáva at geva
teimum føroyskan borgaraskap. Tað
mugu einstøku útlendingarnir sjálvir fáa
í lag. Um tað verður veruleiki at teir vera
tøkir at spæla á føroyska landsliðnum,
er støðan ein onnur so kundu teir heilt
vist verði aktuellir, sigur Jógvan Martin
Olsen, sum eisini viðgongur, at tað hevði
verið kærkomið, um hesir vóru tøkir at
velja ímillum hjá honum.
Uni Holm Johannesen
Rólant Waag Dam
Føroyar eru næst vánaligasta landslið í Evropa.
Vit hava ikki fingið nakað stig í hvørki EM- ella
HM undankapping síðan 2002. Seinastu árini hava
vit raplað niður eftir styrkislistanum hjá FIFA. Í
løtuni liggja vit nummar 195 - bara 12 lond eru
aftan fyri okkum.
Sosialurin varpar komandi vikurnar ljós á keðiligu
gongdina. Vit leita eftir orsøkunum til, hví tað
gongur so illa í hond og spyrja hvat skal til fyri
at venda óhepnu gongdini?
Vit leggja í dag fyri við Jógvani Martini Olsen,
landsliðsvenjara.
Í blaðnum hósdagin
verður prátað við
Toda Jónsson um
sama evni
Myndir: Álvur Haraldsen
Lagt til rættis hava...