týsdagur 15. juli 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 134 - 15. juli 2008 ]
Nógvir fulltíðar
fótbóltsspælarar hava
dugað illa at umstilla
seg frá tilveruni
sum yrkisleikari.
Franny Lee gjørdist
ein dugnaligur
handilsmaður,
men var kortini ein
vánaligur formaður
fyri Manchester City
FÓTBÓLTUIR
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Francis Henry Lee er føddur
í Bolton uttanfyri Man
chester 29. apríl í 1944. Í
1959 byrjaði Lee sína fót
bóltsyrkisleið í Bolton sum
15 ára gamal. Sum Lee
vaks til var øllum greitt, at
her var talan um ein framúr
góðan álopsleikara. Við tíð
ini eydnaðist tað honum at
fáa 139 dystir fyri Bolton,
og skoraði hann 92 mál í
hesum 139 dystunum. Hetta
førdi til, at stóru grannarnir
úr Manchester City vildi
gera ein sáttmála við hann.
Hetta gjørdist veruleiki í
oktober í 1967, og talan
gjørdist um ein sáttmála,
sum hevði eitt virðið uppá
60.000 bretsk pund, sum
var nógv tá á døgum. Longu
í sínum næsta dysti fyri
Manchester City skoraði
Franny Lee tá teir spældu
móti Fulham.
Meistarar í 1968
Tað eydnaðist Lee at vinna
enska meistaraheitið longu
fyrsta kappingarárið, hann
spældi við Manchester City.
Venjarin hjá Manchester
City, Joe Mercer, nevndi
Lee “Tann síðsta brikkin í
puslispælinum”,
og
tað
skuldi vísa seg at verða júst
so.
Hetta kappingarárið tog
aðist Manchester City við
Manchester
United
um
ensku fótbóltstrónuna, og
ikki fyrr enn í síðsta umfar
inum eydnaðist tað Man
chester City at staðfesta
enska meistaraheitið.
Talan gjørdist um ein sera
dramatiskan dyst móti New
castle United. City vann
dystin 43, og skoraði Lee
eitt av málunum, sum førdi
til at meistaraheitið endaði
á Maine Road.
Àrið eftir vann City FA
Cup finaluna á Wembley
við einum 10 finalusigri
yvir Leicester City. Neil
Young skoraði sigursmálið
hjá City.
Í 1970 vann City evrope
isku kappingina fyri steypa
vinnarar. Ì finaluni, sum
var leikt á táverandi Prater
Leikvøllinum í Wien, møtti
Manchester City pólska lið
num, Gornik Zarbre. City
vann 21, og skoraði Lee í
finaluni uppá brotsspark.
Brotssparksmet
Kappingarárið 19711972
setti Lee eitt brotssparksmet.
Hetta árið skoraði hann 35
mál, 15 av teimum uppá
brotsspark, sum er bretskt
met fyri brotsspørk, sum
ein einstakur fótbóltsspælari
hevur skorað í einum kapp
ingarári.
Nógv av brotsspørkunum,
sum City fekk tillutað, vóru
brotsspørk, sum vóru gjørd
ímóti Franny Lee. Hetta
gjørdi, at viðhaldsfólkini
hjá City góvu honum keli
navnið: “Lee One Pen”.
Fótbóltstíðindamenn og
onnur meintu, at Lee datt
heldur lætt, og at hann fekk
ov nógv brotsspørk tillutað.
Hesi góvu honum eyðk
nevnið: “Lee Won Pen”.
Tvey dømi um hvussu góð
ur og gløggur bretskur
humor kann verða.
Tá bretar hava kjakast um
teir spælarar, sum “kava”
fyri at fáa brotsspørk, so
hevur navnið hjá Franny
Lee ofta verið uppi og vent.
Leiðarin fyri ensku fótbólts
dómarnar, Keith Hackett
hevur sagt opið og alment:
At Franny Lee bar orð fyri
at detta ov lætt.
Francis Henry Lee:
Frá fótbó
Francis Lee fær gula kortið í landsdysti
móti Brasilu í heimsmeistarakappingini
í Meksiko 1970, eftir at hann framdi
fríspark móti málverjanum Felix
Mynd: Polfoto
Uganda tosar aftur um Sivic
Nú røkist aftur fyri, at Tomislav Sivic fær kjansin sum landsliðsvenjari
hjá Uganda Fyri tveimum árum síðani hildu tey flestu, at fyrrverandi
VB, B36 og KÍvenjarin, Tomislav Sivic, skuldi venja Uganda. Ta
ferðina dróg Sivic sjálvur tó í land, tí hann ikki helt fótbóltssambandið
í Uganda halda tað, sum varð lovað. Nú er Sivic tó aftur upp á tal sum
landsliðsvenjari. Laszlo Csaba, sum hevur verið venjari, er farin í
annað starv, og í lokalu miðlunum verður sagt, at talan nú er um
kapprenning millum Tomislav Sivic og landsmann hansara Micho
Sredojevic. Tomislav Sivic var í fjør ávegis til VB/Sumba, men sjúka í
familjuni gjørdi tó, at hann valdi at vera heima hjá foreldrunum eina
tíð.
Ferguson kom við hugskotinum
Tað var fyrrverandi høvuðsvenjarin hjá Aberdeen, Sir Alex Ferguson, sum
kom við hugskotinum um kappingina Aberdeen International Football
Festival, sum hevur verið kærkomin hjá føroysku ungdómslandsliðnum
seinnu árini. – Ferguson hevði avgerandi leiklut í at gera altjóða fótbólts
kapping í Aberdeen, og hann hevur øll árini síðani stuðlað kappingini. Hann
spyr ofta, hvussu tað gongur við kappingini, sigur Gordon Naismith, leiðari
fyri AIFF við Evening Express. Sir Alex Ferguson er í Aberdeen í hesum
døgum, har venjingardystur hevur verið skipaður millum Aberdeen og
Manchester United. Hetta fyri at feiðra liðnum, sum vann UEFA CUP
kappingina fyri 25 árum síðan.