Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-15, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 134 - 15. juli 2008 ] Ferðalagið er ikki stórt hjá NSÍ, sum í morgin fyri fyrstu ferð nakrantíð fer at taka lut í fyrsta undanumfarinum í europeisku kapp­ ingini fyri meistara­ lið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Lagið var gott í NSÍ ferða­ lagnum, sum leygardagin fór úr Vágum, og sunnu­ kvøldið ella tíðliga mána­ morgunin, tá ið ferðalagið var komið til Tbilisi í Georgia var lagið uppaftur betri. Hóskvøldið vann NSÍ týdningarmiklan lands­ kappingardyst ímóti HB, og sunnudagin tóku meist­ ararnir enn eitt fet ímóti oddasessinum, tá ið B36 vann ímóti oddaliðnum EB/Streymi. NSÍ ferðalagið gisti í Keypmannahavn sunnu­ náttina. Fyrrapartin sunnu­ dagin varð flogið til Riga, har føroyska ferðalagið bíðaði til tíðliga á kvøldin­ um. So varð flogið til Georgia, har NSÍ í morgin klokkan 18 lokala tíð, sum er klokkan 16 føroyska tíð fyri fyrstu ferð nakrantíð skal royna seg í undanum­ farinum í europeisku meistarakappingini. Úr Georgia verður sagt, at gistingarhúsið er gott, og at umstøðurnar annars eru so øðrvísi, sum tað varð roknað við. Hitastig­ ini eru omanfyri tredivu, og tá ið dysturin verður spældur klokkan 18 lokala tíð, verður tað strævið hjá NSÍ. NSÍ ferðalagið í Georgia er ikki stórt. Har eru fjúrt­ an spælarar og so nakrir fáir hjálparar. Venjarin, Johan Nielsen, er ikki við í Georgia, so tað er Pauli Poulsen, hjálparvenjari, ið hevur ábyrgdina av lið­ num. Nýggi vongverjin, Jónas Tór Næs, er orsaka av skaða ikki við. Spælararnir eru hesir: Tórður Thomsen, Aco Pandurovic, Filip Jacob­ sen, Einar Hansen, Pól Jóhannus Justinussen, Jóh­ an Troest Davidsen, Óli Hansen, Bogi Løkin, Nen­ ad Stankovic, Milan Pej­ cic, Sjúrður Jacobsen, Hjal­ grím Elttør, Karoly Potem­ kin og Øssur Dalbúð. Dygg mótstøða FC Dinamo Tbilisi er iva­ leysa sterkt mótstøðulið hjá NSÍ, eisini hóast teir eru í summarfrí frá lands­ kappingini. NSÍ heimasíð­ an veit at siga, at liðið júst nú hevur verið á venjing­ arlegu í Týsklandi. Á liðnum eru nógvir spælarar, sum hava altjóða royndir. Tveir landsliðs­ spælarar úr Gabon eru við, og fleiri, sum hava spælt á georgiska landslið­ num. Tá ið Georgia 31. mai tapti 2­0 ímóti Portu­ gal, átti FC Dinamo Tbilisi tveir spælarar á liðnum. Tá ið U21 landsliðið 25. mars vann 4­0 á Litava, vóru tveir spælarar úr felagnum á liðnum. Hesir eru nú báðir í a­lands­ liðshópinum. Umframt hesar hava tríggir aðrir áður verið á landsliðnum. FC Dinamo Tbilisi vann meistaraskapin rættiliga sannførandi. Teir taptu bara tveir dystir, spældu ein javnan og vunnu hinar 23. Við kappingarlok vóru teir tíggju stig frammanfyri nummar tvey. Síðani Sov­ jetsamveldið datt sundur, hava teir í Georgia skipað fyri sínari egnu landskapp­ ing. Hon hevur verið síð­ ani 1990, og FC Dinamo Tbilisi hevur verið meist­ ari tíggju ferðir! Í altjóða høpi var tind­ urin, tá ið FC Dinamo Tbilisi í 1981 vann final­ una í kappingini fyri eur­ opeiskar steypavinnarar. Nýtt blað í NSÍ søguni ólti til WC-pappír Meistari við Derby Árini 1967­1974 spældi Lee 248 dystir fyri Man­ chester City, og skoraði hann 112 mál. Lee fór til Derby County í august 1974. Millum annað skoraði Lee tíggju ferðir í dystum ímóti Manchester United, og var tað við til at gera hann eyka væl umtóktan millum viðhaldsfólkini. Lee var ikki glaður um avgerðina hjá Manchester City, um at selja hann, og í desember hetta árið undir­ strikaði hann hetta við at skora sigursmálið fyri Derby ímóti Manchester City. Fyri aðru ferð eydnað­ ist tað Lee at vinna enska meistaraheitið, og skoraði hann eisini javnan fyri Derby hetta kappingarárið. Tí kundi hann eisini taka ímóti enn einum meistara­ heiðursmerki í maj 1975. Næsta kappingarárið end­ aði Lee í einum roki, sum fólk í Bretlandi minnast væl. Verjuleikarin hjá Leeds, Norman Hunter, ákærdi Lee fyri at hava vunnið sær eitt brotsspark á óregluligan og ósømiligan hátt. Orðadrátturin millum Hunter og Lee førdi til sann­ an nevaleik, og endin var, at báðir vóru sendir av vøllin­ um. Seinni hevur blaðið “The Observer” valt hendan tilburðin til at verða tann mest minniliga útvísingin í ítróttarsøguni. Millum 1968 og 1972 spældi Lee 27 landsdystir fyri Ongland, og skoraði hann tíggju mál í hesum landsdystunum. Í 1976 legði hann skógvarnar á hill­ una. Í mun til aðrar fótbólts­ spælarar gjørdist ikki talan um eina stagnasjón. WC-pappír Lee fór í eina heldur sjáld­ sama vinnu. Hann byrjaði at framleiða WC­pappír, og hilnaðist somikið væl, at hann skjótt gjørdist millum ríkastu menn. Millum manna var hann nevndur “Bog Roll King” – WC­ pappírskongurin. Lee gjørdist eisini kendur, sum kappingarhesta­venj­ ari. Her eydnaðist tað Lee at venja nakrar hestar, sum gjørdu tað gott á kappingar­ breytunum. Onglendingar minnast Harry Hardmann, Allwight Then og Young Jason, sum góðar kapping­ arhestar. Í 2001 gavst Lee tó at fáast við kappingar­ hestar. Formaður í City Sjálvt um Lee eisini spældi við Bolton og Derby, so var Manchester City altíð liðið, sum honum dámdi best. Í 1994 keypti hann parta­ brøv fyri 3 miljónir bretsk pund. Hetta førdi til, at hann gjørdist formaður í fel­ agnum. Men tíðin sum for­ maður í Manchester City gjørdist ikki líka eydnurík, sum tíðin hann hevði, sum spælari í felagnum. Millum mistøkini Lee gjørdi var at seta Alan Ball í starv sum venjara. Tað gekk galið longu fyrsta árið, og Man­ chester City flutti niður. Niall Quinn, Keith Curle og Garry Flitcroft rýmdi úr spælarahópinum, og alt fór í hundannar hjá City. Lee tók seg aftur sum for­ mann í 1998, og tá var Man­ chester City farið skrambl­ andi niður í triðjubestu fót­ bóltsdeildina. Fyrstu árini helt hann fram, sum partaeigari, men hann valdi síðani at selja síni partabrøv til thailendska ríkmannin, Thaksin Shina­ watra, sum eigur Man­ chester City við húð og hárum í dag. 4. juni í 2005 endaði Franny Lee í geglinum aft­ aná ein harðan orðadrátt við ein løgreglumann. Hetta hendi tá løgreglumaðurin vildi gera eina alkoholroynd, fyri at kanna um kona Franny Lee, Gill hevði ov nógv alkohol í blóðinum, tá hon koyrdi heim við bili sínum. Manchester City viðhalds­ fólk minnast ikki formannin Franny Lee við gleði, men álopsspælaran Franny Lee minnast tey við stórari gleði. Vánaligu avrikini á skrivstovuni klára ikki at yvirskugga góðu avrikini á fótbóltsvøllinum. Og lítil ivi er um, at Franny Lee sit­ ur og hyggur í sjónvarp, tá EB/Streymur tekur ímóti Manchester City á Tórsvølli hóskvøldið. Francis Henry Lee roynir seg við skoti í dystinum, men Ongland tapti 0-1 Mynd: Polfoto Keflavík er á odda í Landsbankadeildini Tað gongur væl hjá Keflavík í Landsbankadeildini. Í gjár spældu teir á útivølli ímóti Fram. Dysturin var spældur á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Væl hilnaðist hjá Kefla­ vík. Keflavík vann 2­0, og skoraði Tórarinn Brynjar Kristj­ ánson bæði málini. Málini fullu í 83. minutti, og í 90. min­ utti. Sigurin ber við sær oddasess til Keflavík, sum nú hevur 25 stig á kontuni. Símun Samuelsen var ikki við á liðnum hjá Keflavík. Hann var leikbannaður, nú hann hevur fingið fýra gul kort higar til hetta kappingarárið. Vil hava søgur úr Føroyum Sum øll onnur stór fótbóltsfeløg í Evropa, so hevur Manchester City eisini eitt Museum/ savn. Manchester City´s Museum heitir nú á øll viðhaldsfólkini, sum ferðast til Føroya, tað verið seg við flogfari, ferju ella fiskitrolara, um at skriva um sínar upplivingar frá Føroya­ ferðini. Ætlanin hjá Manchester City´s Museum er at savna allar søgurnar saman, so fólk kunnu minnast aftur á eina ta mest sjáldsomu ferðina Manchester City hevur gjørt í søgu sínari. Fólk skulu senda ein teldupost til tours@mcfc.co.uk og fortelja frá sínum uppliving­ um í Føroyum. Ein sjáldsom, men stuttlig áheitan. Savnið hjá Manchester City hevur yvir 3.000 lutir, og taka teir ímóti øllum lutum, sum hava nakað við felagið at gera. T.v.s. at verða prentaðir serligir minnislutir, t.d. turriklæði, har bæði EB/Streymur og Manchester City standa prentað á, so skal ein slíkur minnislutur eisini á savnið hjá Manchester City. Enn einaferð er staðfest, at fótbóltur veruliga gevur Føroyum nógva umtalu.