Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 141 - 26. juli 2001 Nr. 141 - 26. juli 2001 3 Stóri svartkjaftatrolarin, Næraberg, liggur í løtuni í Klaksvík, har hann verður landaður á Northern Fish Cold Storage. Næraberg hevur seinastu seks vikurnar roynt í ís- lendskum og føroyskum sjógvi. Næraberg leggur 750 tons av surimi og 280 tons av mjøli upp úr Klaksvík. Ætlanin er,at Næraberg skal fara avstað aftur hós- kvøldið. ek Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá góða mamma, vermamma, omma, langomma og systir okkara Aslaug Borðá bleiv sjúk, doyði og varð jarðað. Tøkk til starvsfólkið á Suðuroyar Sjúkrahúsi og á Landssjúkrahúsinum. Tøkk til prestarnar Berg D. Joensen og Ólav Rasmussen fyri troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til urguspælarar, sangarar, gravarar, bilførarar og øll tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Tøkk fyri blómur, peningagávur, vitjanir, uppringingar og tøkk til øll tykkum, ið hjálptu til. Vegna tey avvarðandi Sólrún, Elvin og Enok Terji aftur í Frændum Fyri fyrstu ferð í næstan 10 fer Terji Rasmussen at spæla við í Frændum. Høvið er ólavsøkukon- sertini, sum verður hildin í Kommunuskúlagarðinum fríggjakvøldið. Terji Rasmussen, sum í áttatiárunum var ein av sangarunum í Frændum, verður við aftur í bólkinum til hetta serliga høvi, um- framt at hann eisini verður ein av sangarunum í MC Hár á ólavsøkukonsertini. Terji var við í tveimum av útgávunum hjá Frænd- um. Tann næsta í røðini hjá bólkinum, Frændur 2 frá 1986, var tann fyrra við Terja, og tað er á hesi út- gávuni, at hann syngur til- tikna kærleikssangin, Eros, sum hann og Steintór Ras- mussen skrivaðu í felag. Um hetta mundið vóru nógvir ymiskir sangarar í Frændum, men fram til triðju útgávuna, nógv virdu 80’ini frá 1988, fóru fleiri sangarar úr bólkinum. Høvuðsmenninir Eyðun Nolsøe, Rani Nolsøe og Steintór Rasmussen tóku alt meira yvir, men Terji hevði framvegis ein leikut í bólkinum. Á útgávuni 80’ini syngur Terji millum annað í heitissangunum, 80’ini. Terji fór úr Frændum á vári í 1989, tá hann fór í holt við sína egnu útgávu. Hendan útgávan kom undir navninum Terji og Føstu- fressar. Síðani hevur Terji onkun- tíð verið á palli saman við Frændum, men seinastu ferð var í 1993. Síðani hev- ur Terji spælt í øðrum bólkum, og seinastu árini hevur hann serliga samstarvað við Eyðun Nolsøe, sum er ein av frædnunum. – Tað er stuttligt at fara á pall saman við Frændum aftur. Tað líkist nógv tí at spæla saman við Eyðuni, tí vit hava fleiri Frændur sangir á skránni, men sjálv- andi verður hetta nakað øðrvísi, sigur Terji Ras- mussen. Mánadagin vandi Frænd- ur í Havnini, og fríggja- kvøldið verður tað teirra uppgáva at enda ólavsøku- konsertina. Teir fara at spæla nakrar av sínum kendastu sangum, og Terji Rasmussen fær sum skilst ein týðandi leik- lut í framførsluni. NØVN Í VIKUNI Næraberg landar í Klaksvík Næraberg landar í Klaksvík hesa vikuna FISKIVINNA Jógvan Hugo Gardar Noreg: Ósemjan millum norðmenn og russar um Svalbard-øki herðist. Russ- ar eru í øðini inn á norð- menn tí teir vilja kanna russisk skip sum fiska við Svalbard. Sambært russiska blað- num Rybnaja Stolitsa skal norski fiskimálaráðharrin Otto Gregussen hava fingið greið boð frá russiska starvsfelagnum Jevgeniij Nazdratsjenko, tá teir hittust í Bodø nakað herfyri. - Vit koma at geva okkara skipum boð um at bumba norsk verjuskip sum royna at steðga russiskum trol- arum sum fiska á Svalbard- leiðini, segði Nazdrat- sjenko, og lovaði sam- stundis at norskir sjómenn sum møguliga yvirlivdu bumbingina ikki skuldu bjargast. Russar lova norðmonn- um harðar samráðingar um fiskiskapin í Barentshav- inum, tá partarnir hittast til árligu samráðingarnar í november. Norskir myndugleikar hava ikki vilja úttala seg um russisku hóttanina. Vildu bumba norskt verjuskip Otto Gregussen Faroe Teens verða fyrsti bólkurin, sum fer á pallin á ólavsøkukonsertini Yngsti bólkurin á ólav- søkukonsertini í ár er Faroe Teens. Hetta er ein bólkur, sum er mannaður við ung- um dreingjum kring landið. Sangari í bólkinum er Brandur Enni, sum eisini er kendur frá útgávunum hjá Kulum Rótum. Tað verður uppgávan hjá Faroe Teens at leggja fyri á ólasvøkukonsertini í ár, og tað gleða teir seg til. – Hetta er ein spennandi uppgáva, sum vit hava fingið, og vit stúra ikki fyri at verða fyrsti bólkurin á pallinum, sigur Brandur Enni, sangari í bólkinum. Faroe Teens vunnu sær rættin til at spæla á ólavsøkukonsertini í Pop Top konsertini. Har verður ein vinnari funnin, sum sleppur at spæla á ársins størstu konsert, og í ár var tað Faroe Teens. Ungi bólkurin, sum byrjaði at spæla fyrr í ár er tí komin í gott selskap, men tað nervar teir ikki, at teir skulu á pallin saman við bólkum sum Frændur, All that Rain og Týr. – Vit fara at fyrireika okkum væl til konsertina, so tað verður eingin trupulleiki at spæla fyrst, sigur sangarin í bólkinum. Ó l av s ø k u k o n s e r t i n verður fríggjakvøldið. ek Teir yngstu leggja fyri Brandur Enni og hinir í Faroe Teens verða fyrsti bólkurin á pallinum á ólavsøkukonsertini Arbeiðið við einari lóg um arvagransking í Føroyum hevur ver- ið ávegis eina tíð nú, og ætlanin var, at uppskotið skuldi leggjast fyri løgtingið á ólavsøka. Nú verður lógaruppskotið klárt í fyrsta lagi um tríggjar vikur ARVAGRANSKING Heri á Rógvi Í gjár skrivaði Sosialurin um, at fleiri kanningar skuldu gerast at nýføð- ingum í Føroyum. Hetta ar- beiðið verður mett at byrja um 1. august. Her er tó bert talan um blóðroyndir, sum verða kannaður fyri sjúkur. Oftani hevur verið at hoyrt um arvagransking í Før- oyum, men higartil hevur ikki verið nøkur lóggáva, sum ásetur, hvussu farast skal fram innan arva- gransking í Føroyum. Ein tílík lóggáva er tó á veg, og skuldi hetta arbeiðið eftir røttum verið lagt fram fyri tingið um ólavsøkuna. Tað hevur verið Pál Weihe, sum vegna deilidina fyri ar- beiðsmedisin hevur staðið fyri arbeiðinum at fyrireika eina lóggávu. Løgfrøðiligi parturin hevur verið greidd- ur við kønari hjálp útifrá. Leingi ávegis Tað var Helena Dam á Neystabø, fyrrverandi landsstýrismaður, sum setti arbeiðið í gongd við at gera lóg um arvagransking í Føroyum. Helena Dam Neystabø sigur, at sjálvt ar- beiðið uppá lóggávuna var sett í gongd fyrst í hesum árinum, men tað verið frammi í eina tíð. -Tað var eftir politiskum ynski, at arbeiðið varð sett ígongd, men var sam- stundis eisini eitt ynski hjá mær, tí eg helt, at tað var tørvur á hesum, sigur Hel- ena Dam á Neystabø. Sambært Jenis av Rana, løgtingsmanni, so vóru politikarnir veruliga sína uppgávu verdir, tá orða- skifti var í tinginum um arvagransking í sínari tíð. Hetta var í sambandi við, at eitt íslendskt felag ætlaði sær at fara undir arva- gransking í Føroyum, at orðaskifti byrjaði um hesar spurningar. Tá mettu løg- tingsmenn, at føroyska samfelagið ikki var búgvið til føroyska samfelagið. Fer til hoyringar Sámal Petur í Grund, lands- stýrismaður, hevur so at siga arvað málið um arvagransking. Hann tók við eftir Helenu Dam á Neystabø. Hann sigur, at uppskotið fer til hoyringar ymsastaðni, tá hann fær tað, og hesi fáa 14 dagar at gera viðmerkingar. Tað verður eitt nú landslæknin og Vísindasiðseminevnd Føroya, sum fáa møgu- leikan til at gera við- merkingar. Hetta er eitt nógv umtalað evni, so tað kann lættliga hugsast, at viðmerkingar koma til uppskotið. -Eftir at uppskotið hevur verið til hoyringar, verður alt lisið ígjøgnum og møgu- ligar broytingar vera skriv- aðar í uppskotið, og síðani fer tað í tingið til viðgerðar og støðutakan,sigur Sámal Petur í Grund. Tað verður tískil í fyrsta lagi um tríggjar vikur, at uppskotið verður lagt fyri tingið. Tað er væntandi ikki langt av leiði at ímynda sær, at tað dregur longri út. Ov nógvur kapitalur Eitt tílíkt mál sum arva- gransking hevur ikki verið so nógv frammi í politiska heiminum í Føroyum. Ein flokkur, sum hevur mark- erað seg rættiliga nógv innanfyri sovorðin øki sum hetta, er Miðflokkurin. Flokkurin orðaði fyri nøkrum árum síðani ein politik á økinum. - Politkkurin hjá okkum gongur fyrst og fremst út uppá at tryggja rættindini hjá tí einstaka. Einstakling- urin má ikki ofrast fyri kapitalinum, sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin. - Tað hevur eisini stóran týdning, at føroyingar hava ræðið á støðuni í staðin fyri útlendingar. Tað skal vera frívilligt hjá tí einstaka, og vit mugu siga, at trygdin fyrst og fremst skal vera tað týdningarmikla, sigur Jenis av Rana. Jenis sigur eisini, at tá málið var frammi fyri nøkr- um árum síðani, so vóru fleiri viðurskifti, sum ikki vóru í lagi. Tað var ov nógvur kapitalur, sum vann á teimum menniskjaligu á- hugamálunum, sigur Jenis av Rana. Politikkurin hjá Mið- flokkinum er rættiliga líkur tí arbeiðssetningi, sum Vís- indasiðseminevnd Føroya hevur at arbeiða eftir. Jenis av Rana sigur eisini, at nevndin arbeiðir eftir hes- um sama leisti. Hetta málið er eitt av hjartamálunum hjá Mið- flokkinum, og hetta verður bara byrjanin til fleiri orða- skifti um arvagransking, tí hetta er eitt so stórt mál, sigur Jenis av Rana. Lóg um arvagransking í Føroyum er á gáttini Pál Weihe hevur fyrireikað arbeiðið upp á at gera lóg um arvagransking í Føroyum C M Y K 3 2