hósdagur 26. juli 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 141 - 26. juli 2001
Nr. 141 - 26. juli 2001
5
Føroya Akvariu-
felag fer at sýna
fram akvariur og
fiskar á ólavsøku.
Tey vitjandi sleppa
at døma um, hvat
vakrasta akvariið
er
FRAMSÝNING
Føroya Akvariufelag fer
á ólavsøku at sýna fram í
hølunum hjá Lützens
Foto
í
Sjúrðargøtu.
Framsýningin er opin
frá fríggjadegnum 27.
juli til ólavsøkudag.
Hvønn dag frá klokkan
14.oo til 18.oo, sigur
felagið í tíðindaskrivi.
Á framsýningini verð-
ur møguleiki at síggja
bæði
teir
vanligu,
fremmandu
akvariu-
fiskarnar, fólk kenna, og
føroyskar fiskar. Bæði
salt- og feskvatnsfiskar.
Eisini verður okkurt
akvarium, sum fer at
hava saltvatnsdjór, sigur
Akvariufelagið í tíð-
indaskrivinum. 14 ak-
variur í ymsum støddum
verða sýnd fram í høl-
unum hjá Lützens Foto
um ólavsøkuna.
Tey vitjandi fara at
velja vakrasta akvariið.
Tað verður gjørt við at
skriva
nummarið
á
akvarinum á atgongu-
merkið, sum lagt verður
eftir. Hetta virkar sam-
stundis sum lutaseðil,
sum
millum
annað
gevur
møguleika
at
vinna ein litprentara frá
Farodane.
ej
Fiskaframsýning
á ólavsøku
Hóast Oyndarfjørður
er stongdur orsakað
av ILA smittu, liggja
fremmandir bátar á
firðinum og fiska
gággur. Landsdjóra-
læknin kennir einki
til málið
GÁGGUVEIÐA
Edvard Joensen
At kalla dagliga liggja tveir
fremmandir bátar á Oynd-
arfirði og fiska gággur,
hóast tað er ólógligt. Gjørt
er vart við óskilið, men
einki hendir.
Oyndfirðingar
ilskast
um, at fremmandir bátar
liggja og fiska á Oyndar-
firði og síðan fara av aftur
firðinum, hóast stongsulin,
sum lýstur er. Sjálvir sleppa
teir bara út at fáa sær kók,
men mugu ikki fara út av
firðinum.
Talan er um tveir bátar úr
Fuglafirði,
sum
fiska
gággur, sigur Árni Joensen,
borgarstjóri í Oyndarfirði.
Annar er ein ljósur 20-
tonsari, bygdur upp í
øðrum borðinum, meðan
hin er ein myrkur bátur við
øðrum sniði.
Árni Joensen sigur, at
hann hevur gjørt vart við
hetta
hjá
Fuglafjarðar
Kommunu og hjá havnar-
myndugleikunum í Fugla-
firði. Hann sigur seg eisini
vita, at menninir hava
fingið boð frá havnar-
myndugleikunum um at
gevast. Men tað tykist ikki,
sum teir lurta eftir tí, sigur
borgarstjórin í Oyndarfirði.
Ringar royndir
Tá Sosialurin vendi sær til
landsdjóralæknan at frætta
nærri um støðuna, varð
sagt, at hetta kendu tey als
einki til.
Bjørn Harlou, lands-
djóralækni, er í summarfrí.
Men
Peter
Østergaard,
djóralækni, segði, at hann
als einki hevði frætt um
hendan
fiskiskapin
á
Oyndarfirði.
– Men tað er púra greitt,
segði hann, at hatta er
ólógligt. Og so bað hann
blaðmannin siga sær frá,
um vit frættu nakað meira!
Árni Joensen, borgar-
stjóri í Oyndarfirði, váttar,
at hann hevur ikki boðað
landsdjóralæknanum frá.
Og tað kemst av, sigur
hann, at hann hevur so
mikið ringar royndir av
Vinnumálastýrinum, sum
Landsdjóralæknaembætið
liggur undir, at hann bein-
leiðis heldur tað vera nyttu-
leyst at at siga frá.
Hann bað um hálp frá
Vinnumálastýrinum,
at
sóttreinsa bátarnar, sum
lógu í Oyndarfirði, tá ILA
sjúkan varð staðfest. Men
svarið hann fekk frá aðal-
stjóranum var, at tað hevði
Vinnumálastýrið
ikki
møguleika fyri. Tey høvdu
ivaleyst at gera við lógar-
smíði, fekk hann at vita.
Reinsa sjálvur
Tað heldur borgarstjórin í
Oyndarfirði vera vánaliga
grundgeving, tí honum vit-
andi eru fleiri djóralæknar í
starvi hjá Vinnumálastýr-
inum. Og onkur teirra mátti
kunnað komið ein dag
norður at staðið fyri sótt-
reinsan av bátunum, sum
ætlaðu sær burtur av firðin-
um, soleiðis at arbeiðið
varð gjørt forsvarligt.
Men so varð ikki. Hin-
vegin fekk hann sendandi
við telefaksi eina rúgvu av
oyðibløðum, har hann sum
borgarstjóri og myndug-
leiki í Oyndarfirði kundi
skriva undir, at hann hevði
sóttreinsað bátarnar.
– Men hvussu í Harrans
navni skuldi eg tað? spyr
Árni Joensen. Eg eri ikki
veterinermyndugleiki og
havi ikki førleika til slíkt!
Síðan eru summir bátar
rýmdir úr Oyndarfirði og
koma ikki aftur, meðan
aðrir verða hangandi og
sleppa ikki longri burtur
enn eina snørislong úr
landi. Og undir ongum
umstøðum út á Djúpini at
fáa sær eitt kók.
Og enn argar tað oynd-
firðingar, at fremmandi
menn sigla út og inn av
Oyndarfirði, sum teir vilja,
hóast stongsul er galdandi.
Eftir stendur so spurning-
urin, um onkur enn er í
bygdini, sum dugir at gera
teir til stein, soleiðis sum
tað hendi kendu ófriðar-
skipunum á sinni, sum enn
standa og rilla á Oyndar-
firði.
Ólógligir gággufiskarar
á Oyndarfirði
Eisini í Keyp-
mannahavn ber til
at halda ólavsøku
og hoyra kapp-
róður, um tað ikki
er gjørligt at vitja
klettarnar tjóðar-
hátíðina
ÓLAVSØKA
Dagfinn Olsen
Sum vanligt hevur verið
undanfarin ár, verður
aftur í ár skipað fyri
ólavsøkuhaldi í Føroya-
húsinum í Keypmanna-
havn.
Ólavsøkuaftan letur
kaffistovan upp klokkan
12 við matsølu og tón-
leiki. Kokkurin Stina
Gudmundsdóttir borð-
reiðir við buffet.
Klokkan 14 er ferni-
sering. Arngerð Joensen
sýnir fram oljumálning-
ar. Húsið bjóðar okkurt
at leska seg við og tón-
leikur verður at hoyra.
Frá klokkan 16 verður
kappróðurin útvarpaður
á báðum hæddum í
Føroyahúsinum.
Klokkan 18 er ólav-
søkusetan á skránni.
Felagssangur
er
á
skránni
og
føroyski
borgarstjórin í Gundsø,
Jens
Muller,
heldur
ólavsøkurøðuna. Hann
er ættaður úr Havn.
Klokkan 18:30: Báðar
dagarnar ger kokkurin
Stina leskiligt buffet-
borð. Kostnaður 100
krónur, tvey góð vínsløg
á 85 ella 115 krónur.
Alex og Axel
Á kvøldi klokkan 20:30
syngur Alex Bærentsen
og Axel
Eysturstein
spælir.
Frá klokkan 22 spælir
Fuse. Hetta eru Kristina
Heldarskarð og Axel
Eysturstein. Kostnaður
50 krónur.
Trubadurur vitjar
Ólavsøkudag letur kaffi-
stovan upp klokkan 14.
Umframt smurt breyð,
verður okkurt til børnini
báðar dagarnar.
Klokkan 17 er guðs-
tænasta í Eliaskirkjuni,
har Torben Johannesen
prædikar. Torben er ætt-
aður úr Fuglafirði og er
fyrrverandi
háskúla-
stjóri.
Frá klokkan 18 til 20
er buffetborð.
Klokkan 20 byrjar
kafékvøld við sangi og
heldur hetta fram til
klokkan 23. Trubadur-
urin Stanley Samuelsen,
ið er ættaður úr Fugla-
firði, syngur. Ragnar
Jóhansen, lærari í Nak-
skov, heldur midnáttar-
røðuna. Ragnar er ætt-
aður úr Vági.
Soleiðis kemur ólav
søkuhaldið í Føroyahús-
inum at enda. Hvørt ein
so er útiseti ella er vitj-
andi á flatlondum, so er
eingin orsøk at lata
ólavsøkuna fara fram-
við, um ein er nærhendis
høvuðsstaðnum.
Myndin sýnir, hvar tveir bátar regluliga plaga at fiska gággur fram við syðra landinum á Oyndarfirði
Ólavsøka
í Føroyahúsinum
Bjørk skal møguliga
framføra á Kgl.
Teatrinum í Keyp-
mannahavn. Nýggja
fløga hennara
spreingir aftur mørk
og er operakend.
Fløgan snýr seg um
vetrardvala, at kóka
sukurlátu og at lesa
yndisbøkur
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Arbeitt verður við ætlanum
um, at Bjørk skal framføra
á Kongaliga Teatrinum í
Keypmannahavn. Hetta er
hennara egna ynski.
Enn eru ætlanirnar ikki
endaliga komnar á pláss og
eingin váttar nakað hesum
viðvíkjandi,
skrivar
Jyllandsposturin.
Bjørk fer um mørk
Sagt verður, at við nýggju
og leingi væntaðu fløguni,
ið nevnist Vespertine, fer
Bjørk aftur um mørk á
listaleið síni.
Fløgan hevur eitt huglag,
ið ein skapar heima við hús
við vinum og tí einasta
eina, sigur Bjørk við Bill-
board. Hon metir, at tón-
leikurin verður trupul at
framføra á palli.
Fløgan snýr seg um at
kóka sukurlátu, vetrardvala
og at lesa yndisbøkur. Hetta
huglag er ikki lætt at raka í
stórum hølum, og vil eg tí
leika í smáum hølum, sigur
Bjørk, ið skal leika í fleiri
kendum
operahúsm
í
Evropa.
Vespertine kemur úr 27.
august og tvey av løgunum
hevur danski Opiate, alias
Thomas Knak, framleitt.
Bjørk kókar sukurlátu á Kgl. Teatrinum
Í ár eru liðin 100 ár
síðani skaldið og
rithøvundurin Heðin
Brú varð føddur. Í
hesum sambandi
letur upp stór hand-
rita- og bókafram-
sýning á Landsbóka-
savninum. Í tilfarin-
um eru at finna frum-
ritini til nakrar av
týdningarmestu gim-
steinunum í føroysk-
um bókmentum
BÓKMENTIR
Dagfinn OIsen
Fríggjadagin 27. juli, tað er
í morgin, letur upp fram-
sýning við handritum og
bókum eftir Heðin Brú á
Landsbókasavninum.
Tá sýningin letur upp fyri
almenninginum
klokkan
16, syngur Havnarkórið
undir leiðslu av Ólavi
Hátún Læraraskúlakantat-
una Fedranna Tala. Heðin
Brú yrkti og Hans J. Høj-
gaard gjørdi lagið.
Framsýningin
hevur
fingið heitið Skaldið úr
Skálavík.
Frumrit til
bókmentagimsteinar
Fyrr í ár varð stórfingin
handritagáva latin Føroya
Landsbókasavni í varð-
veitslu. Tað eru børnini hjá
Heðini Brú, sum hava latið
eitt stórt savn av handritum,
uppritsbókum, brøvum og
øðrum skjølum, ið lógu
eftir pápa teirra. Í tilfar-
inum er eisini eitt bræva-
savn upp á eini 2000 brøv,
skrivað av vinum og kenn-
ingum í Føroyum og uttan-
lands.
Tað mesta av tilfarinum
er nú skrásett, men á fram-
sýningini ber bert til at
síggja lítlið úrval. Í vavi
fylti gávan upp í 7 kuffert
og 5 pappeskjur.
Í tilfarinum eru at finna
frumritini til nakrar av
týdningarmestu gimsteinu-
num í føroyskum bókment-
um, nevnast kunnu skald-
søgurnar Lognbrá, Fasta-
tøkur og Feðgar á Ferð.
Eisini eru handrit til nógvar
av stuttsøgunum og týðing-
unum, ið eru eftir Heðin
Brú.
Til november
Forvitnisliga framsýningin
letur upp í morgin klokkan
16. Hon er opin ólavsøku-
aftan og ólavsøkudag frá
klokkan 14 til 20. Fram-
sýningin Skaldið úr Skála-
vík verður standandi á
Landsbókasavninum til 1.
november.
Skaldið úr Skálavík
á Landsbókasavninum
Ein stór øl er komin á
marknaðin. Tað er Før-
oya Bjór, ið hevur sent
eitt nýtt snið av veðra-
fløskum á marknaðin.
Veðraølið hjá Føroya
Bjór stendur óivað í
mongum
kuldaskápi,
hjalli ella bilviðførisrúi
á ólavsøku. Men nú er
alt so nógv lættari, sum
tikið verður til.
Bryggjaríið
hevur
nevniliga sent veðrin á
marknaðin
í
stórari
fløsku. Hon er úr plasti
og í henni eru 1,25 litrar.
Stóra veðraølin var at
fáa í Havn og í Klaksvík
í gjár og fløskan kostar
34 krónur (við 5 krónum
í panti).
Óivað verður nýggja
støddin og sniðið hent
hjá mongum. Men nú
ber ikki longur til hjá
monnum at siga við
konuna við blonkum,
mjúkum eygum: “Eg
havi bert drukkið eina
øl!”, tí hetta hevur fing-
ið heilt nýggja merking.
Sama er galdandi, verð-
ur ein steðgaður av løg-
regluni.
Hinvegin heldur onkur
óivað, at tað er somikið
hugnaligari at verða
boðin inn til vinmannin
til eina øl.
Tað er vorðið alt van-
ligari við plastfløskum
og hetta fer kanska at
fríðka eitt sindur um, so
færri brotnar og vanda-
miklar fløskur verða at
síggja á ólavsøku.
Ein sera stórur veðrur
til ólavsøkuna
Landsbókasavnið sýnir nú
fram frumhandrit eftir
skaldið Heðin Brú
C
M
Y
K
5
4