Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 141 - 26. juli 2001 Nr. 141 - 26. juli 2001 7 Rani Nolsøe, býráðs- limur í Klaksvík og fyrrverandi pendlari millum Klaksvík og høvuðsstaðin, sær tað sum eina treyt fyri framhaldandi menn- ingini av Føroyum, at fast undirsjóvar sam- band verður millum øll tey størru vinnu- økini í landinum ØKISMENNING Rúnar Reistrup Tá Rani Nolsøe fór í starv hjá Kalli setti hann sær fyri at prógva, at tað at hava bú- stað í Klaksvík ikki var nøkur forðing fyri at hava eitt krevjandi starv í Havn. Men eftir gott hálvt ár sum pendlari millum báðar teir størstu býirnar í landinum má hann nú ásanna, at hann hevur prógvað tað beint øvugta fyri sítt viðkom- andi. Og var hann heitur fyri einum undirsjóvar- tunnli undir Leirvíksfjørð fyrr, so er hann ídag sann- førdur um at undirsjóvar- tunnilin er alneyðugur. - Tað sum eg eri komin fram til eftir 7 mánaðar í starvinum hjá Kalli er, at eg fái ikki eitt starv í Tórs- havn, bústað í Klaksvík og býráðsarbeiði í Klaksvík at hanga saman. Orsøkin er at flutningurin millum Klaks- vík og Havnina tekur ov langa tíð, og serliga er tað sera vánaliga sambandið um Klaksvíkina og Leirvík sum ger seg galdandi. Skulu vit gera okkum vónir at menna Klaksvíkina, mugu vit tíanverri stað- festa, at farleiðin í núver- andi líki er ein beinleiðis hóttan, sigur Rani Nolsøe. Eins og øll onnur, ið javnan sigla um Leirvíksfjørð hev- ur hann ferð eftir ferð upp- livað at sita veðurfastur øðrumegin Leirvíksfjørð, ella at standa nakkalangur á keiini í Leirvík meðan Dúgvan fer siglandi full- fermd til Klaksvíkar. – Tá privatfólk javnan hava slíkar trupulleikar, so kan ein bert ímynda sær, hvussu vinnan er fyri, sigur Rani Nolsøe. Alt størri tørvur Tørvurin á flutningini til og úr Norðoyggjum er vaksin stórliga síðstu árini. Fólk ferðast meira, og vinnulívið í Norðoyggjum framleiðir nógv meira nú enn fyrr. Hetta sæst aftur á farma- nøgdini, sum verður flutt úr Klaksvík. Rani Nolsøe væntar ikki, at klaksvíking- ar kunnu vænta sær at farmaskip fara at sigla á Klaksvíkina í framtíðini, og at mesta vøran tí má flytast um Leirvíksfjørð. - Vit eru eitt oyggjasam- felag, og vit hava eina stóra fiskaframleiðslu. Saman setir hetta serlig krøv til infrabygnaðin í Føroyum. Um vit vilja breiða búset- ingina í landinum og so- leiðis troyta tað tilfeingið, sum er, so má landið bind- ast saman við vegasam- bandi. Isolatiónin dovnar At kalla einasta samband millum Norðoyggjar og Havnina er við ferjuni um Leirvíksfjørð, og tað hevur sambært býráðsliminum við sær, at Klaksvíkin er væl á veg til at blíva aftur- úrsigld í mun til onnur øki í landinum. - Eg meti at Klaksvíkin á fleiri økjum er eini fimm til tíggju ár aftanfyri í mun til vakstrarstøðið í mistaðar- økinum. Og hetta kemst av vánaliga ferðasambandin- um til restina av landinum. Um hugt verður at hvat er hent síðan kreppuna, so er Havnin komin sera væl við, og Eysturoyggin liggur ikki langt aftanfyri. Økini hava ment seg nógv og hava fjøl- broytta vinnu, tí vanlig kapping hevur lagt eitt dynamiskt trýst á vinnur- nar. Í Norðoyggjum, hin- vegin, hevur isolatiónin gjørt at vinnan í ein ávísan mun livir í einum vardum lumma. Tildømis eiga virk- ir innan tænastuvinnuna, ið liggja í Klaksvík, so at siga marknaðin í Norðuroyggj- um, tí økið er so isolerað at tað loysir seg oftast ikki at keypa tænastur aðrastaðni frá. Hetta hevur í longdini eina dovnandi ávirkan á vinnulívið her norðuri, og tað sæst aftur á t.d. tænastu- støðinum, sum eftir míni meting tíanverri ikki er á hædd við støðið í miðstað- arøkinum. Rani Nolsøe viðgongur, at tað helst finn- ast nógv, ið gjarna vilja var- veita hesa støðu og ikki ynskja broytingar. - Men eg trúgvi, at vit gera okkum sjálvum eina bjarnatænastu í longdini her norðuri, um vit lata standa til. - Vit síggja jú at Klaks- víkin á øðrum økjum blóm- ar. Tak t.d. ítróttin og ment- anina. Tað er tekin um at býurin er sterkur og livandi, men um vit ikki fáa og fyri- reika okkum til fast sam- band, so verða vit ikki eitt av framtíðar vakstrarøkjun- um í Føroyum. Minni oyggjasamfelag Rani Nolsøe viðurkennir at fyri ein suðring, sum sær Smyril leggja frá kei eina- ferð um dagin, má tað ljóða sum ein luksustrupulleiki tá klaksvíkingar gremja seg um sambandið um Leir- víksfjørð, har tíggju túrar verða sigldir um dagin. - Tað, sum Suðuroyggin og suðuroyingar uppliva í løt- uni er at oyggin veruliga haltar aftur úr í menningini orsakað av vánaliga sam- bandinum við restina av landinum. Tað sær ikki gott út, og eg haldi ikki at man skal lata standa til. Loysnin er, í eygunum á býráðsliminum í Klaksvík, at útbyggja infrabygnaðin millum oyggjarnar so nógv, at tað mesta av Føroyum við tíðini gerst til eitt samanbundið øki. - Fast samband millum oyggjarnar er ein fortreyt fyri at vit kunnu útnytta til- feingið í Føroyum. Vit koma at renna okkum í alsamt ávarsamari fløsku- hálsar, um vi ikki syrgja fyri at fáa fast samband millum tær vinnuliga týdningarmestu oyggjarnar. Málið má vera at knýta so nógv sum møguligt av Før- oyum saman við føstum sambandi, og tí er tað eftir mínum tykki ein fortreyt fyri menningini av føroyska samfelagnum, at fyrireik- ingarnar til undirsjóvar- tunnil til Klaksvíkar halda fram sum ætlað. Hareftir eiga vit sjálvandi eisini at kanna landafrøðiligu og búskaparligu fortreytirnar fyri øðrum tunnlum, t.d. til Sands og Suðuroyar, heldur Rani Nolsøe, býráðslimur í Klaksvík, sum nú eftir ætl- an fer aftur í starvið sum Havnar- og Menningar- stjóri í Klaksvík, sum hann røkti áðrenn hann fór í starv hjá Kalli.. Føroyar eiga at bindast saman Tíðindaskriv Síðsta leygardag kl. 14.00 setti Heðin Mortensen stóru Ólavsøkuframsýning- ina á Torginum í SMS. Í ár verða modell av føroyskum sluppum og myndir av manningum sýndar fram á Torginum í døgunum 21. juli til 4. august. Aftur í ár er tað Birgar Johannesen, sum stendur fyri stóru framsýningini, sum síðan 1995 hevur verið í SMS. Birgar sigur, at framsýning- in hesaferð ikki er minni spennandi enn tær undan- farnu. - Eg havi brúkt stóran part av frítíð míni í ár at fyrireika hetta tiltak. Eg havi savnað yvir 200 mynd- ir av manningum og ein- staklingum, og eini 10-15 modell av sluppum. Og so havi eg eisini fingið fatur á mynstringarlistum, ið somuleiðis verða á Torg- inum hesar dagarnar, sigur Birgar. Umframt myndir, modell og mynstringarlistar verða lutir frá hesi tíðini sýndir fram. Hósdagin, 26. juli og fríggjadagin, 27. juli, hevur B36 eisini stórt tombola á Torginum. Ólavsøkukabarrettin vitjar Torgið í SMS Eitt av mongu afturvend- andi tiltøkunum á Ólavsøku er kabarettin, sum verður framførd í Sjónleikarhúsinum. Seinnu árini hevur Ólav- søkukabarettin verið ógvu- liga væl móttikin, og um- mælini hava eisini verið góð. Í ár siga fyrireik- ararnir, at hon stendur einki aftanfyri tær undanfarnu. Og tey, sum vitja SMS, kunnu fáa forsmakk av kabarettini. Tí longu mána- dagin, 23. juli kl. 15.00, vóru tey úr Ólavsøku- kabarettini á Torginum í SMS og framførdu brot úr kabarettini. Mikudagin kl. 16.00 vera fólk frá kaba- rettini aftur á Torginum. Annars verður væntað, at leikararnir ímillum sýning- arnar í Sjónleikarhúsinum fara at støkka inn á gólvið í SMS, og kanska spæla okk- urt hissini brot… Víkingar og sigoynarar í SMS á Ólavsøku Í sambandi við, at stórur víkingamarknaður verður á Glaðsheyggi á Ólavsøku, vitja víkingar og sigoynarar SMS í ólavsøkuvikuni. Tað er føroyska samtakið Siðsam, ið hevur til enda- máls at skipa fyri siðsøgu- ligum tiltøkum, sum skipar fyri tiltakinum, saman við fólkum úr Fjørukrónni á Hafnafirði. Umleið 50 gestir úr 12 londum eru boðnir at lut- taka á forkunnugu víkinga- tiltakinum á Glaðsheyggi, og nakrar koma eisini at vitja Torgið í SMS. Fyrst í vikuni vitjar sig- oynarabólkurin, Tulcinella, SMS. Hesi verða rópt gykl- arar. Teir framføra ymiskt skemtiligt í margháttligum búnum. Seinni í vikuni verður tónleikabólkurin, Valravn- en, á Torginum í SMS. Manningin er klødd í vík- ingaklæði, og syngur stutt- ligar sangir. SMS heldur ólavsøku C M Y K 7 6