Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juli 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 135 - 16. juli 2008 - Fólkatónleikur dreg­ur serlig­a nóg­v fólk til sín úti á smáplássunum, sig­- ur Kristian Blak, fólkatónleikari, nú árlig­a fólkatónleikara- stevnan ferðast kring­ alt landið Fólkatónleikur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í morgin gera eini 25 fólka­ tónleikarar seg klárar at fara til Hattavíkar at spæla, dansa og undirhalda. Eins og undan­ farin ár bjóðar árliga fólka­ tónleikarastevnan nevniliga aftur fólki kring alt landið eina røð av tónleika­ og dansi­ kvøldum næstu dagarnar. Stórur áhugi á smáplássunum Í gjárkvøldið fór árliga fólka­ tónleikarastevnan av bakka­ stokki við eini hugnaligari konsert á Reinsaríinum í Havn, har millum onnur tón­ leikarin Thomas Loefke spældi á írska harpu. Í kvøld verður so aftur ein konsert og fólkadansur á Reinsaríin­ um, áðrenn mongu fólkatón­ leikararnir fara út at bygd at spæla. Formaðurin í Føroya Fólkatónleikarafelag, Kristi­ an Blak, dylir ikki yvir, at hann gleðir seg nógv til hendan fasta táttin hjá stevn­ uni at fara út á bygd. ­ Áhugin fyri fólkatónleiki, bæði konsertum og dansi­ kvøldum er altíð stórur á smáplássunum. Sum oftast er næstan ikki pláss fyri øll­ um áhoyrarnum, so vit føla okkum altíð vælkomin á bygd. Og tað er hugaligt, tí vit vilja helst ikki vera til for­ treð á – vit rúgva jú rættliga nógv upp tá vit koma, sigur Kristian Blak, og leggur aft­ urat, at nú stevnan fer til Hatt­ arvíkar verður ferðalagið eini 40 fólk við øllum. Vekja ans uttanlands Annars letur Kristian Blak væl at fólkatónleikalívinum í Føroyum. Sjálvt um tað gongur spakiliga, er áhugin vaksandi, kanska serliga fyri upprunatónleikinum so sum Kingo sálmum. Eisini koma nýggir tónleikarar til allatíðina, og tey sum spæla, spæla væl, leggur Kristian Blak áherðlsu á. Nakað, fólk í Føroyum kanska ikki vita av, er, at áhugin uttanlands fyri før­ oyskum fólkatónleiki er rættiliga stórur. ­ Næst eftir Teitur, eru Spælimenninir tann før­ oyski bólkurin, sum hevur spælt mest uttanfyri Føroy­ ar. Faktiskt eru tað nógvir útlendingar, sum fyrst og fremst seta Føroyar í sam­ band við Spælimenninar, sigur Kristian Blak. Hann leggur afturat, at meðan tað altíð er spennandi at fara út um landoddarnar at spæla, so er áhoyrara­ fjøldin í Føroyum munandi meir fjøltáttað enn í nógvum stórbýum. ­ Sjálvt um eitt nú Boston í USA er ein millióna býur, so eru tað oftast somu fólk­ ini, sum síggjast aftur til konsertirnar. Í Føroyum er áhoyrarafjøldin sera breið og ikki so klikukend, sum man onkuntíð sær aðra­ staðni, og tað er hugaligt, heldur Kristian Blak. Fólkatónleikur frá Havn til Hattarvíkar Konsertskrá: Týs 15/7 Konsert á Reinsaríinum, Tórshavn, kl. 19 ­ 21 Thomas Loefke (írsk harpa) Miku 16/7 Fólkadansur á Reinsaríinum, Tórshavn, kl. 21 – 23 Pivari (Italia) og Spælimenninir (Føroyar) Hós 17/7 Konsert í skúlanum í Hattarvík, Fugloy, kl. 16 Dánjal á Neystabø Markamót Martin Joensen Guðrið Hansdóttir Pivari Konsert í kirkjuni í Kirkju, Fugloy, kl. 20 Thomas Loefke Niels Midjord Kvonn Stanley Samuelsen Pivari Fríggja 18/7 Gøta: G!mini á Spæliplássinum Kl. 19:45 Kvonn Kl. 20:30 Guðrið Hansdóttir Leygar 19/7 Runavík: uttandurakonsertir á Laksatorginum Kl. 11:30 Pivari Kl. 14:00 Dánjal á Neystabø Kl. 15:30 Pivari Gøta: G!mini í kirkjuni Kl. 11:30 Thomas Loefke á Spæliplássinum kl. 18:15 Pivari kl. 20:00 Dánjal á Neystabø kl. 20:45 Stanley Samuelsen kl. 21:45 Martin Joensen Sunnu 20/7 Konsert í Norðurlandahúsinum, kl. 16 Dánjal á Neystabø Thomas Loefke Martin Joensen Kvonn Niels Midjord Guðrið Hansdóttir Pivari Mána 21/7 Konsert í kirkjuni í Mykinesi, kl. 21 Dánjal á Neystabø Thomas Loefke Martin Joensen Spælimenninir Niels Midjord Guðrið Hansdóttir Pivari Ein ørgrynna av konsertum og dansitiltøkum verða á skránni kring alt landið næstu dagarnar, nú árliga Fólkatónleikarastevnan er farin av bakkastokki Fólktónleikarastevnan verður í døgunum 15. til 21. juli. Í ár luttaka Guðrið Hansdóttir, Martin Joensen, Stan­ ley Samuelsen, Dánjal á Neystabø, Niels Midjord, Kvonn, Markamót, Spælimenninir, Pivari (spælimans­ bólkur úr Italia) og Thomas Loefke (irsk harpa) FAKTA Summar Meldurbók Nýggja Meldurbókin frá Bókadeildini er tann triðja í røðini um árstíðirnar og lívsins gongd í býnum og har um leiðir. Hesa ferð er bókin um summarið, og hvat øll takast við hesa árstíðina. Súsanna hevur føðingardag, og tey gera seg til reiðar at fara í veitslu, onkur fer á loppumarknað, og Mingus fer á músaveiðu. Mangt annað stuttligt hendir í bókini, og tey vaksnu kunnu gleða seg saman við barninum at sleppa at lata hugflogið fáa ræðið og finna upp á søgur sjálvi. Rotraut Susanne Berner hevur teknað Summar ­ Meldurbókina. Hon er í stórum arkabroti, úr hørðum pappi og er 16 bls.