Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juli 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 135 - 16. juli 2008 Álvarssøga til tey ungu Bókadeildin gevur nú út kendu bókina Svart fílabein eftir norska høvundan Arne Svingen. Í bókini fer norski frásøgumaðurin til Fílabeinsstrondina við vinmanni sínum Sam, at leita eftir mammu Sam. Ferðin gevur eina sterka lýsing av Afrika, har mannalív hava minni virði enn ein kolafløska, og hóttanir sjáldan eru tómar. Eitt Afrika, har børn læra at drepa, áðrenn tey duga at súkkla ella lesa. Bókin Svart Fílabein er ætlað ungum lesarum, men er eisini hugtakandi hjá teimum vaksnu. Tey framføra øll ókeypis Lena Andersen, hví fert tú ókeypis á pall á G! Mini? Vit gera tað hesuferð fyri at stuðla G! Festivalinum at hjálpa seg í gongd aftur. Nú fari eg ikki persónliga at redda festivalinum, men eg haldi, at hetta er ein góð sak, og so er tað kul at gera tað. Tað er ein visión aftan fyri tiltakið, og tað er synd, um tiltakið ikki sleppur at blomstra víðari. G! MINI Bjørk Olsen bjork@sosialurin.fo Nógv tónleikanøvn hava framført á G! festivalinum seinastu árini. Festivalurin hevur givið umstøður og pall til bólkar – kendar sum ókendar, men vegna vánaliga fíggjarstýring, fór G!festivalurin av heysum í fjør. Í ár geva tónleikararnir aftur, og fleiri enn 30 bólkar spæla tí ókeypis, tá teir fara á pall á tvíburðafestivalin, G! Mini, í vikuskiftinum Guðrið Hansdóttir, hví fert tú ókeypis á pall á G! Mini? Eg spæli fyri at framføra nýggju løgini hjá mær. Eg framføri, tí at mær dámar væl, og tað er eitt feitt tiltak. Sjálvandi stuðlar mann eisini samstundis. Vígdis Hentze á G! Mini Vígdis Hentze vann í donsku dansikappingina »Kan du danse?«í 2006, og í vikuskiftinum dansar hon saman við tveimum gentum í Grundini í Gøtu. Tær fara at dansa ymisk sløg av dansi til elektroniskan tónleik, sigur Sunneva Háberg Eysturstein, ið skipar fyri Grundini á G! Mini saman við Undirbeat. G! Mini eitur ikki bara G! Mini, tí at festivalurin er minni enn seinast. Skrivar tú G! Mini, akkurát sum tú úttalar tað, fært tú eitt orð, sum sær soleiðis út: Gemini. Gemini eitur stjørniteknið, ið vit á føroyskum kalla: tvíburðarnir. G! Mini er jú onkursvegna tvíburður hjá G! Festivalinum. Pætur Magnussen, hví fert tú ókeypis á pall á G! Mini? Tað er tí, at G! Festivalurin er vorðin ein partur av føroyska tónleikalívinum, og eg haldi, at vit tónleikarir kunnu vera samd um, at vit vilja ikki lata hetta fara afturum. Tað er ein sterkari tónleikandi aftan fyri G! enn aftan fyri øðrum tónleikatiltøkum.