Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juli 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 135 - 16. juli 2008 Fyri nøkrum døgum síðani varð havnarút­ bygging á Eiði tikin í brúk, men tað er tómligt við atløgu­ bryggjuna Havnir Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Tann 24. mai í fjør samtykti bygdaráðið í Eiðis komm­ unu, at kommunan skuldi útvega sær tilboð upp á at leingja atløgusíðuna 60 metrar. Arbeiðið varð boðið út ímillum byggifeløgini Articon og J&K, og fýra vikur seinni, tann 20. juni, samtykti bygdaráðið so at taka av einum tilboði frá Articon, sum var til reiðar at gera arbeiðið fyri góðar 4,6 milliónir krónur. Týsdagin í síðstu viku var tann útbygda havnin handað bygdaráðnum. Á lítlari samkomu týsdagin 08.07.08, varð útbyggingin av havnarlagnum á Eiði handað kommununi. Talan er um 60 metur leinging eystureftir, og við hesum er bryggjan niðan fyri gamla Norðís nú 129 metrar long. Tað hevur verið rættiliga tómligt við atløgubryggjuna á Eiði í seinastuni, og spurn­ ingurin er so, um útbygg­ ingin var neyðug. Annfinn­ ur Kruuse var virkandi borg­ arstjóri, tá bygdaráðið sam­ tykti at byggja havnina út. – Tað kann kanska tykjast løgið at byggja havnina út, samtíðis sum bátarnir fækka, men tað er nú eina ferð soleiðis, at kommunan skal útvega vinnulívinum karmar, sigur Annfinnur Kruse. Hann vísir á, at tá útróður­ in er á Norðhavinum, koma nógvir bátar til Eiðis at av­ reiða, og tað kemur tað væl við at hava nóg mikið av at­ løgusíðu. Harafturat geva teir bøttu karmarnir vinnu­ lívinum fleiri møguleikar at menna seg, heldur hann. Barnabók úr Sámalandi Nú gevur Bókadeildin út nakað so forkunnugt sum eina søgu eftir ein sámiskan rithøvund. Bókin er til tey eitt sindur størru børnini og eitur Mítt løgna lív. Sera skemtiliga greiðir rithøvundurin Risti Sokki frá dronginum, sum ræðist reinsdjór, men sum tíbetur fær eina systur, sum als ongan ræðist. Mítt løgna lív vann í fjør kappingina í Sámalandi um at skriva nýggja barnabók. Havnarútbygging til færri bátar Í Settorvu á Viðoynni er pisa í hvørjari lundaholu, og tað er fyrstu ferð í mong ár FUGLUr Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Settorva norðantil á Við­ oynni er eitt tað besta lunda­ landið í landinum, men eins og aðrastaðni hevur lítil lundi verið í Settorvu tey seinastu árini. Men eins og á hinum lundaplássunum er støðan eisini ørvísi har í ár. – Tey seinastu árini hevur eingin fuglur verið, men í ár er øðrvísi. Hini árini sat fuglurin ikki væl, men í ár er hann munandi spakari, sigur Esmar Sørensen á Við­ areiði. Í síðstu viku fingu teir 1.600 lundar í Settorvu, og fyrradagin fingu teir 860. Hitt góða lundalandið hjá viðoyingum er Urðin, og hagar skuldu teir fara í dag. Fyrraárið góvust teir tann 10. juli, tí tá var eingin lundi eftir. Esmar Sørensen sigur, at støðan hjá lundanum er munandi broytt. Tey sein­ astu árini kom lítið og einki undan, men tá viðoyingar vóru í Settorvu í síðstu viku, var egg í hvørjari holu. Hetta var kanska í seinna lagi, men tá teir vóru aftur mánadagin, vóru pis­ urnar komnar út. Og tað var pisa í hvørjari holu. Viðoy­ ingar hava eisini sæð, at sildberin ber nógv, so tað er nógv føði hjá fuglinum. Tað stendur ikki á hjá viðoyingum at sleppa av við lundan. Tvørturímóti er eftirspurningurin sera stór­ ur, og telefonin ringir í heil­ um. Ein grýtuklárur lundi av Viðareiði kostar 45 krón­ ur. Urðin fór illa Viðoyingar hava ikki verið í Urðini síðani landnyrðings­ ódnina síðst í januar, men Esmar Sørensen sigur, at frá báti hava teir sæð, at tað Urðin hevur fingið stóran skaða í ódnarveðrinum. – Tað er týðiligt, at ódnin fór stak illa við Urðini, so nú fara vit at vita, hvussu har sær út, sigur Esmar Sørensen. Tað eru tvey ár, síðani viðoyingar seinast vóru í Urðini eftir lunda. Lundin flýgur aftur í ring Tað eru fleiri ár, síðani lundin var so væl fyri sum í summar. Í Settorvu er pisa í hvørjari holu (Mynd: Jens Kr. Vang) Tað er gott pláss við bryggjuna á Eiði nú (Mynd: Sofus Johannesen) Hesin lundin sat í Gjáarkjaftinum við Gjógv gjáramorgunin (Mynd: Sofus D. Johannesen)