mikudagur 16. juli 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 135 - 16. juli 2008
Flekk er góður við ommu
og abba
Tvær nýggjar Flekkbøkur júst komnar frá Bókadeildini. Tað er tær báðar
Flekk er góður við ommu og Flekk er góður við abba. Hetta eru fittar
pappbøkur til tey minstu børnini við løttum teksti og teimum so væl
kendu myndunum eftir Eric Hill. Flekk hjálpir ommuni at geva hønunum
og at baka, hann heldur tað vera stuttligt at vitja ommuna, tí har er altíð
okkurt at gera, og hon hevur tíð at lesa søgu eisini. Flekk heldur abban
vera stuttligan, hann hevur altíð tíð at spæla við Flekk, og finnur uppá
nógv spøl, uttan mun til hvussu veðrið er. Bøkurnar eru úr pappi og eru
12 bls. hvør.
Eftir at hava røkt
rutusambandið til
eystastu oyggjar
okkara í eitt manna
minni, er nú umsíðir
líkt til, at Másin fer at
fáa sín avloysara
Flutningur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
myndir: Jens Kristian Vang
Hvannasund: Klokkan er
farin væl av hálvgum trý
seinnapartin í gjár.
Á bryggjuni í Hvanna
sundi er mikil rokan, nú
Másin skal enn ein túr við
ferðafólki, farmi og góðsi
til Svínoy og Fugloy.
Eftir ferðaætlanini skal
hann leggja frá landi klokk
an 14:45, men líkt er til at
bíðað verður eftir tí seinasta
ferðafólkinum.
Eitt av ferðafólkunum
stendur ótolið og hyggur
inn har bilarnir standa, tí
maðurin skuldi líka eftir
onkrum, ið lá eftir í bil
inum.
Samstundis
við
hetta
hava fólk fingið seinasta
viðførið, súkkluna og eskj
urnar umborð, og løtu
seinni er klárt at leggja til
brots.
Soleiðis hevur verið á
bryggjuni í eitt mannaminni,
men gongur soleiðis sum
Strandferðslan – og helst
svínoyingar og fugloyingar
við! – kann ein nýggj ferja
fara at røkja hesa farleiðina
longu í ár.
Tað man helst eisini vera
tíð uppá, tí Másin sum kom
andi ár verður fimmti ár,
man hava slitið og siglt fyri
seg.
Kemur helst í ár
Fólk frá Strandferðsluni
hava í eina tíð havt eygu eft
ir einihvørjari ferju, sum
kundi loysa Másan av á far
leiðini um Svínoyarfjørð.
Í Svøríki eru teir komnir í
samband við eitt meklara
virki, ið hevur eitt far til
sølu og sum tykist vera væl
egnað til serstøku farleiðina
av Hvannasundi og til eyst
astu oyggjar okkara.
Talan er um farið »Med
sjö« sum er bygt í 1981 og
er á leið somu stødd sum
Másin. Tað var í síni tíð
bygt til svenska statin og er
um 21 metrar langt.
Tað er ført fyri at flyta 55
ferðafólk í svenskum far
vatni. Um sama talið kann
flytast um Svínoyarfjørð er
ein spurningur, sum før
oyska Skipaeftirlitið skal
avgera.
Strandferðslan hevur fing
ið eina lýsing av ferjuni.
Fyrst í august mánaði fara
umboð fyri Strandferðsluna,
Skipasýnið og manningina
yvir hagar at hyggja eftir
skipinum.
Dánjal Andreasen, stjóri
á Strandferðsluni upplýsir
fyri Sosialinum, at gongur
alt sum ætlað, kann tann
nýggi Másin koma til landið
longu í ár.
Ein svii fyri ein Mása
Fólk og farmur eru klár at fara til Svínoyar og Fugloyar seinnapartin í gjár
Másin er bygdur í 1959 og hevur so trúliga røkt siglingina um Svínoyarfjørð í eitt
mannaminni
»Medsjö« varð í síni tíð bygt til svensku bjargingartæn
astuna. Fram til 2001 varð farið í hesi tænastuni, tá tað
varð selt til svensku sjóvinnufyrisitingina og varð nýtt
sum pilotbátur og ísbrótari í norðara parti av Eystur
sjónum.
Um stutta tíð verður so avgerð tikin um hetta farið fer
at verða sett í sigling í norðara parti av oyggjalandi
okkara.
Gamal ísbrótari
Gongst sum ætlað kann svenska farið »Medsjö« fara fyrsta
túrin av Hvannasundi til eystastu oyggjar okkara seinni í ár