mikudagur 16. juli 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 135 - 16. juli 2008
E elski Førjar -
eisini leygardagin
Tær tríggjar sýningarnar hjá E elski Førjar vóru útseldar
eina viku áðrenn tær vóru spældar. Síðani blivu tvær
eykasýningarnar settar á skrá – og tær vórðu útseldar í
gjár. Tí hevur Norðurlandahúsið aftur sett tvær eykasýn
ingar á skránna. Tær verða leygardagin kl. 16.00 og kl.
19.30 og longu nú eru nógv atgongumerki seld. Pláss er
fyri umleið 400 fólkum til hvørja sýning, og verður fult
leygardagin, hava umleið 2800 fólk sæð framførsluna tá.
Stórt IRF-avlop
Raksturin hjá IRF gav í fjør 7,8 milliónir í avlopi.
Hetta er væl meira enn í 2006, tá ársúrslitið var
3,3 milliónir krónur. Inntøkurnar hjá
felagsskapinum vóru í fjør hægri enn í 2006, eins
og talan var um útreiðsluminking. Samlaðu
inntøkurnar í 2007 vóru 71,8 milliónir krónur.
Semjan í tunnilsbólk
inum hjá samgonguni
veitir onga sum
helst trygd fyri, at
Sandoyartunnilin
verður gjørdur og tí
kann eg ikki liva við
hesum, sigur Gerhard
Lognberg
UndirsjóvartUnlar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Eg ætli ikki at lata meg
kroysta til at selja Sandoynna
fyri eina tingmansløn.
Tað sigur Gerhard Logn
berg, tingmaður úr Skopun.
Tað er ov høgur prísur
fyri at varðveita samgong
una, leggur hann afturat.
Sum tann einasti limurin
í tunnilsbólkinum hjá sam
gonguni, vil hann ikki taka
undir við tilmælinum, sum
restin av bólkinum handaði
løgmanni í gjár.
Tilmælið veitir onga
sum helst trygd fyri, at Sand
oyartunnilin verður gjørdur
og tí er hetta eitt tilmæli,
sum eg ikki kann liva við,
sigur Gerhard Lognberg.
Hann sigur, at eftir til
mælinum skulu 50 milliónir
setast av á fíggjarlógini til
undirsjóvartunlarnar í 2009,
2010 og í 2011.
Men í 2009 skal pening
ur takast burturav hesi játt
an til at keypa verkætlanina
um Eysturoyartunnilin frá
tí privata partafelagnum.
Hinvegin sigur tilmælið,
at tá ið minst 150 milliónir
krónur eru settar í felagið,
sum skal gera Sandoyartunn
ilin, kann farast undir hann.
Men tað er treytað av, at rest
in av fíggingini er útvegað.
Men skal peningur brúk
ast burturav játtanini til at key
pa Eysturoyartunnilin, verður
tað í fyrsta lagi í 2012.
Hann sigur, at av tí sama
hava vit als onga trygd fyri,
at ætlanin er at fara undir
Sandoyartunnilin fyrrenn í
næsta valskeiði, ella kanska
uppaftur seinni enn tað.
Samstundis vil Bjørt
Samuelsen ikki vátta, at
farast skal undir Sandoyar
tunnulin í 2011.
So má samgonga
vera samgonga
Gerhard Lognberg sigur, at
tað liggur framvegis í kort
unum, at Eysturoyartunnilin
skal gerast fyrst, tí hann
skal
brúkast
at
fíggja
Sandoyartunnilin við.
Hinvegin
hevur
Bjørt
Samuelsen eisini gjørt greitt,
at báðir undirsjóvartunlarnar
skulu ikki gerast ísenn.
Gerhard Lognberg sigur,
at tí kann hann ikki góðtaka
tilmælið, so má samgonga
vera samgonga.
Einasta endamálið við
hesum tilmælinum er at
rura meg í blund og sam
stundis at kyrra teir politik
arar, sum eru ímóti Sandoy
artunlinum.
Samstundis ber hetta til
mælið í sær, at eg skal hava
avgerandi atkvøðuna í at
avtaka lógina, sum sigur, at
farast skal undir Sandoyar
tunnilin 1. november í 2009
og tað er at krevja ov nógv
av mær, samstundis sum
ongin trygd er fyri, nær so
kann farast undir tunnilin.
Gerhard Lognberg stað
festir, at hann er so vón
brotin av arbeiðnum í
tunnilsbólkinum, at hann
hevur ikki orð fyri tí. Men
hann ásannar eisini, at hann
er mest vónbrotin av sínum
partafólki í Javnaðarflokk
inum, tí summi javnaðarfólk
hava longu góðtikið tilmæl
ið hjá tunnilsbólkinum.
Semjan í tunnils
bólkinum hjá sam
gonguni tryggjar, at
farast kann undir
undirsjóvartunnilin
í Eysturoynna heilt
skjótt og tað er óða
mannaverk at fara
undir Sandoyar
tunnilin fyrst, sigur
Bill Justinussen
UndirsjóvartUnlar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað, sum eg legði størst
dent á, at farast kann undir
undirsjóvartunnilin í Eyst
uroynna sum skjótast.
Tað sigur eysturoyarting
maðurin, Bill Justinussen,
sum eisini var limur í tunn
ilsbólkinum hjá samgong
uni.
Hann sigur, at í tilmælin
um hjá bólkinum hevur
hann
tryggjað
sær,
at
arbeiðið upp á Eysturoyar
tunnilin kann byrja rættiliga
skjótt.
Bill Justinussen sigur, at
arbeiðið hjá privata tunnils
bólkinum hevur ligið í
dvala leingi, tí bíðað hevur
verið eftir einari politiskari
avgerð.
Skulu landsstýrið og
privata partafelagið nú und
ir samráðingar um, hvørjum
treytum partafelagið skal
sleppa at gera tunnilin eftir,
stúri eg fyri, at tað fer at
ganga drúgv tíð, áðrenn
arbeiðið kann fara ígongd,
tí talan er um sera tórførar
samráðingar
Bill Justinussen vísir á, at
talan er um samráðingar, sum
ikki hava sítt fordømi nakra
staðni í Evropa, men sum
samstundis koma at skapa
fordømi fyri framtíðina.
Samstundis skerst ikki
burtur, at nógvir politikarar
eru ímóti, at eitt privat felag
ger Eysturoyartunnilin og
tað hevði eisini elvt til
trupulleikar.
Av tí sama stúrir hann
fyri, at tær verða drúgvar
og at Eysturoyartunnilin
sostatt verður skotin langt
út í framtíðina.
Tí meti eg, at skal tað
bera til at fara undir Eystur
oyartunnilin í næstu fram
tíð, er tað best, at tað
almenna yvirtekur verkætl
anina, tí samráðingar við
privata felagið um eitt hóski
ligt endurgjald, kunnu fáast
frá hondini rættiliga skjótt.
Hetta er ein loysn, sum
tryggjar, at ferð kemur á
arbeiðið at gera Eysturoyar
tunnilin, so at farast kann
undir hann í næstu framtíð.
Óðamannaverk
Hinvegin fæst hann ikki
beinleiðis at siga, at Eystur
oyartunnilin
skal
gerast
áðrenn Sandoyartunnilin.
Men hann staðfestir, at
Eysturoyartunnilin
kastar
pening av sær til samfelagið,
men at Sandoyartunnilin
ikki ger tað.
Tí er tað óðamannaverk
at hugsa tann tankan, at
Sandoyartunnilin
verður
gjørdur áðrenn Eysturoyar
tunnilin.
Eg eri rættiliga vísur í, at
ongin politikari er so ørur, at
hann hugsar tann tankan,
leggur hann afturat.
Hann sigur, at undir øll
um umstøðum verður ikki
klárt at fara undir Sandoyar
tunnilin fyrrenn um eini
tvey, trý ár.
Tá kann arbeiðið upp á
Eysturoyartunnilin
verða
komið rættiliga langt, áðr
enn tað verður klárt at seta
borin í Sandoyartunnilin, tí
eg síggi fyri mær, at arbeið
ið at bora Eysturoyartunnil
in kann byrja seint næsta ár.
Hann staðfestir eisini, at
tað stendur ikki í tilmælinum
frá tunnilsbólkinum, at far
ast skal undir Sandoyartunn
ilin í 2011.
Tilmælið er, at tað kann
farast undir hann í 2011,
men tað kann eisini vera
seinni, tað veldst alt um
umstøðurnar.
Tað kunnu allir møgu
ligir trupulleikar taka seg
upp, bæði av fíggjarligum
og tekniskum slag og tí er
tað burturvið at áseta ein
nágreiniligan dag.
Bjørt Samuelsen hevur
eisini boðað frá, at báðir
tunlarnir verða ikki gjørdir
ísenn.
Eitt er at gera tveir tunl
ar ísenn. Eitt annað er, at
tað er ikki neyðugt, at Eyst
uroyartunnilin
er
púra
liðugur, áðrenn farið verður
undir Sandoyartunnilin.
Eg selji ikki Sandoynna fyri
ein sess í løgtinginum
Óðamannaverk at gera
Sandoyartunnilin fyrst
- Hetta er ein
slutur fyri ein
slatur, men
eg ætli ikki
at selja meg,
sigur Gerhard
Lognberg
- Tað stendur ongastaðni í
semjuni hjá tunnilsbólkinum,
at farast skal undir Sandoyar-
tunnilin í 2011 og eg eri rætti-
liga vísur í, at ongin politikari
er so ørur, at hann setir upp
á at gera Sandoyartunnilin
áðrenn Eysturoyartunnilin,
sigur Bill Justinussen