Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juli 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 135 - 16. juli 2008 Laksa- og sølutorg í Runavík Kunningarstovan í Runavík sigur, at undirtøkan fyri Laksa- og Sølutorginum í Runavík hevur verið vaksandi á hvørjum ári, og tí hevur tiltakið eisini eydnast betur og betur á hvøjum ári. Eins og undan- farin ár verður nógv spennandi - bæði fyri børn og vaksin. Málningaframsýning verður í Býráðs- salinum v/Harry Knudsen og Jastrid Langgaard. Á Torginum fittar geitir við geitalombum, umframt at børnini verða boðin við á spennandi og vælumtóktu Ævintýraferðina hjá Búa Sibbidibbidimdimdu badabaDam og Dánjal Kagadingdingkagadingdingkagadum. Nógvur góður fólkatónleikur frá Fólka- tónleikastevnuni verður at hoyra, umframt eitt leskiligt laksaborð við ókeypis smakkiroyndum til øll vitjandi. Á torginum verður millum annað fiskasøla, frukt- og grøntmetissøla, breyðsøla, blómu- og urtagarðssøla, havamøblasøla, íssøla, andlitsmáling, køkutombola, leikutombola, loppumarknaður, fiskabrunnur og brótssparskapping. Øll eru vælkomin at luttaka á Laksa- og Sølutorginum, einstaklingar sum bólkar, áhugafeløg og handlar, sigur Kunningarstovan í Runavík. Triði hvør havt strongd Berlingske Tidende skrivar, at 37% av dønum hava verið somikið stressaðir í arbeiðslívi sínum, at teir eina ella fleiri ferðir hava verið sjúkrameldaðir av hesum ávum. Tað er Capacent Epinion, sum vegna PFA hevur spurt 1.168 danir um teirra upplivingar við strongd. Stina Amdi Letvad, sum er heilsuráðgevi hjá PFA, sigur, at hetta eisini hongur saman við, at strongd fær størri ans í dag. – Fyrr søgdu fólk, at tey høvdu krím. Tað er í dag meira legalt at verða heima við strongd sum grundgeving, sigur hon. Semjan í tunnils­ bólkinum hjá Sam­ gonguni tryggjar, at Sandoyartunnilin verður gjørdur áðrenn Eysturoyar­ tunnilin og arbeiðið skal byrja í 2011, sigur Páll á Reynatúgvu UndirsjóvartUnlar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Sandoyartunnilin er kom- in í hús! Tað staðfestir Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður úr Sandoy, eftir at tunnils- bólkurin hjá samgonguni í gjár handaði løgmanni eitt tilmæli um, hvussu farast skal fram í sambandi við teir báðar nógv umrøddu undirsjóvartunlarnar í Eyst- uroynna og í Sandoynna. Páll á Reynatúgvu sigur, at semjan í tunnilsbólkinum er rættiliga greið og ítøki- lig. – Tað stendur svart á hvít- um í tilmælinum, at farast skal undir Sandoyartunnilin, tá ið fíggjarlógin fyri 2011 er samtykt og tað er á jólum í 2010. Hann sigur, at tað er akku- rát hendan ásetingin í til- mælinum, sum hevur gjørt, at hann tekur undir við tilmælinum. Men hann leggur eisini dent á, at hetta ber í sær, at næsta ár og í 2010 skulu allar fyrireikingar til tunn- ilin gerast. Partafelagið skal setast á stovn og tilsamans 50 milliónir skulu setast í felagið á fíggjarlógini fyri 2009,2010 og 2011. Sam- stundis skal tunnilin projek- terast og bjóðast út, so at tað er klárt at skriva undir byggisáttmála á jólum í 2010. Hann sigur, at soleiðis tulkar hann semjuna. - Er samgongan ikki samd við mær í hesi tulking, er semjan brotin og sostatt eisini burturdottin og so er støðan akkurát tann sama, sum hon var, áðrenn tunn- ilsbólkurin fór til arbeiðis og longri enn so er tann søgan ikki, leggur hann dent á. Semjan kann detta burtur Men nú er skilligt, at teir ymsu partarnir í samgong­ una eru rættiliga ymiskir á máli um, hvussu semjan skal tulkast. Er ein slík semja nakað verd? - Nei, tað kann sjálvandi vera eitt ivamál, men eg veit, hvat eg leggi sjálvur leggi í semjuna og er restin av samgonguni ikki samd, er semjan burturdottin og so stendur lógin við, sum longu er samtykt í løgtingi- num um at farast skal undir tunnilin 1. november næsta ár. So einfalt er tað, sigur Páll á Reynatúgvu. - Men er samgongan samd við mínari tulking, hava vit tryggjað okkum, at tað verður hendan samgong- an, sum setir gongd á Sand- oyartunnilin eitt heilt ár áðrenn løgtingsval veðrur aftur, samstundis sum vit hava eitt greitt boð upp á, hvussu hann skal fíggjast. - Veikleikin við lógini, sum longu er samtykt, er, at har stendur onki um fígg- ingina, men tað ger tað í til- mælinum frá tunnilsbólki- num. Men landsstýriskvinnan í vinnumálum, Bjørt Samuel­ sen, sigur, at onki er ásett nær farast skal undir Sand­ oyartunnilin og í Rás2 í gjár noktaði hon blankt at siga, nær farast skal undir Sandoyartunnilin og hon vildi heldur ikki siga, hvør undirsjóvartunnilin skuldi gerast fyrst, tann í Sandoy ella tann í Eysturoy? - Tað er mín fatan, at tað er bara fyri at sissa tey, sum eru ímóti, at Sandoyartunn- ilin verður gjørdur yvirhøv- ur og tey eru ikki so fá. Vit noyðast at hugsa um, at tað eru mong, ið halda, at tað er óðamannaverk at fara undir Sandoyartunnilin í eini tíð, har stígur er við at koma í búskapin, tí hetta er størsta samferðsluútbygg- ing nakrantíð. - Men heldur semjan í tunnilsbólkinum, eru vit komin so langt polit- iskt, sum vit kunnu koma. Sandoyartunnilin fyrst Bjørt Samuelsen hevur eis­ ini boðað frá, at báðir tunl­ arnir verða ikki gjørdir ísenn. Men tú tulkar altso semjuna soleiðis, at Sand­ oyartunnilin skal gerast fyrst? - Ja, tað geri eg. Tað hev- ur eisini alla tíðina ligið í politisku kortunum, at fyrst skuldi Vágatunnilin gerast, síðani Norðoyatunnilin og so Sandoyartunnilin. - Eysturoyartunnilin er so nýggur í politisku raðfest- ingini, at hann kann ikki yvirhála Sandoyartunnilin, sigur Páll á Reynatúgvu. Fakta Hetta er tilmælið hjá tunnilsbólkinum hjá samgong­ uni, sum varð handað løgmanni í gjár. Allir limirnir í tunnilsbólkinum hava tikið undir við tilmælinum, uttan Gerhard Lognberg, men tað er grundleggjandi ósemja í samgonguni um, hvussu hetta skal skiljast og tískil er støðan akkurát líka ógreið nú, sum hon var frammanundan Sandoyartunnilin • Løgtingið samtykkir í ólavsøkutingsetuni at seta P/ F Sandoyartunnilin á stovn við stovnsfæi. • Samgongan semist um árliga upphædd, 50 mio kr, at seta í partafelagið. • Projektering av Sandoyartunlinum verður gjørd í heyst. • Uppskot til nýggja verklagslóg fyri Sandoyartunnilin verður lagt fyri Løgtingið í ólavsøkutingsetuni. Í verklagslógini verður staðfest, at farið verður undir Sandoyartunnilin, tá eginognin hjá partafelagnum er 150 mio kr. Tað er tá fíggjarlógin fyri 2011 er samtykt. Skálafjarðatunnilin • Samgongan tekur undir við, at landsstýriskvinnan fer undir samráðingar við P/F Skálafjarðatunnilin um yvirtøku av felagnum. Linjuføring verður samtykt. • Um semja fæst við felagið, samtykkir Løgtingið at yvirtaka P/F Skálafjarðatunnilin. • Supplerandi forkanningar til Skálafjarðatunnilin verða gjørdar, projektering og verklagslóg løgd fyri Løgtingið, tá alt tað fyrireikandi arbeiðið er komið uppá pláss. Fígging av tunlunum • Á fíggjarlógunum 2009, 2010, 2011 og 2012 og árini framyvir verða 50 mio árliga settar í P/F Sandoyartunnilin. • Samgongan setir av tað, sum neyðugt er av fyri at yvirtaka P/F Skálafjarðatunnilin. • Tunlarnir verða fíggjaðir við eginpeninginum hjá partafelagnum, ískoyti frá fíggjarlógini umframt lánstøku. Viðmerkingar til tilmælið: Eftir hesum leisti verða báðir tunlarnir gjørdir í almennum regi. Landið kann fáa útgoldið vinningsbýti frá P/F Skálafjarðatunnlinum, men pengarenslini av tunlunum báðum verða atskild. Tunlarnir verða gjørdir eftir einum leisti, har til ber at hava fulla stýring á fíggjarliga eins væl og tekniska váðanum. Sandoyartunnilin er komin í hús Páll á Reynatúgvu sigur, at støðan er púra greið. Arbeiðið upp á Sandoyartunnilin skal byrja tíðliga í 2011. Er samgongan ikki sinnað til tað, er semjan burturdottin og so er støðan tann sama, sum hon var frammanundan. Hann hevur áður sagt, at verður ikki farið undir Sandoyartunnilin nú, er heldur ongin samgonga