mikudagur 16. juli 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 135 - 16. juli 2008
Matiné í Dómkirkjuni
Leygardagin 19. juli verður matiné í Havnar Kirkju, har
nakrir av okkara ungu tónleikarum fara at spæla. Teir
hava allir fingið útbúgving í Føroya Musikkskúla, og
nakrir av teimum fáa sær nú víðari útbúgving á
konservatorium uttanlands. Tað eru millim annað violin-,
bratsch- og cellospælararnir Jákup Lützen, Heiðrun
Petersen, Pól Jespersen og Andreas Restorff, sum spæla
satsir úr strúkikvartet av Dvorak og Smetana. Jón
Festirstein og Andreas Restorff fara at spæla duet og
eisini aðrir ungir tónleikarar verða við.
Kinverskar myllur hava
undanvind
Kinverskir framleiðarar av vindmyllum hava seinnu árini tikið
stór fet fram á heimsmarknaðinum. Fyri bara fáum árum síðani
var kinverski parturin bert ein viðfáningur á marknaðinum,
men í dag teljast bæði Goldwind og Sinovel millum 10 teir
størstu framleiðararnar í heiminum. Í dag eru yvir 40
kinverskir framleiðarar á marknaðinum. Eitt stórt tal, sum
partvíst kemst av alsamt vaksandi kinverska orkutørvinum,
men eisini tí myndugleikarnir krevja, at 70% av lutunum í eini
nýggjari vindmyllu skulu stava frá lokalum framleiðarum.
VOX-POP
Sosialurin spurdi fólk, sum vóru til handils
í gjár, hvat tey velja frá, nú vørurnar eru
dýrkaðar so nógv
Margreta og Ólavur Clementsen, Hoyvík
Vit kenna væl á okkum, at alt er vorðið dýrari. Fyri
umleið tveimum mánaðum fóru vit at baka alt breyði
sjálvi, tí tað er so dýrt at keypa. Eisini royna vit at spara
bensin við at koyra buss, har tað ber til.
Hallur og Randi Johannesen og 6 ára gamla Ada,
Hoyvík
Vit hava sanniliga uppdagað, at alt verður nógv dýrari nú.
Tí royna vit at spara allastaðni, millum annað verður
góðgæti spart burtur. Men hóast vit royna at liva
heilsugott, so er tað ikki so lætt, tí góðu vørurnar dýrka
eisini. Tað átti at verið bíligari at liva sunt, til dømis átti
soltið viðskera, frukt og sukurfríar vørur at verið bíligari.
Men soleiðis er tíverri ikki.
Eyð Eidesgaard við børnunum Maria og Martin,
Kollafirði
Jú, eg havi varnast at alt er dýrkað, men higartil hevur tað
ikki broytt okkara innkeypsvanar. Havi altíð roynt at
spara, til dømis við ikki at koyra mat í skrell, men at
brúka allar restirnar.
Sosialurin hevur samanbor-
ið eitt innkeyp, sum vit gjør-
du 15. januar í ár, við prísin
á somu vørum í dag. Í
januar skrivaðu vit um, at
tað er hundadýrt í Føroyum
og samanbóru prísin í Dan-
mark og í Føroyum.
Hesaferð hava vit saman-
borið føroysku prísirnir tá,
við prísin í dag. Ikki óvænt-
að er kostnaðurin hækkað-
ur, nevniliga við 4 prosent-
um bara hetta seinasta hál-
va árið. Sigarettirnar seta
seg fyri ein góðan part av
vøkstrinum, men eisini van-
ligar matvørur eru hækka-
ðar nógv. Okkara innkeyp
samsvarar eisini við hækk-
ingina í brúkaraprístalinum
fyri seinastu ársfjórðingar-
nar, og prógva bara, at tað
er vorðið dýrari at vera før-
oyingur.
4 prosent omaná
eftir hálvum ári
Príssamanbering av somu vørum í dag og fyri einum hálvum ári síðani.
Handil: FK í Hoyvík
15. Jan. 2008
15. Juli 2008
Broyting
1/1 óskorið rugbreyð 1 kg.
27,50
27,50
0,00
1/1 groft rugbreyð 500 g. Omega
28,50
29,75
1,25
1/1 vanligt fransbreyð
18,00
19,25
1,25
1 l. av søt-mjólk
10,50
11,25
0,75
¼ l. av pískiróma
10,25
11,15
0,90
2 kg. av eplum
24,95
19,95
-5,00
1 kg. av sukuri
7,95
8,95
1,00
1 pk. av farin
13,95
9,95
-4,00
1 Buko smyrjiostur v. rækjum
19,95
19,95
0,00
8 fruktir
20,00
24,00
4,00
Malið oksakjøt pr. kg. uml. 10 % feitt
57,50
59,95
2,45
275 g. Taffel chips
29,95
29,95
0,00
20 Prince
43,00
48,00
5,00
250 g. Kærgaarden
13,95
15,95
2,00
1 kg. av leyki
11,95
14,95
3,00
Ota Solgryn 950 g.
19,95
21,95
2,00
357,85
372,45
14,60
Sosialurin innheintaði prísirnir 15. jan . 2008 og 15. juli 2008
Hveitimjøl 2 kg.
Amo 21,95
X-tra 12,95
Maskinuppvask
Neophos 30 tab. 74,95
Ängelmark 30 tab. 29,95
Sjampo
Stuhr 79,95
El Vital 37,95
X-tra 12,95
Lagt til rættis: Rigmor Dam
Sama innkeyp er 14,60 kr. dýrari í dag enn í januar. Hetta er
ein øking á 4,08 prosent.
+4%