Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juli 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 135 - 16. juli 2008 Fýra kvinnur í Smiðjuni Fríggjadagin tann 18. juli, kl. 15.00 letur spennandi listaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík við Susanne Hansen úr Esbjerg og Mary Strøm, Elsu Zachariasen og Birgit Kirke allar úr Havn. Tær sýna fram málningar og skulpturar. Málningarnir eru bæði abstraktir og naturalistiskir, har arbeitt er við strukturi og formum í akryl. Tað at Mary, Elsa og Birgit eru ættaðar úr Føroyum sæst aftur í málningunum. Skulpturarnir er lívsmyndir gjørdir úr endurnýtslutilfarði. Framsýningin er opin til og við týsdagin 22. juli. Allar dagar er opið frá kl. 12.00 - 18.00. Metfall í oljuprísi Týsdagin tók oljuprísurin størsta kavið – mált í dollarum – í 18 ár. Hetta hendi, eftir at Ben Bernanke ávaraði móti avleiðingunum av høga oljuprísinum – eitt nú vandamiklu blandingini av hækkandi inflatión og minni búskaparvøkstri. Prísfallið var yvir níggju dollarar fyri tunnuna, soleiðis at ein tunna kostaði 135,92 dollarar. Mikumorgunin var prísurin tó aftur komin upp á 138 dollarar fyri tunnuna. Fríggjadagin í farnu viku setti oljuprísurin nýtt met. Tá kostaði ein tunna á leið 147 dollarar. Hækkið barnafrá­ dráttin um tit veruli­ ga vilja hjálpa barna­ familjunum, sigur Finn Nielsen, stjóri í FK, nú røddir eru frammi um at lækka mvg’ið á ávísum neyð­ synjarvørum Brúkaramál Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Í FK í Hoyvík hava tey alla tíðina tætt samband við mat- vørumarknaðin, viðskifta- fólkini og leverandørarnar. Eisini fylgja tey væl við í orðaskiftinum um príshækk- ingar á matvørum, og hvus- su fólk megna at hóra und- an. Í hesum sambandi fýlist Finn Nielsen, stjóri, á, at politikarar nú aftur eru úti við uppskotinum um at min- ka mvg’ið á ávísum neyð- synjarvørum, fyri at lætta um hjá barnafamiljunum. - Eg havi sagt tað fyrr, men endurtaki tað fegin: Um politikararnir veruliga vilja hjálpa, var tað so nógv- ar ferðir ruddiligari at hæk- ka barnafrádráttin. Takið eina prinsipiella avgerð, til dømis eina hækking upp á túsund krónur fyri barni, og latið hana koma teimum til góðar, sum treingja, sigur hann. Øgilig umsiting Finn Nielsen er sannførdur um, at tað nærum er ógjør- ligt at handhevja eina lóg, har avgjøldini á mat og drekka verður skilt sundur í smærri vørubólkar. Hann vísir á, at tað hevði kravt eina ovurstóra umsiting, so peningurin ikki endaði á skeivum stað, umframt eina umfatandi revsingarskipan. - Tað hevði ikki verið nak- ar trupulleiki hjá okkum í FK at lækka mvg’ið á ávís- um vørum – tað hava vit bæði tøkniligar og rokn- skaparligar førleikar til. Men myndugleikarnir høv- du fingið úr at gera, fyri at røkja eina slíka skipan – bæði í mun til eftirlit og revsing, sigur hann. Ræðumyndir hjá grannunum Sum dømi tekur hann Ísland og í Norra, har tey minkaðu avgjøldini á matvørum fyri nøkrum árum síðani. - Øll sum hava ferðast har vita, at matvørur eru als ikki bíligari har enn her, sig- ur Finn Nielsen. Bæði í Íslandi og Norra stinga javnan gølur seg upp, har vinnurekandi spekulera í sundurbýtta avgjaldinum. Eitt nú við at skráseta van- liga vøru sum vøru við læg- ri mvg’i, fyri á tann hátt at fáa munin útgoldnan frá landinum. - So eg líti onki á, at tað hevði komið teimum, sum hava tørv á tí, til góðar. Barnafrádrátturin er har frammanundan og er líkatil at regulera. Og tað hevði veruliga gjørt mun úti í smáu heimunum, sigur Finn Nielsen við Sosialin. Myndugleikarnir høvdu fingið úr at gera, fyri at røkja eina slíka skipan við sundurbýttum mvg á matvørum – bæði í mun til eftirlit og revsing, sigur Finn Nielsen, stjóri í FK Hoyvík Bíligu vørurnar eru eins góðar og dýru merkjavørurnar, og har eru sera nógvir pengar at spara, sigur Finn Nielsen, stjóri í FK í Hoyvík Finn Nielsen í FK sigur, at tey sjálvandi er varug við, at prísurin hækkar nógv í løt- uni, men hann heldur ikki at kundarnar keypa øðrvísi inn enn áðrenn. - Okkara kundar hava altíð verið rættiliga tilvitaðir um prísin, og vit síggja, at prísurin verður kannaður bæði gjølla og væl, sigur hann. Kortini vísir hann á, at tað saktans ber til at spara nógvan pening, um fólk key- pa bíligaru vørurnar. - Og eg kann siga fyri vis- su, at dygdin er líka góð sum á merkjavørunum. Men serliga ung fólk halda, at tey fáa meira fyri pengarnar, um tey keypa merkjavørur, sigur hann, og vísir okkum millum annað á vørur til reingerð, persónliga røkt, smábørn og at baka við. Hækkið barnafrádráttin Nógv at spara á bíligaru vørunum Barberskúm Gilette 33,95 X-tra 14,95 Hárspray Stuhr 89,95 Wellaflex 49,95 X-tra 14,95